landsynningi og regn. Seinni eitt skifti av ymsum ættum, men móti kvøldi upp í hvassan vind av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið mikudagin: Hvassur vindur av útnyrðingi og sólglottar [...] millum 3 og 6 stig. Veðrið hósdagin: Upp í hvassan vind av útnyrðingi og sólglottar, men kanska okkurt regn- ella kavaælið. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fyrst upp í hvassan [...] av útnyrðingi og sólglottar, men eisini ælingur, partvís kavi. Eitt skifti minni vindur, men seinni veksur hann vindin upp í hvassan vind av eystri og landsynningi og regn. Hitin millum 1 og 6 stig. Í gjár:
Landgrunninum av tí meira enn 800 m djúpu Bankarennuni. Í fyrilestrinum verður fyrst nomið við botn- og streymviðurskiftini á Bankanum, og hvat tað er, ið ger, at Bankin er ein sjálvstøðug vistskipan. Síðani verður [...] áhugaverd evni. At enda verður víst, hvørji fiskasløg liva á Føroyabanka, hvar á Bankanum tey liva, og hvussu tey hava býtt økið ímillum sín.
hevur gjørt hann. Skulptururin eitur "Hjørdis og Skyggen", hann er gjørdur í bronsu og sambært Jacob Saxild, ið er formaður í Den Saxildske Familiefond og fyrrverandi formaður í Dansk Ingeniørforening [...] listafólk. Hans Pauli Olsen er ógvuliga væl umtóktur og kendur listamaður í Danmark. Hann hevur gjørt bronsumyndir av donsku prinsunum, Fríðrikki og Joakim, og kendasti skulpturin hann hevur gjørt í Føroyum [...] Fyrst í hesum mánaðinum vórðu nýggju verkfrøðingahúsini á Kalvebod Brygge í Keypmannahavn vígd. Eitt av hæddarpunktunum á hátíðarhaldinum var avdúkingin av skulpturinum við inngongina til húsini. Og tað
megna hetta, um talið verður lækkað, og tað rokna tey við fer at hava við sær, at áhugin millum áskoðararnar og eisini millum tey smáu og ungdómarnar fer at minka og harvið fara færri góð fótbóltsevni enn [...] Føroyar eigur í Runavík, og har sum landsliðið plagar at halda til, tá teir fyrireika seg til landsdystirnar á Svangaskarði. Praktisku venjingarnar vóru á Svangaskarði, har U-16 og U-18 landsliðið vóru í [...] Fótbóltssambandi. Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini, og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og venjari hjá U-16 landsliðnum, høvdu innlegg, umboðandi FSF. Petur Simonsen
steypavinnarar móti Chelsea, og hóast tann dysturin varð spældur hóskvøldið, og tað kanska varð roknað við, at teir í FCK fóru at vera útlúgvaðir av tí bragdinum og ferðingini og nógva órógvinum av stríðnum [...] Fótbóltur er ein svikalig vinnugrein, har tað gongur upp og niður. Tað hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jónsson mettur [...] álvarsliga sjúk, og í hansara stað kom Kim Brink, sum annars hevði fingið sekkin fyri einum góðum ári síðani. Kim Brink hevur sett Toda Jónsson út á beinkin. Hann vil heldur hava David Nielsen og Thomas Thorninger
vápn hjá strandingum, fekk ikki eins nógv burturúr og í fyrra hálvleiki og tí lá púra stilt hjá teimum. Hinvegin fekk Heidi Harviken hjá Neistanum ferð á og skoraði fimm mál í seinna hálvleiki. So illa stóð [...] spældu í høllini á Hálsi sunnudagin. Og munurin kann best sigast á tann hátt, at Neistin hevur størri breidd sammett við StÍF. Á liðnum hjá Neistanum gjørdu tvær 8 mál og ein seks mál. Hjá strandingum var [...] soleiðis er tað nú einaferð. Tað gongur ikki altíð eftir vild, og tað verður ein bara noyddur at taka við, hóast tað er keðiligt. Neistin fremst Við sigrinum hava Neistakvinnur lagt seg á odda í kappingini
aður í heilsu- og almannamálum. Hann sigur, at hetta fór at gera landskassans part av útreiðslunum góðar 5 mió krónur bíligari og kommununnar part samsvarandi dýrari. Bert galda í 98 og 99 ? Endamálið [...] Endamálið var fyrst og fremst at nýta henda pening til at játta tær umsóknir, ið landsstýrið hevði liggjandi. Við øðrum orðum komu kommunurnar sostatt sjálvar at fíggja øtku ansingartilboðini, sigur Kristian Magnussen [...] galdandi fyri 1998 og 1999. ? Henda avmarking varð gjørd eftir ynski kommununnar, ið førdu fram, at álitið um framtíðar kommunubygnaðin tá var liðugt, og at fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur tá
jólar og longu nú eru fleiri flogferðir so at siga útseldar. Bæði Atlants Flog og Maersk seta sum undanfarin ár eykaflogfør inn. Tað eru sum vanligt dagarnir beint upp undir jól sum fyllast fyrst. Hjá Atlants [...] At Norrøna siglir millum Føroyar og Danmark í vetur og at fleiri kanska heldur velja at sigla enn at flúgva, letur ikki til at hava ávirkað flúgvingina millum londini stórvegis. Tað er um hesa tíðina, [...] fult á ferðini til Føroya og seinastu dagarnar fyri jól eru eisini við at verða fullsettir. - Tað eru einstakir ferðaseðlar inn ímillum, sum eru tøkir, sigur Heri Niclasen, sølu- og marknaðarstjóri hjá Atlants
ímillum Havnina og Suðuroynna fyrra part í vikuni. -Eg hugsi serliga um mánadag, týsdag og mikudag, sigur hann. Um túrarnir so skulu vera mánadag og mikudag, mánadag og týsdag, ella týsdag og mikudag, mugu [...] mugu vit so finna útav. Henrik Old dylir ikki fyri, at tað er fyrst og fremst umstøðurnar hjá vinnulívinum, hann hugsar um, tá ið hann vil hava Smyril at sigla fleiri túrar - Er ein túrur t.d. suður um 10 [...] skalsigla ímillum Havnina og Suðuroynna. Í gjár legði Henrik Old uppskot á ting fyri javnaðarflokkin um at seta pening av til at Smyril kann sigla tveir túrar afturat ímillum Havnina og Suðuroynna. Minst annar
Kouei Maru 8 og Shoshin Maru, og teir fingu ávikavist 50.759 kilo og 60.245 kilo. Í fjør vóru tveir aðrir bátar undir Føroyum, Kouei Maru 88 og Khiyo Maru 8 og teir fingu ávikavist 97.893 kilo og 7.765 kilo [...] Teir tríggir japansku bátarnir eru longu givnir og fara nú aðrar leiðir. Ein bátur var á Havnini mánadagin og setti føroyingarnar av og fekk proviant umborð og ein var á Havnini í gjár. Tilsamans hava trý [...] , sum allar annar fiskur, ið hevur stert og fær svomið. Tí í ár er gingið verri í allar mátar, enn tað gjørdi í fjør: Tað hevur báði verið nógv minni at fáa og tunfiskatíðin hevur verið nógv styttri. Teir