? Jóannes Eidesgaard hevur tosað nógv um danska imperalismu av ringasta slag. men tá var flokkurin í andstøðu. Javnaðarflokkurin stýrir eftir veljarakanningum - hann gongur aftan á veljarunum heldur enn at vera ein slóðari, helt Hergeir Nielsen, sum beinleiðis legði Javnaðarflokkin undir at vera opportunistiskan.
At Hergeir Nielsen ikki enn hevði skilt, hvør ætlan Javnaðarfloksins er, fekk Jóannes Eidesgaard at tríva í danska orðatakið um prins Knud: »En gang til, til ære for prins Knud?«, plagdu danir at siga, tí Knút prinsur altíð skuldi hava eina frágreiðing afturat - hann var sagdur at vera so tornæmur.
Men Jóannes Eidesgaard helt, at nú kundi vera nóg mikið. Skilti Hergeir Nielsen hetta ikki nú, so kundi hann tað sama geva upp.
Eftir hetta legði løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson uppí. Hann hevði kannað á løgtingsskrivstovuni, hvar markið lág ímillum, nær tvey uppskot vóru so lík, at tey ikki bæði kundu viðgerast.
? Einki kann sigast greitt um hetta, men hetta uppskotið líkist ikki so nógv uppskotinum frá landsstýrinum, at tað ikki kann viðgerast, segði Finnbogi Ísakson.
Eftir at framsøgumenninir høvdu havt orðið, komu aðrir tingmenn til. Eitt nú tjóðveldistingmaðurin Finnur Helmsdal. Hann helt lítið um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum:
? Javnaðarflokkurin vil káva útyvir, at hann onga støðu hevur, segði Finnur Helmsdal, sum eisini legði Javnaðarflokkin at leggja eftir ávísum persónum:
? Javnaðarflokkurin leggur við hesum uppskotinum beinleiðis eftir Tjóðveldisflokkinum - og hetta er eisini eitt persónligt sniðálop á Høgna Hoydal, landsstýrismann.
Finnur Helmsdal helt, at tá Javnaðarflokkurin einki segði um, at Høgni Hoydal skuldi umboða landsstýrið í nevndini, so var tað tað sama sum at niðurgera landsstýrismannin.
? Eingin skal ivast í, at Høgni Hoydal beinleiðis er fólkavaldur til at arbeiða við sjálvstýrismálum, staðfesti Finnur Helmsdal, sum eisini vísti á, at sjálvstýrispolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er tann reini hurluvasi.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum var beint í rættarnevndina til viðgerðar, meðan uppskoti hjá Landsstýrinum verður viðgjørt í uttanlandsnevndini, har Jóannes Eidesgaard er formaður.
Orsøkin til, at málini ikki verða viðgjørd í somu nevnd er, at uppskotið frá Javnaðarflokkinum er eitt lógaruppskot, meðan uppskotið hjá landsstýrinum er eitt uppskot til samtyktar.










