Familjan hjá George Floyd fær 27 milliónir dollarar endurgjaldi

Løgreglan í Minneapolis hevur gjørt semju við familjuna hjá George Floyd, sum doyði undir eini handtøku í býnum í fjør.

 

Myndugleikar í amerikanska býnum Minneapolis hava gjørt semju við familjuna hjá George Floyd í einum sivilum rættarmáli.

Familjan fær 27 milliónir dollarar í málinum um deyða George Floyd undir eini handtøku í mai í fjør.

Endurgjaldið svarar til 168 milliónir krónur í okkara pengum.

Semjan er tann størsta, sum nakrantíð er gjørd í USA í einum máli um órættvísan deyða, áðrenn málið kom fyri í rættinum. Tað siga advokatar hjá familjuni sambært tíðindastovuni AFP.

– Ræðuligi deyðin hjá George Floyd, sum fleiri milliónir fólk kring heimin sóu, skapti stóran longsul eftir óreingiligum kravi um rættvísi og broyting, sigur Ben Crump, sum er ein av advokatunum hjá Floyd-familjuni.

At tað metstóra endurgjaldið, sum »snýr seg um lívið hjá einum svørtum manni, sendir eitt sterkt signal um, at svørt lív hava týdning«, sigur hann.

Seinnapartin í gjár helt borgarstjórin í Minneapolis, Jacob Frey, tíðindafund saman við øðrum embætismonnum og fólki úr falimjuni hjá George Floyd.

George Floydi kvaldist, tá ein løgreglumaður trýstið knæði móti hálsi hansara í næstan níggju minuttir.

Eg fái ikki andað, segði Floyt fleiri ferðir, áðrenn hann doyði.

Fleiri fólk tóku upp film av hendingini, og nógv savnaðust á staðnum. Fleiri teirra róptu á løgreglumannin Derek Chauvin, um at fáa hann sleppa Floyd, sum varð lagdur í hondjørn.

Rættarmálið ímóti Chauvin var fyrr í vikuni, tá tey fóru at velja nevningar. Tað er ein tilgongd, sum kann taka einar tvær vikur.

Chauvin er ákærdur fyri dráp. Tríggir aðrirløgreglumenn, ið sum Chauvin eru koyrdir úr starvi, eru eisini ákærdir í málinum.

Chavin er skuldsettur fyri dráp. Trý onnur løgreglufólk, ið sum Chauvin eru koyrd, eru eisini skuldsett í málinum.

Framsøgnina »I cant brethe« brúktu mótmælisfólk, sum vóru við til Black Lives Matter-mótmælunu um løgregluharðskap og rasuójavnað.

Mótmælini, sum settu dám á meginpartin av USA síðsta summar, eru av teimum størstu mótmælum í landsins søgu.

/ritzau/Ruters

udland(at)ritzau.dk

 

 

Ein fyribils minnismynd fyri George Floyd er sett upp í Minneapolis, har tann 46 ára gamli svarti maðurin doyði undir handtøku í mai í fjør. - Foto: Chandan Khanna/Ritzau Scanpix