Løgmaður vil sleppa undan vaksinupassi

– Eg vóni, at vit kunnu halda fast um, at vit gera ikki mun á fólki, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, sigur løgmaður

Næstan 9.000 føroyingar hava nú fingið eitt ella tvey prik við koppingarevni ímóti koronusmittuni, og ætlanin er, at øll, ið ynskja koppseting, eru koppsett á jóansøku. Spurningurin er, um Føroyar hesa tíðina skulu taka hædd fyri, at ein partur av fólkinum er koppsettur og kann liva meira frítt enn hini við einum vaksinupassi. 

– Eg vóni, at vit nú fáa vaksinuna inn í føroysku imunverjuna, og um fáar mánaðir kunnu liva so vanligt lív, sum tilber, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Onkur altjóða krøv vera helst um vaksinupass í sambandi við flogferðir og ferðing, og tað fyrireika vit okkum til. Politiska ætlanin er ikki, at vit skulu brúka vaksinupass í Føroyum. Higartil hava vit lagt upp til, at vit ikki gera mun á fólki, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, og eg vóni, at vit kunnu halda fast um tað, sigur hann.

Løgmaður heldur, at nú skulu fólk sýna tað seinasta tolið, til koppingarevnið fer gera vanligan gerandidag møguligan aftur.

– Vit tosa um vikur, nakrar fáar mánaðir, til tey flestu eru koppsett, og tá skulu øll kunna liva frítt aftur. Nú mugu vit bara hava tol, til vaskinan fer at virka, og tað er eisini við hesum í huga, at vit slaka tilmælini heldur fyrr enn seinni, so fólk merkja, at tað ber til at liva meira vanligt aftur, og vit sleppa undan, at munur verður gjørdur á fólki, sigur løgmaður.