Fólkaatkvøða

Sambandsflokkurin vil hava fólkaatkvøðu at gera av, um broytingar skulu gerast í ríkisrættarligu viðurskiftunum

Eg skal enda við at siga frá, at Sambandsflokkurin fer at leggja fram á løgting lógaruppskot, har mælt verður til:

At Føroya Løgting samtykkir at senda spurningin um Føroyar skulu gerast fullveldi við egnari grundlóg út til fólkaatkvøðu, henda kann so verða hildin áðrenn jan. 1999.

Landsstýrisins ætlan er, at einans limirnir á Føroya løgtingi skulu taka avgerð, uroyar skulu gerast land við fullveldi við egnari grundlóg, eisini ætlar landsstýri at sáttmáli skal gerast, um avvikling av ríkisfelagsskapinum, eina sokallaða skipaloysing. Landsstýrið biður løgtingið um undirtøku fyri at landsstýrið kann føra hesar samráðingar.

Sambandsflokkurin heldur at hetta er at meta við eina kolvelting, sum Føroya fólk sjálvt má fáa loyvið at taka støðu til, við eini fólkaatkvøðu. Landsstýri skal áseta sjálvan dagin, sum kann verða hildin innan 1. jan. 1999. Hetta verður hildið at geva neyðuga skotbráðið hjá øllum partum, at gera neyðugar fyrireikingar og kunningar, um hetta fyri allar føroyingar so stóra og avgerandi mál.

Landsstýrið fær við eini fólkaatkvøðu greitt at vita um fólkaviljin er fyri hesi ætlan ella hann er ímóti, áðrenn farið verður í gongd.

Ríkisstjørnin fær somuleiðis greitt at vita hvar føroya fólk stendur í hesum máli.

Tað skuldi verið óneyðugt at sagt, at tað mátti borið til hjá landsstýrinum og parti av løgtinginum at taka avgerð yvir høvdinum á føroya fólki, í so grundleggjandi viðurskiftum, sum tað er at fara í samráðingar við Danmark, um avvikling av ríkisfelagsskapinum (skipa loysing) og sum hevur vart í umleið 600 ár, uttan at spyrja føroya fólk, um tey taka undir við landsstýrisins ætlanum.

Hesi viðurskifti røra júst við tað mest grundleggjandi í einum hvørjum fólkaræði. Sum altíð stýrisskipanarviðurskifti og grundlóg eru fyri fólkið, tí er tað eisini ein sjálvfylgja at mál av slíkum slag og týdningi mega fyrst út til fólkaatkvøðu.

Sigast kann eisini at tær veljarakanningar sum hava verið um hesi viðurskifti, vísa greitt at landsstýrið ikki hevur heimild í fólkinum fyri sínum ætlanum.

Sambandsflokkurin heitir á øll tingfólk um at taka væl ímóti uppskotinum, og at vísa í verki at vit umboða eitt fólkaræði, við at samtykkja uppskotið einmælt.


Edmund Joensen