fyrsta sinnið skipað fyri einari sokallaðari »etapu«-kapping. Størsta - og best kenda - kappingin av hesum slag er sjálvandi Tour de France og tey eru ikki so fá, sum hava mist ondina av bara at síggja hesar [...] súkklu. Nú hava føroyingar so fingið eina afturvendandi kapping. Staoil Kring Føroyar var dagarnar upp undir vikuskiftið. Byrjað varð við einum einkultsstarti í Klaksvík og tann startin vann Rógvi Johansen,
greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti. Fyritreytin fyri hesum er, at kommunalu eindirnar verða størri, og at kommunurnar tí mega verða lagdar saman. Við hesum í huga tulkar nevndin kommissorium soleiðis, at [...] havt eigur at vera í huga tað nógva og fjølbroytta samstarvið, sum er kommuna millum nú á døgum. Við hesum áskoðanum í huga mælir Kommununevndin til hetta kommunubýtið: Norðoyggjar: t.e. Fugloyar, Svínoyar [...] kommunur. Besta loysnin er tí 7 kommunur, og Kommununevndin mælir til, at hetta verður grundarlagið undir kommunusamanleggingunum. Tó er tað soleiðis, at tað eisini eru aðrar kommunueindir, ið lúka tey eyðkenni
hevur nøgdin av toskaynguli verið stór, men eisini yngulkanningin í fjør bar boð um góðar toskatíðir. Hesum váttar Jákup Reinert, fiskifrøðingur, ið arbeiðir fyri Fiskirannsóknarstovuna. Alt annað líka, so [...] tríggjar mánaðir, inntil tað er vorðið einar 4 sentimetrar til støddar. Síðani gongur leiðin inn undir land, og her brúkar smátoskurin so útivið tvey ár at vaksa seg stóran í. Tá toskurin er tvey ár, søkir [...] Fiskirannsóknarstovuni, so er orðið niðurskurður framvegis eitt lyklaorð í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum. Tingið hevur somuleiðis samtykt, at lækka fiskidagatalið við fimm prosentum. Jákup Reinert
li nr. 5/1998 lagt fram uppskot til samtyktar, har løgtingið beinleiðis skal taka undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sáttmála, sum skipar [...] ynskir, men at løgtingið í staðin skal taka undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar um eina loysn, sum bert landsstýrið og samgongan taka fult undir við, tó tað kanska eisini er ivasamt. Javna [...] førir til óhepnar polariseringar í samfelagnum. Tí er tað ikki rætt, at løgtingið tekur undir við at landsstýrið fer undir samráðingar, sum bert ein partur av løgtinginum ynskir, og uttan at geva tinginum til
veljarunum heldur enn at vera ein slóðari, helt Hergeir Nielsen, sum beinleiðis legði Javnaðarflokkin undir at vera opportunistiskan. At Hergeir Nielsen ikki enn hevði skilt, hvør ætlan Javnaðarfloksins er [...] sum eisini legði Javnaðarflokkin at leggja eftir ávísum persónum: ? Javnaðarflokkurin leggur við hesum uppskotinum beinleiðis eftir Tjóðveldisflokkinum - og hetta er eisini eitt persónligt sniðálop á Høgna
aftanfyri herferðina á sinni, tá USA varð turrlagt, fekk rúsdrekkaforboð. At geva eina lýsing av hesum stórmenni er mestsum ovboðið; tað er helst av røttum sagt, at eingin megnaði at tippa Larsen-Ledet [...] um rættin at nokta herskyldu varð tikið upp í donsku herskyldulógina. Tá Danmark Radio í 1925 fór undir regluligu sendingar sínar, var Lars Larsen-Ledet ein hin fyrsti, teir buðu til mikrofonina, og til
áðrenn farið verður í gongd. Ríkisstjørnin fær somuleiðis greitt at vita hvar føroya fólk stendur í hesum máli. Tað skuldi verið óneyðugt at sagt, at tað mátti borið til hjá landsstýrinum og parti av løgtinginum [...] inum (skipa loysing) og sum hevur vart í umleið 600 ár, uttan at spyrja føroya fólk, um tey taka undir við landsstýrisins ætlanum. Hesi viðurskifti røra júst við tað mest grundleggjandi í einum hvørjum
Lisbeth Damgaard. Listakvinnurnar hava hvør í sínum lagi arbeitt við evninum »identitet« og hava við hesum sum grundarlagi skapt ymsar »installatiónir«. Anne Elisabeth Østergaard er »modist« ella, sum tað [...] í eini broyting. Hon hevur eisini gjørt eitt video um »identitet/endurminning«. Rikke Hindhede er undir útbúgving sum tekstildesignari. Hon sýnir fram stólpar, klæddir við ymsum tilfari. Stólparnir verða
hetta kann verða við til at eggja fleiri mannfólk til at søkja starv innan vinnuna, tí at tørvur er á hesum. Tað er altíð ein fyrimunur, um man hevur bæði konufólk og mannfólk til verka í einum flogfari. Helst [...] eitt flogfar leigað komandi summar, og tá verður so aftur tørvur á ungum, sum eru klár til at fara undir eitt flúgvandi arbeiði í nakrar mánaðar. Flogternurnar og flogskarvurin, sum fingu summarstarv í fjør [...] sjálvsagt ein fyrimun, tí at tey hava roynt tað áður og hava certifikat. Tó so, tey noyðast at fara undir eitt nýtt viðlíkahaldsskeið, so at tey ikki hava gloymt alt.
er rættiliga høgur hjá føroyingum, í hvussu so er líka høgur sum hjá dønum og teir hava sett met hesum viðvíkjandi, sigur Jan Dalberg. Krabbamein í steinunum er ein av krabbasjúkunum, ið er lættast at [...] hetta so eisini okkum? - Tað kann hugsast, men vit hava tann fyrimunin, at føroyingar sleppa skjótt undir skurð í Føroyum og fáa kemoterapi beinanvegin. Danir hava bíðilista bæði til skurðviðgerð og kemoviðgerð