Hósmorgunin 12. mars 2020 steig løgmaður fram fyri Føroya fólk í beinleiðis sjónvarpssending. Boðini vóru lítið hugalig: Føroyar skuldu niður í ferð, tí ein heimsfarsótt hótti. Fólk vóru biðin um at fara heim at arbeiða, skúlar og stovnar vórðu stongdir, øll tiltøk, sum savnaðu fólk, skuldu avlýsast, øll ferðing varð frámælt, fólk skuldu spritta hendur og ikki savnast óneyðugt.
Í dag er júst eitt ár síðani dramatiska dagin, og í longri tíð hevur lítil og eingin smitta verið í Føroyum, og tilmælini eru linkað munandi. Tað hevur gingið væl hjá Føroyum at berja smittuna niður tær tríggjar ferðirnar, stóru útbrotini hava verið.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur javnan ført fram, at tiltøkini byggja á ábyrgd og álit. Talan er um tilmæli, sum fólk skulu taka til sín og fylgja. Talan skal ikki vera um strangar lógir og reglur.
– Eg eri glaður fyri, at vit hava víst fólki álit og latið tey taka ábyrgd. Tað kann vera lætt at sita og siga tað nú, tí tað hevur gingið væl. Tað var eitt kjak serliga at byrja við, um vit skuldu fara inn við lóg og sláa hart niður á møguliga brot móti tiltøkunum. Tað hava onnur lond gjørt, men tað hevur ikki riggað so væl. Jú, tú kanst halda fólki føst eina tíð við strangum lógum og reglum, men trupulleikin er, at tá ið fólk ikki orka og vilja gera eftir lógini og fara út og liva sítt vanliga lív aftur, tá er líkamikið, hvat lógin sigur. Tað haldi eg, at vit hava sæð aðrastaðni, sigur Bárður á Steig Nielsen við Sosialin um vikuskiftið.
– Í Føroyum hevur tað verið sjálvregulerandi, tí fólk hava kunnað livað frítt og frælst, tá ið eingin ella lítil smitta hevur verið, og fólk hava sjálvi trekt seg aftur og ansað eftir sær og øðrum, tá ið nógv smitta hevur verið. Tað hevur gjørt, at vit í Føroyum hava hildið á so leingi og hava klárað okkum so væl. Hetta byggir á álit og ábyrgd, sigur løgmaður.
Sosialurin hevur hetta vikuskiftið tema um 1 ár við koronutilmælum.