verður umfar í landskappingini. KÍ og B36 hava frí frá landskappingini, so teirra fokus verður fult og heilt á Europa Conference League, har B36 eigur heimavøll týskvøldið, og KÍ eigur heimavøll hóskvøldið [...] eftir av hesum mánaðinum og kanska út á heystið, verður avgjørt næstu vikurnar. Í kvøld tapti KÍ 3-2 í Kosovo. Returdysturin verður á Tórsvølli hóskvøldið í næstu viku – 11. august – og um klaksvíkingar tá [...] hóskvøldið, eftir at hann tveir minuttir undan leikloki í kvøld sá beinleiðis reytt kort. Deni Pavlovic og Jákup B. Andreasen sóu gula kortið í kvøld. Tá kontan vísir trý gul kort, ber tað leikbann við sær. Deni
tráðanini eftir einum máli, og fyri steðgin fingu teir eisini løn fyri hetta. Dannu Rasmussen varð hegnisliga sendur avstað í vinstra borðið, og eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram kundi Ransin N. Djurhuus [...] hesaferð, og á miðvøllinum var Ingi Rasmussen komin niður av fyrstu deild, eins og Heini Gaard, sum fyri tað mesta hevur roynt seg hjá útisetunum í ÍF Føroyum seinnu árini, var við á liðnum. Og tað skuldi [...] botnsessin í aðru deild. Serstakliga er hetta íkomið, tí VB av álvara hevur fingið glið á sítt spæl, og tí vóru havnarmenninir mest sum noyddir at fáa nakað burturúr, nú runavíkingar komu á vitjan. Liðið
sætti hjá Kvívíkinginum. Serliga síðst í sjeyti og fyrst í áttati árunum var Kvívíkingurin drúgvur. Hann vann FM heitið í 1978, 1979, 1980 og í 1981, og so vann hann ikki aftur fyrrenn í 1996. Tá tað varð [...] við endaspurtinum, og tað góktist sum um, at teir skuldu hótta Kvívíkingin, sum kortini svaraði aftur á síðstu metrunum. Nýggi Ørvur og Nevið Reyða við manning úr Róðrarfelagnum NSÍ vóru rættuliga bragdligir [...] mál, og harvið tóktust lunnar verða lagdir undir, at argjamenn skuldu endurtaka FM heitið frá í fjør. Men soleiðis hevur tað ikki gingist. Í róðrunum, sum hava verið í Runavík, í Hósvík, í Vági og aftur
uttanfyri, tí loyvini ikki vóru komin upp á pláss. Tað bar rokeringar og broytingar við sær, og tá vit so fingu tvey mál ímóti okkum beinanvegin og trý mál ímóti okkum í løtuni kring steðgin, so var ikki so nógv [...] stórur munur er á bestu og næstbestu deildini. Nú hava vit lagt hatta afturum okkum. Vit royna at vera positivir, og vit gleða okkum at fara til Klaksvíkar, har tað bæði er torført og hugaligt at spæla, tí [...] hesi bæði liðini seinast í Klaksvík. Tá vóru úrslitini har norðuri 5-1 og 7-1 til heimaliðið. -Vit vóru øgiliga skerdir ímóti NSÍ, tí allir tríggir útlendsku spælararnir, sum hava verið við í fyrireikingunum
vit hava vant og ætla okkum at gera, sigur HB venjarin Jens Berthel Askou við HB heimasíðuna. Hvat er ætlanin? -Vit vóna at hava tak á dystinum. Bæði við at pressa, tá ið teir hava bóltin og við at megna [...] megna at hava tak á spælinum og gera leikferðina av, tá ið vit hava bóltin. Tað er stórt fokus á Adriani? -Soleiðis er tað, tá ið ein spælari skorar nógv mál. Men vit og Adrian vita, at tað eru liðfelagarnir [...] Hjá HB er Heðin Hansen leikbannaður, og Daniel Johansen er tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Delphin Tshiembe, sum hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum og ikki spældi við á Argjum, er tøkur aftur
Bæði B36 og Suðringar hava nógvar skaddar og ivasamar spælarar. Hjá B36 skal nýggjur maður helst í miðverjuna, meðan Suðringar hava nýggjan málverja, og fleiri spælarar verða testaðir undan dystarbyrjan [...] n hjá B36 verður drúgvur. Róaldur Jakobsen, Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen og Høgni Eysturroy eru allir langtíðarskaddir, meðan hinir skaðarnir hava verið alt frá nýraskaða, eygnaskaða og lammilsi [...] bríkslar fyri fyrstu ferð. Helst stilla tey upp við ellivu spælarum í part, og tá er B36 sterkari á pappírinum. Liðtíðindi: B36: Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (nakki
Martin Olsen. - Vit kennast. Eg var hjálparvenjari, tá Jógvan Martin vandi NSÍ, og eg havi stóra virðing fyri venjaranum og royndunum og vitanini hann hevur. Hvussu leiklutirnir verða býttir, hava vit ikki tosað [...] málmansvenjari, sum nú verður bæði málmans- og hjálparvenjari. Avtalan varð undirskrivað fríggjadaginog er galdandi fyri HM-undankappingina, ið verður spæld í 2008 og 2009, sigur FSF í tíðindaskrivi. Jens Martin [...] at venja Formulaliðið hjá Skála, men eisini tí, at hann er í holt við at taka A-venjaraútbúgvingina, og at fleiri av samlingunum í sambandi við hesa útbúgvingina eru samstundis sum landsliðið spælir. Úrslitini
álosmaðurin, á vongverjaplássinum í vinstru, og við Símuni Petur Justinussen á álopsplássinum, sum hann á yngri árum plagdi at vera toppskorari á. Trý mál í fýra minuttir Og Símun Petur Justinussen stórtreivst [...] farnir, og Sámal Joensen, sum tykist vera komin fyri seg aftur eftir løstin, sum helt honum burtur frá landsdystinum, setti hol á. Næsta málið kom, tá fyrra umfarið var eitt korter gamalt, og so hevði [...] álopspartin, varð tikin úr í steðginum, og René Thomsen, sum annars hevur verið vandamiklasti álopsmaðurin, kom inn. Hitt álopsplássið varð røkt av Eiriki Joensen, og tað var hann, sum skoraði til 6-1, tá
i_ teir hava spælt venjingardystir. Tá hava teir vant fyrrapartin og spælt seinni um dagin. ? Vit hava fingi_ væl burturúr, og vit vóna og rokna vi_, at hetta hevur veri_ ein gó_ fyrireiking til tey níggju [...] í Odense, B1909, sum nú altso er í 2. deild. VB tapti 4?2 fyri B1901. Í VB fer_alagnum, sum kemur aftur í Vágar í dag, eru 22 fólk. Sekstan teirra eru fótbóltsspælarar. VB skal í morgin og leygardagin [...] sum ver_ur í Hvalba og í Vági. Í dag skal VB spæla ímóti TB, og í morgin skulu teir spæla ímóti Sumba ella Royn. Í 10. umfarinum í landskappingini skal VB spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Undan summarste_ginum
skulu flyta upp í bestu deildina. Og tað gongur væl hjá Vejle og ikki minst hjá álopsspælaranum Ulrik Balling, sum í 2002 var í NSÍ. Mikukvøldið vann Vejle 6-1 á Skjold, og Ulrik Balling skoraði trý av málunum [...] sum fótbóltsspælari í Frem í 1990. Síðani umboðaði hann Silkeborg, Ikast og OB, og hann hevur eisini splt í Fortuna Düsseldorf og Doortrecht í Hollandi, áðrenn hann í 2003 aftur fór at spæla við Frem, sum [...] num í Valby. Hann eitur Lars Brøgger, og hann er eisini 35 ára gamalur. Lars Brøgger hevur seinastu tvey árini verið liðfelagi hjá føroysku spælarunum í Frem, og sum tað skilst á lagnum, so er ætlanin