hann giftist við í 1961. Tey búsettust í Portland í statinum Origon, har tey hava búleikast til dagin í dag. SJÚKA Vit hava vitað, at hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini. Familjan hevur [...] summarlegan setti hansara lívskós, sum kom at verða milliónum av menniskjum til signing. Hann halgaði sítt lív at kunngera evangeliið, og hann náddi langt út um Argentinsku landamørkini við evangeliinum. Hann varð [...] Nú hevur Luis Palau talað evangleiið fyri seinastu ferð, og milliónir av menniskjum um allan heim hava hoyrt gleðiboðskapin av hansara munni – eisini í Føroyum! Man hoyrir stundum frá fólki, sum siga,
Næstan 9.000 føroyingar hava nú fingið eitt ella tvey prik við koppingarevni ímóti koronusmittuni, og ætlanin er, at øll, ið ynskja koppseting, eru koppsett á jóansøku. Spurningurin er, um Føroyar hesa [...] vóni, at vit nú fáa vaksinuna inn í føroysku imunverjuna, og um fáar mánaðir kunnu liva so vanligt lív, sum tilber, sigur Bárður á Steig Nielsen. – Onkur altjóða krøv vera helst um vaksinupass í sambandi [...] fyrireika vit okkum til. Politiska ætlanin er ikki, at vit skulu brúka vaksinupass í Føroyum. Higartil hava vit lagt upp til, at vit ikki gera mun á fólki, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, og eg vóni
fyri at kveikja ljós til heiðurs fyri teimum í minsta lagi 70 offrunum, sum seinastu vikurnar hava latið lív. Fólk savnaðust í Hedlan-økinum í Yangon, nógv teirra við ljósi í hendi. Onnur við skeltum við
endurgjaldið, sum »snýr seg um lívið hjá einum svørtum manni, sendir eitt sterkt signal um, at svørt lív hava týdning«, sigur hann. Seinnapartin í gjár helt borgarstjórin í Minneapolis, Jacob Frey, tíðindafund [...] Myndugleikar í amerikanska býnum Minneapolis hava gjørt semju við familjuna hjá George Floyd í einum sivilum rættarmáli. Familjan fær 27 milliónir dollarar í málinum um deyða George Floyd undir eini handtøku
Aftur birtist lív á landi! Eg sá tjaldursflokk á sandi, og eg mátti flóna við; Soleiðis ljóða tær fyrstu reglurnar í sanginum ’Á grækarismessu’ hjá Mikkjali á Ryggi, og tað má eg siga, at sum árini fara [...] hvørjum ári verið grækarismessuhald í Havn. Og hesin siður varð skjótt tikin upp kring landið, og her hava skótarnir gingið á odda og verið óførir at skipa fyri. Og stóra tøkk eiga tit fyri tað! Sverri Dahl [...] skaptur – serliga í byrjanini av og fyrru helvt av 1900-talinum – bæði orð og ikki minst løg, sum hava givið orðunum flog. Fosturlandsangir og sangir og sálmar, sum bera fram kærleika og tokka til heimlandið
orka og vilja gera eftir lógini og fara út og liva sítt vanliga lív aftur, tá er líkamikið, hvat lógin sigur. Tað haldi eg, at vit hava sæð aðrastaðni, sigur Bárður á Steig Nielsen við Sosialin um vikuskiftið [...] – Í Føroyum hevur tað verið sjálvregulerandi, tí fólk hava kunnað livað frítt og frælst, tá ið eingin ella lítil smitta hevur verið, og fólk hava sjálvi trekt seg aftur og ansað eftir sær og øðrum, tá [...] tá ið nógv smitta hevur verið. Tað hevur gjørt, at vit í Føroyum hava hildið á so leingi og hava klárað okkum so væl. Hetta byggir á álit og ábyrgd, sigur løgmaður. Sosialurin hevur hetta vikuskiftið tema
vann seg víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League. Gestirnir úr Sevilla skuldu vinna, fyri at hava nakran kjans at koma víðari. Teir byrjaðu eisini betri, men so fór norska málmaskinan í gongd. Erling [...] brotssparkið tikið umaftur. Erling takkaði fyri og sendi eitt brøl retur í høvdið á málverjanum, eftir at hava umsett til mál. Sevilla minkaði um munin seinni við brotssparki, men tað var ov langt á mál. Dysturin [...] fyri aðru ferð, og seinasta minuttin var dramatikkur, tí Sevilla nú manglaði bara eitt mál. Tað var lív í dystinum og bæði liðini kundu havt skorað fleiri, men tað endaði við at Borussia Dortmund er víðari
- Handverkið at laða við gróti er serstøk listagrein. Heima á Sandi eiga vit ein ungan mann, sum er úrmælingur á hesum øki. Markus Clementsen ríkar okkara bygd við sera vøkrum laðingum úr føroyskum gróti [...] eisini burtur úr, at húsvíkingarnir, Jens Pauli Dam og Regin Sørensen, tá vóru farnir í holt við at laða rætt og frágarð í Vatnabyrgi við Hálsavøtn uppaftur. - Tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði [...] grótgørðunum og rættunum í Føroyum, og tí kunnu vit fegnast stórliga um, at vit enn eiga menn, sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka. Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður víst á, at Jens
Tað er nýtt lív í FC Barcelona og tað er nýtt lív í meistarastríðnum í Spania. Leygarkvøldið vann FC Barcelona, meðan Atletico Madrid og Real Madrid deildu stigini í gjár. Vit byrja við umstrídda fors [...] endaði við, at illa lýddi Josep Bartomeu legði frá sær, og er seinni handtikin í samband gølur um at hava svertað fólk í felagnum umvegis eina internetfyritøku. Í gjár var forsetaval og vinnarin bleiv Joan
staðnum. Her verður útgerð til hondsmíðaðu róðrarbátarnar goymd, og ungu limirnir í róðrarfelagnum hava sett eina gamla sofu í ta einu bingjuna, so at okkurt sosialt stað er at hittast í eftir venjingarnar [...] eru vit eitt vanligt róðrarfelag, men vit síggja stórar møguleikar í at koma við øðrum virksemi. Vit hava nýliga smíðað nýggjar bátar til okkara dreingja- og gentumanningar, men av og á kann tað vera torført [...] støð, sum nú fyri fyrstu ferð gevur føroyingum atgongd til øll sløg av vatnítrótti. Fjørdur gevur lív og drívmegi og savnar kreftirnar og áhugan fyri havinum undir eini lon, í einum kørmum, sum eggja til