Trý deyð undir minningarhátíðarhaldi í Myanmar

Fyrrverandi hjálandaveldið Bretland hevur heitt á bretskar ríkisborgarar um at fara úr Myanmar

 

Løgreglan drap í minsta lagið trý mótmælisfólk í nátt, tá fleiri hundrað mótmælisfólk gjørdu ímóti útgonguforboðnum fyri at minnast tey, sum eru dripin, síðan herurin tók valdið í landinum.

Sambært fjølmiðlum á staðnum loysti løgreglan skot av ímóti mótmælisfólkum, sum vóru komin saman  uttan fyri eina løgreglustøð í landsins størsta býi og fyrrverandi høvuðsstaði, Yangon, fyri at krevja fongslað mótmælisfólk leys.

Yvir 70 fólk eru dripin í Myanmar undir mótmælunum ímóti nýggju hernaðarvaldinum.

Stórveldiskvartettin »The Quad« – USA, India, Australia og Japan – samstarva til tess at fáa fólkaræðið í landið aftur, sum tó er munandi nærri knýtt at Kina enn vesturlondum.

Í eini fráboðan frá kvartettini verður sagt, at »vit sum vinir Myanmar og fólkinum í landinum í longri tíð leggja dent á tørvin at seta í gildi aftur fólkaræði og styrkja fólkaræðisligu rørsluna«.

Fyrrverandi hjálandaveldið Bretlandi heitti fríggjadagin á bretskar ríkisborgarar til at fara úr Myanmar vegna »politiskar spenningar og ófrið«.

Russland sigur, at tey kanna støðuna, men at tey óttast støðuna við so nógvum sivilum deyðum.

Fleiri túsund fólk komu í gjárkvøldið saman í Yangon fyri at kveikja ljós til heiðurs fyri teimum í minsta lagi 70 offrunum, sum seinastu vikurnar hava latið lív.

Fólk savnaðust í Hedlan-økinum í Yangon, nógv teirra við ljósi í hendi. Onnur við skeltum við myndum av landsins frásetta leiðara, Aung San Suu Kyi.

Eisini í øðrum býum kring landið savnaðust fólk at minnast tey dripnu.

Tað verður gjørt hóast hóttanir um harðskap og harða viðferð annars frá myndugleikunum, skrivar sivila ólýdnisrørslan, CDM, á Twitter.

Myanmar hevur verið merkt at umfatandi dagligum mótmælum, síðani herðurin tók valdið í dimmalættingini 1. februar.

Mótmælisfólkini krevja, at vælumtókta Suu Kyi og stjórn hennara verða sett til valdið aftur.

/ritzau/AFP