Á ráðstevnuni um vikuskiftið, sum Føroya Felag Móti Krabbameini skipaði fyri um krabbamein í Føroyum og um børn og sorg, helt føroyski læknin, Jan Dalberg, fyrilestur um krabbamein, sjúkueyðkenni, sjúkuavgerð, viðgerð og hjáárin. Og ávísar krabbameinssjúkur í Føroyum vórðu umrøddar.
Seinastu tvey árini hevur Jan Dalberg burturav granskað í føroysku skrásettu krabbameinstilburðunum, serliga krabbameini í maga, langa og tjúkktarmi, og hvør sjúkrajournalur er kannaður og nærlisin. Hesi árini hevur hann verið knýttur at Kræftens Bekæmpelse, men fór í gjár aftur til arbeiðis á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
- Eg havi serliga granskað í krabbameinstíttleikanum í maganum í Føroyum í mun til í Danmark. Har er vandin hjá mannfólki 80% størri í Føroyum enn í Danmark og samsvarandi hjá konufólki 40% hægri. Hesir tilburðirnir eru eisini nógvir í Íslandi og har verður orsøkin hildin at vera royktur matur, men tað kann ikki vera orsøkin í Føroyum, tí føroyingar eta ikki nógv royktan mat. Helst er tað okkurt í kostinum, men tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiliga um enn, sigur Jan Dalberg.
Viðvíkjandi krabbameini í langa og tjúkktarmi hevur man í nógv ár hildið, at títtleikin hevur verið størri í Føroyum enn aðra staðni. Men kanningar vísa tað øvugta. Títtleikin hjá bæði konufólki og mannfólki liggur 20-30% lægri enn í Danmark. Niðurstøðan hjá okkum er, at tað kemst av, at vit eta so nógv fisk. Fleiri kanningar vísa á, at fiskaolja er gagnlig fyri rovini í tarmunum. Hon forðar fyri ov títtari kyknudeiling. Og tað er tann vegin vit skulu, tí vit eta nógv minni av grønmeti, sum er sunt og er fyribyrgjandi.
- Í mun til onnur lond eta føroyingar nógv meiri feitt. Økingin frá 1936 til 1981 var ógvusligari enn hon var í Onglandi. Men partur av feittinum er fiskafeitt og tað er gagnligt. Tað er kortini ikki øll forkláringin, sigur Jan Dalberg.
Lívsstílurin
At títtleikin av krabbameini er so stórur innan ávísar sjúkur kemst eisini av broytta liviháttinum.
- Kropsliga arbeiðið er minkað nógv, skipini eru nútímans gjørd og arbeiðið umborð er minkað, nógv fleiri hava sitandi arbeiði í dag í mun til fyrr, fleiri hava bil og nógv húski hava fleiri bilar, motiónin er minkað nógv. Og alt hevur nakað við títtleikan av krabbameini at gera, tí motión er fyribyrgjandi fyri krabbamein í tjúkktarminum, sigur Jan Dalberg.
Granskingararbeiðið byggir á krabbameinstíttleikan hjá føroyingum yvir 15 ár, frá 1979 til og við 1993. Tað næsta Jan fer í holt við at kanna er krabbameinstíttleikan í steinunum hjá mannfólki.
- Tað sær út til, at títtleikin er rættiliga høgur hjá føroyingum, í hvussu so er líka høgur sum hjá dønum og teir hava sett met hesum viðvíkjandi, sigur Jan Dalberg.
Krabbamein í steinunum er ein av krabbasjúkunum, ið er lættast at grøða, men tað hevur ikki altíð verið so. Fyri 15 árum síðani doyðu meiri 90% av teimum, ið vórðu rakt av hesi sjúkuni. Í dag verða 90 % grødd.
Umfatandi gransking
Tað verður nógv granskað í ymsu krabbameinssjúkunum yvir allan heim. Nógv fólk hava ein varhuga av, at framstigini í granskingini eru fá og sjáldsom, men har sigur Jan Dalberg, at støðan er ikki líka fyri allar sjúkurnar.
- Viðvíkjandi bróstkrabba er ikki hent nógv, men kortini er deyðstíttleikin minkaður 30% seinastu fimm árini. Á øðrum økjum er nógv hent. Taka við blóðkrabbamein hjá børnum verða 90% grødd í dag, har doyðu so at siga øll fyrr, so tað er eitt stórt framstig, sigur Jan Dalberg.
Nógvir pengar verða brúktir til granskingina á hvørjum ári og í Danmark koma flestu upphæddirnar frá privatum stovnum og einstaklingum.
Sparing
Deyðstíttleikin hjá dønum við krabbameini er 20% hægri í mun til í Svøríki og Noregi.
- Tað kemst ivaleyst av, at fólk koma ov seint í viðgerð. Tað hevur verið spart í so nógv ár innan heilsuverkið og hetta økið hevur verið lágt prioriterað øll áttatiárini. Sjálv viðgerðin er góð, men tað munar lítið, um fólk ikki sleppa í viðgerð. Fólk bíða upp í tríggjar mánaðir at sleppa í stráluviðgerð, har forskriftin er, at tú í mesta lagi skalt bíða í tvær vikur, sigur Jan Dalberg.
Føroyingar brúka eisini danska heilsuverkið. Rakar hetta so eisini okkum?
- Tað kann hugsast, men vit hava tann fyrimunin, at føroyingar sleppa skjótt undir skurð í Føroyum og fáa kemoterapi beinanvegin. Danir hava bíðilista bæði til skurðviðgerð og kemoviðgerð, men tá ið tað kemur til stráluviðgerð skulu vit bíða á jøvnum føti við danir, sigur Jan Dalberg.