ÚTISETAFELAG
Tá ið Jón Rói Jacobsen, Jónar Þór Næs og Gunnar Nielsen sunnudagin fara til Randers at spæla síðsta landskappingardystin undan vetrarsteðginum, so verður Ebbe Skovdahl fyri síðstu ferð ábyrgdarmaður fyri Frem liðnum. Eftir egnum ynski fer hann úr venjarastarvinum.
Í fyrradagin boðaði Frem frá, at teir hava gjørt av, at Anders Theil nú skal verða høvuðsvenjari. Hann hevur tvey tey seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Ebbe Skovdahl. Hesin Anders Theil, sum er 35 ára gamalur, hevur áður verið málverji í Frem, har hann eisini hevur verið málmansvenjari, inntil hann fyri tveimum árum síðani gjørdist hjálparvenjari.
Anders Theil hevur ikki umboðað onnur feløg enn Frem. Nýggi hjálparvenjarin er eisini uppvaksin í gamla arbeiðarafelagnum í Valby. Hann eitur Lars Brøgger, og hann er eisini 35 ára gamalur. Lars Brøgger hevur seinastu tvey árini verið liðfelagi hjá føroysku spælarunum í Frem, og sum tað skilst á lagnum, so er ætlanin, at hann framvegis skal spæla.
Lars Brøgger hevur ikki altíð spælt í Frem. Hann byrjaði yrkisleiðina sum fótbóltsspælari í Frem í 1990. Síðani umboðaði hann Silkeborg, Ikast og OB, og hann hevur eisini splt í Fortuna Düsseldorf og Doortrecht í Hollandi, áðrenn hann í 2003 aftur fór at spæla við Frem, sum júst tá var flutt upp í bestu deildina.
Balling í hopla
Mikukvøldið var útsettur dystur í næstbestu deildini avgreiddur á Eysurbrúgv. Vejle vitjaði Skjold, sum Frem í vikuskiftinum vann 4-1 á. Skjold er felagið, sum Atli Gregersen fór at royna seg í, tá ið hann í summar flutti til Keypmannahavnar, men fyrrverandi GÍ miðverjin er ikki á besta liðnum í løtuni.
Vejle hevur sett sær sum mál, at teir heilt skjótt aftur skulu flyta upp í bestu deildina. Og tað gongur væl hjá Vejle og ikki minst hjá álopsspælaranum Ulrik Balling, sum í 2002 var í NSÍ. Mikukvøldið vann Vejle 6-1 á Skjold, og Ulrik Balling skoraði trý av málunum. Hann hevur higartil í hesum kappingarárinum skorað sjey mál ella eins nógv mál, sum Andrew av Fløtum er skrásettur fyri í Fremad Amager.
Vejle sigurin mikukvøldið bar við sær, at teir eru á fjórða plássi - eitt stig frá fremsta plássinum. Skjold er aftast, og tað skal mangt venda øðrvísi í summar, enn tað ger nú, um Skjold ikki skal verða eitt av feløgunum, sum fer at flyta niður.