Í dag kemur VB aftur úr Danmark, har teir sí_stu vikuna hava veri_ á venjingarlegu. VB hevur veri_ í Svendborg og fyrireika_ seg til seinna partin av landskappingini. At teir akkurát valdu at fara til Svendborg mundi komast av, at tveir av VB monnunum hava gott samband tann vegin. Annar teirra er verjuspælarin Anders Sørensen, sum er ætta_ur úr Odense, men sum seinastu sjey árini hevur bú_ í Svendborg, og hin er ungdómsvenjarin hjá VB, John Christensen, sum er ætta_ur úr Svendborg.
VB hevur vant tvær fer_ir um dagin burtursæ_ frá teimum døgunum, tá i_ teir hava spælt venjingardystir. Tá hava teir vant fyrrapartin og spælt seinni um dagin.
? Vit hava fingi_ væl burturúr, og vit vóna og rokna vi_, at hetta hevur veri_ ein gó_ fyrireiking til tey níggju umførini, sum standa fyri framman í landskappingini.
Hetta var stutta vi_merkingin, sum vit fingu frá VB málverjanum, Bjarna Johansen, tá i_ vit fanga_u hann í fartelefonini úr Svendborg fyrrapartin í gjár.
Í gjárkvøldi_ skuldi VB spæla sí_sta venjingardystin. Hann skuldi vera ímóti Svendborg. Frammanundan høvdu teir spælt tvær fer_ir. Bá_u fer_irnar var ta_ ímóti 2. deildarfeløgum á Fyn.
Fyrri dysturin var ímóti Næsby. Á VB heimasí_uni, vb1905, ver_ur sagt, at fyrra umfari_ var rættuliga tætt, og at stø_an í ste_ginum var 1?1. Í 2. hálvleiki gjørdi VB fleiri útskiftingar, tveir vágbingar vór_u vístir av vøllinum, og so vann Næsby 5?1.
Seinna royndin var ímóti gamla stórfelagnum í Odense, B1909, sum nú altso er í 2. deild. VB tapti 4?2 fyri B1901.
Í VB fer_alagnum, sum kemur aftur í Vágar í dag, eru 22 fólk. Sekstan teirra eru fótbóltsspælarar. VB skal í morgin og leygardagin luttaka í Lions Cup, sum ver_ur í Hvalba og í Vági. Í dag skal VB spæla ímóti TB, og í morgin skulu teir spæla ímóti Sumba ella Royn.
Í 10. umfarinum í landskappingini skal VB spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Undan summarste_ginum gekk ta_ leingi væl hjá VB, men so var úrtøkan eitt sindur soltnari. VB er eftir níggju tey fyrstu umførini á sætta plássinum vi_ trettan stigum. HB, sum VB tapti ímóti í hálvfinaluni í steypakappingini, er oddali_ vi_ tjúgu stigum.