Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, sigur við Sosialin, at hóast tað nú er greitt, at Pasadena ikki heldur fram at sigla fyri Skipafelagið, verður arbeitt við ætlanum um at seta eitt minni skip í sigling.
Áðrenn 8. mars skal vera komið til eina niðurstøðu. Tí 8. apríl gongur leiguavtalan um Pasadena út. Orsøkin er, at leiðin gevur fleiri milliónir í undirskoti.
Ónøgdur
Skotlandssiglingin er annars aftur vorðið eitt politiskt mál. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann leggur uppskot fyri tingið um at stovna felag, ?sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niðurfyri.?
Árni Joensen er ikki serliga fegin tað, hann kallar tær ?politisku markeringarnar?, sum komu í kjalarvørrinum á tíðindunum um, at Pasadena heldur ikki fram við at sigla.
? Eg hevði heldur ynskt eitt meira sakligt orðaskifti um, hvør veruligi tørvurin er á farleiðini til evropeiska marknaðin.
Árni Joensen vísir á, at Skipafelagið kann ikki sigla við undirskoti á sama hátt sum Smyril gjørdi á sinni. Tá fíggjaði landskassin undirskotið. Hann ynskir tí eisini at fáa eina nærri lýsing av, hvussu tørvurin skal definerast.
? Vit høvdu sjálvsagt ynskt at kunna virka undir somu fortreytum, sum Smyril gjørdi, tá hann sigldi fyri Strandferðsluna. Men tað kunnu vit ikki. Soleiðis eru marknaðarkreftirnar ikki skrúvaðar saman.
Blikur og Lómur
Í løtuni sigla ávíkavist Blikur og Lómur hvønn hósdag úr Føroyum til Scrabster. Í oktober í fjør broytti Skipafelagið ruturnar soleiðis, at tað í dag er Pasadena, ið siglir til Hirtshals og Gøteborg hvørja viku.
Tað eru serliga feskfiskaútflytarar, ið verða raktir, um onki skip verður sett í sigling í staðin fyri Pasadenu. Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, at tað fær vanlukkuligar fylgjur, um rutan ikki heldur fram.