Norðoya Grunnin. Kósavirkið fór á húsagang á vári 1993, og eftir tað tóku teir báðir, saman við øðrum, stig til at lata virkið uppaftur. Tað hevur verið nógv virksemi á P/F á Kósini síðani virkið lat uppaftur [...] Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi í stjórasessinum í eini skiftistíð, verður sagt í tíðindaskrivinum. Partaeigararnir í virkinum á Kósini vóru Norðoya Grunnurin, Arb [...] áttu 15% av partapeninginum í virkinum á Kósini. Vit spurdu Jóhan Páll Joensen hvat hann so fór at takast við. ? Eg havi ein bát, sigur hann, so eg skal nokk fáa tíðina at ganga, men eg arbeiði ikki við
at taka seg saman. Eg haldi tað er alt ov nóg av serliga amerikanskum harðskapi á SvF. Soleiðis upplivir tú ofta ? aftan á eina kanska frálíka Dag & Viku ? at harðskapur av grovasta slag uttan ávaring verður [...] hevur gjørt alt ov lítið, tá tað snýr seg um at sensorera serliga harðskap á SvF Lesið prát við Trónda Djurhuus, sjónvarpsstjóra, á síðu 4 [...] Sjónvarp Føroyar og eisini Útvarp Føroya fáa nú eina nýggja sensurlóg, sum upprunaliga slettis ikki var ætlað hesum báðum stovnum. Harafturímóti er lógin gjørd til at umfata nýggju kringvarpsstøðirnar
Tað eru 12 lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul. Tilsamans faa teir 14 milliónir um árið. Skipini fiska á djúpum vatni, eftir fiski, sum annars ikki koma til høldar. Tey fáa ongan lut í tí góða fiskiskapinum [...] djúpvatnstrolarnir fáa 14 milliónir um árið í íløgustuðuli. Teir eru nú við at koma á eitt vegamót, so at teir skjótt klára seg sjálvir. Restskuldin í trolarunum er nú komin niður á eitt slíkt støðið [...] arnir standa og falla við íløgustuðulinum. Verður íløgustuðulin tikin burtur nú, fara teir allir á heysin, kanska við onkrum einstøkum undantaki. Keypt undir skeivum fortreytum Hann sigur, at tá ið skipini
hinum yvirtøku- og loysingarflokkunum Føroyar á húsa-gang. Teir vita eisini fullvæl, at uppruddingararbeiðið aftan á fíggjarligu trupulleikarnar í 1980 og aftan á húsagangin í 1993 hevði ikki verið gjørt til [...] Heilt bevíst brúkar Javnaðarflokkurin heimastýrislógina at skylda upp á fyri at fáa fólk at gloyma, at tað var Javnaðarflokkurin, sum stóð á odda fyri tí politikki, sum førdi til húsagangin. Samráðingarnar [...] gina. Tvørturímóti. Vit skjóta upp eina ráðstevnu í ár, har vit og aðrir kunnu fáa sakligar upplýsingar um møgulig brek á heimastýrislógini, og hvussu bøtast kann um. Tað, sum vit hava sagt nei til, er
seta neyv tøl á ávirkan av betri sambandi við Skotland, men tað er givið, at gott samskifti við Skotland hevur positiva ávirkan fyri føroyska samfelagið á tann hátt, at møguligt er at fáa hægri prís fyri [...] Ásannandi at avgerð samgongunnar, við sjálvstýrisflokkinum á odda, um at niðurleggja ferðafólkasambandið millum Føroyar/Aberdeen var sera óheppin og helst hevur skatt umdømi Føroya sum ferðaland var tað [...] tað, at Miðflokkurin í skrivi dagfest 14.03.97 og aftur í skrivi 09.05.97 heitti á táverandi landsstýrismann í samferðslumálum um at finna eina loysn ferðafólkaflutninginum viðvíkjandi. Í frágreiðing til
Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum. At ganga á skeið og læra at føra valstríð er rættiliga nýtt, men annars heilt nógv [...] fyri donsku stjórnina). Tað er eitt mál í sær sjálvum. Sjálvstýrispolitikkur kann ikki grundast á, at vit fáa nakað annað burturúr enn ræði yvir okkum sjálvum, okkara samfelag, landi, havi, undirgrund og [...] standa seg í einum valstríði. Men máti skal vera við. Tað tungusnildið og annað snildi, sum verður lært á slíkum skeiðum, má ikki gerast innihaldið í politikkinum hjá einum flokki. Tá verður ongin beinagrind
at vit ikki klára at halta eitt litið sindur afturat. Men í longdini er tað ongin møguleiki fyri at fáa tað at ganga. Eisini hjá Lorvíkingum verður tað ein vanlukka, um íløgustuðulin verður tikin av nú, [...] heldur Osmundur Justinussen, at báði politikarar, og onnur hava viðhvørt eina sera trongskygda áskoðan á stuðul. Stuðul er mestsum blivin ein illbøn. Ofta manglar tað sjónarmiðið í kjakinum, at viðhvørt [...] kann tað vera ein samfelagsligur fyrimunur at lata ein avmarkaðan stuðul, tí tey vinnutólini, sum fáa stuðulin, kasta so mikið nógv av sær, at tað skapar meiri inntøkur í seinna endanum, enn tey fingu
Hesar fáu kommunur tykjast bert kunna »samstarva« í løtuni, tí tær á henda hátt fáa ansað eftir hvørji aðrari, - so hinar ikki fáa størra »grindapartin«. Tær skjóta nú upp, at tær »hjálpa« teim mest [...] Umboð fyri omanfyrinevdu kommunur vórðu á fundi tann 16. februar 1998 einmælt samdar um: »at rópa varskó« til kommunufelagið, allar kommunalpolitikkarar innan- eins og uttanfyri »býarfelag«, løgting og [...] kommunusamanlegging, kommunuskuld, ja, beinleiðis longu hevur býtt Føroyakortið sínámillum, vilja vit heita á kommunufelagið nú beinanvegin at fara til verka og steðga »býarbólkinum« í sínum sjálvdrátti. Hóast
børn. ? Eg havi verið á mongum ráðstevnum fyri sensur, og heilt inntil í 90?unum var mest fokuserað á, hvønn skaðiligan týdning porno kundi hava. ? Men á síðstu ráðstevnuni eg var á í 1996 var rákið vent [...] Hann trýr ikki, at nýggja sensurlógin, sum løgtingið hevur samtykt eisini skal umfata SvF, fer at fáa avleiðingar fyri tað, ið sent verður frameftir. ? Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa [...] í Danmark, sum eisini hevur sín egna sensur. Harðskapur verri Í nýggju lógini verður dentur lagdur á, at ónærisligar myndir og óneyðugur harðskapur ikki skal vera partur av tí, sjónvapið borðreiðir við
marknaðin. Árni Joensen vísir á, at Skipafelagið kann ikki sigla við undirskoti á sama hátt sum Smyril gjørdi á sinni. Tá fíggjaði landskassin undirskotið. Hann ynskir tí eisini at fáa eina nærri lýsing av, hvussu [...] sum komu í kjalarvørrinum á tíðindunum um, at Pasadena heldur ikki fram við at sigla. ? Eg hevði heldur ynskt eitt meira sakligt orðaskifti um, hvør veruligi tørvurin er á farleiðini til evropeiska marknaðin [...] verða raktir, um onki skip verður sett í sigling í staðin fyri Pasadenu. Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, at tað fær vanlukkuligar fylgjur