2. deild
Farna vikuskifti datt HB fyri fyrstu ferð í ár niður á botnsessin í aðru deild. Serstakliga er hetta íkomið, tí VB av álvara hevur fingið glið á sítt spæl, og tí vóru havnarmenninir mest sum noyddir at fáa nakað burturúr, nú runavíkingar komu á vitjan.
Liðið hjá HB var eisini nakað styrkt í mun til undanfarnu dystirnar. Gunnar Mohr hevur verið burtur frá við skaða, men hann var so tøkur á beinkinum hesaferð, og á miðvøllinum var Ingi Rasmussen komin niður av fyrstu deild, eins og Heini Gaard, sum fyri tað mesta hevur roynt seg hjá útisetunum í ÍF Føroyum seinnu árini, var við á liðnum.
Og tað skuldi eisini vísa seg, at royndu menninir fingu alstóran týdning fyri dystin.
Fyri tað allarmesta, so var tað heimaliðið, sum setti dagsskránna. Runavíkingar høvdu valla nakra veruliga álopsroynd, men tað gekst kortini striltið hjá havnarliðnum at fáa nakað burturúr.
Royndirnar á miðvøllinum gjørdu tó, at leikararnir ongantíð lupu framav í tráðanini eftir einum máli, og fyri steðgin fingu teir eisini løn fyri hetta. Dannu Rasmussen varð hegnisliga sendur avstað í vinstra borðið, og eftir innlegg og eitt sindur av aftur og fram kundi Ransin N. Djurhuus smekka til í netið.
Í seinna hálvleiki helt HB fram við at stýra dystinum, og tá teir eisini skutu seg upp á 2-0, mundu runavíkingarnir ásanna, at dysturin var taptur. Hetta málið var annars eitt av teimum heilt vøkru, tá Eli Thorsteinsson sendi eina langa sending fram til Heina Gaard, sum hegnisliga tamdi bóltin, áðrenn hann langaði til upp í málhornið.
Og fram móti dystarenda kundi máltevið hjá Gunnari Mohr so staðfesta sigurin, eftir at hann hevði fingið bóltin stungnan inn um verjuna.
Silvurdreymar
Sum vera man, so kom sigurin væl við hjá HB. Gaman í vunnu øll hini botnliðini, men við teimum trimum stigunum halda teir í øllum førum sambandið.
Og so skal heldur ikki gloymast, at tætta støðan í deildini hevur við sær, at tó at havnarliðið í løtuni er á aftasta sessinum í deildini, so er ikki frítt, at tosað verður eins nógv um møguleikan at vinna silvurmerki, sum tosað verður um eina møguliga niðurflyting.
Dysturin í tølum
HB-NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Ransins N. Djurhuus
2-0: Heini Gaard
3-0: Gunnar Mohr