Nýtt lív og nýggjur forseti í FC Barcelona

La Liga: Úrslitið av forsetavalinum kann hava týdning fyri framtíðina hjá Lionel Messi

Tað er nýtt lív í FC Barcelona og tað er nýtt lív í meistarastríðnum í Spania. Leygarkvøldið vann FC Barcelona, meðan Atletico Madrid og Real Madrid deildu stigini í gjár.

Vit byrja við umstrídda forsetavalinum í FC Barcelona. Tað hevur verið rok í katalanska stórfelagnum og tað endaði við, at illa lýddi Josep Bartomeu legði frá sær, og er seinni handtikin í samband gølur um at hava svertað fólk í felagnum umvegis eina internetfyritøku.

Í gjár var forsetaval og vinnarin bleiv Joan Laporta. Hann var eisini forseti í tíðarskeiðnum 2003 til 2010, sum er kanska besta tiðarskeiðið í søguni hjá felagnum. Tað var hann sum keypti Ronaldinho og seinni setti Pep Guardiola sum venjara. Hann vónar at kunna venda gongdini og halda fast í Lionel Messi, hvørs sáttmáli gongur út í summar.

Á vøllinum gongur eisini væl í løtuni. Fyrst vann FC Barcelona samanlagt á Sevilla í sponsku steypakappingini og er í steypafinaluni, og í gjár vann FC Barcelona 2-0 á Osasuna, meðan Atletico Mardrid og Real Madrid spældu 1-1 í toppdystinum.

Jordi Alba og Ilaix Moriba skoraðu málini fyri FC Barcelona. Hetta er fyrsta málið hjá 18 ára gamla Ilaix Moriba. Í hinum dystinum var tað Luis Suarez, sum legði Atletico Madrid á odda. Stutt fyri tíð javnaði Karim Benzema. Atletico Madrid hevur verið langt fremst meginpartin av kappingini, men nú er eitt meistarastríð í gongd.

1Atlético Madrid25185248:1759
2FC Barcelona26175457:2256
3Real Madrid26166444:2154
4Sevilla25153735:2048
5Real Sociedad26129543:2145
6Real Betis251231033:3839
7Villarreal26813534:2937
8Athletic Bilbao25961036:2933
9Celta Vigo2689934:4033
10Granada26961132:4433
11Levante26711835:3532
12Valencia26791032:3630
13Osasuna26771223:3528
14Cádiz26771222:4128
15Getafe26761321:3227
16Real Valladolid265101125:3725
17Elche25591123:3724
18Eibar264101220:2922
19Alavés25571320:3922
20Huesca263111225:4020