Fiskurin á Føroyabanka

Hetta er heitið á fyrilestri, sum Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, heldur á Fiskirannsóknarstovuni mikukvøldið 28. oktober kl. 20.00

Flestu føroyingar munnu kenna til ella hava hoyrt um tann stóra toskin, sum er á Føroyabanka. Umframt tann stóra toskin, er Føroya Banki eisini á øðrum økjum serligur. Streymviðurskiftini á Bankan um gera, at Føroyabanki er ein sjálvstøðug vistskipan, sum er avskorin frá Landgrunninum av tí meira enn 800 m djúpu Bankarennuni. Í fyrilestrinum verður fyrst nomið við botn- og streymviðurskiftini á Bankanum, og hvat tað er, ið ger, at Bankin er ein sjálvstøðug vistskipan. Síðani verður komið inn á vakstrarlagið hjá toskinum, hvat hann etur, umframt onnur áhugaverd evni. At enda verður víst, hvørji fiskasløg liva á Føroyabanka, hvar á Bankanum tey liva, og hvussu tey hava býtt økið ímillum sín.