Kvívíkingur er so tryggur á meistarakósini, at eingin kann órógva hann. Fyri fjórðu ferð í ár var Kvívíkingurin fyrstur á mál, tá tað leygardagin varð kappast í Miðvági. Tí verður Kvívíkingurin meistari, tá tað annan sunnudag fer at verða kappast á ólavsøku. Kvívíkingurin hevur ikki verið meistari síðani í 1996.
Men tað er ikki ókent hjá kvívíkingum, sum undan hesum kappingarárinum fingu sær nýggjan bát, at vinna meistaraskapin. Meistaraskapurin, sum teir fara at vinna á ólavsøku, verður tann sætti hjá Kvívíkinginum. Serliga síðst í sjeyti og fyrst í áttati árunum var Kvívíkingurin drúgvur. Hann vann FM heitið í 1978, 1979, 1980 og í 1981, og so vann hann ikki aftur fyrrenn í 1996. Tá tað varð kappast eftir gomlu skipanini, varð Kvívíkingur meistari í 1969.
Sama lagið
Kappingin millum 8?mannaførini leygardagin var sera átøk teimum, sum hava verið síðani á Skálafjørðinum. Í Klaksvík var Argjabáturin fyrstur á mál, og harvið tóktust lunnar verða lagdir undir, at argjamenn skuldu endurtaka FM heitið frá í fjør. Men soleiðis hevur tað ikki gingist.
Í róðrunum, sum hava verið í Runavík, í Hósvík, í Vági og aftur í Miðvági, hevur tað gingið sera væl hjá Argjabátinum á fyrstu metrunum. Men so hevur tað kiksað, tá startspurturin hevur verið av. Tá hevur Kvívíkingurin tikið seg framum Argjabátin, og so hevur hann hildið seg har. Í endaspurtinum hevur lagið verið tað, at Argjabáturin so spakuliga hevur etið seg inn aftur á Kvívíkingin, men hann hevur onga ferðina megnað at fingið hann aftur. Soleiðis var tað eisini í Miðvági.
Argabáturin fekk besta startin. Hann fekk skutin framum hinar bátarnar, men tað var skjótt, at Kvívíkingurin so at siga fótaði sær, eftir at hann ikki hevði verið heilt uppi í snúðningum í fyrstu tøkunum, og tá hálvt málið var rógvið, var Kvívíkingurin fremstur. Undan endaspurtinum var tað leyst frá Kvívíkingi og aftur til Argjabátin, men argjamenn høvdu so mikið í sær, at teir megnaðu at toga seg framum hálvan Kvívíkingin. Argjabáturin var fyrri við endaspurtinum, og tað góktist sum um, at teir skuldu hótta Kvívíkingin, sum kortini svaraði aftur á síðstu metrunum.
Nýggi Ørvur og Nevið Reyða við manning úr Róðrarfelagnum NSÍ vóru rættuliga bragdligir í startspurtinum, men tað var skjótt, at teir duttu eitt sindur afturav. Drúgvastur av teimum, sum ikki kappaðust um fremsta plássið, var Knørrur, sum við triðja plássinum hesa ferð gott og væl tryggjaði sær bronsumerkini í FM kappingini.