í holtur við fyrireikingarnar, og nú fýra mánaðar seinni er kappingin vorðin veruleiki. Heili níggju stórmeistarar, harav Sokolov og Nikolic, tveir altjóða meistarar og 50 telvarar tilsamans manna hópin [...] luttakarar hava luttikið á hvørjum ári, og í ár verður mett at enn fleiri tekna seg. Eitt nú teir mongu unglingarnir sum seinasta ári hava valt talv sum ítrótt og ítriv, gevur eina ábending um metingina [...] Rødgaard hevur vunnið heitið seinastu tvey árini, og er hann nokk tí tað nærmasta einum favoritti. Framgongd er tó at hóma hjá flestu topptelvarunum og føroyameistarin á páskum Martin Poulsen, er tiltikin
pláss, har fólk, ung sum gomul, gjøgnum árini hava látið lív í ferðsluni. Men ongar blómur verða at síggja, har Sunnvard hósmorgunin í farnu viku koyrdi útav. Hann var í trygdarbelti og slapp við lívinum [...] Sunnvard ikki í, at hann var deyður, var hann ikki íbundin. Hann hevði koyrt beiggja sín á flogvøllin og var í skundi á veg til arbeiðis á Kambsdali, tá hann brádliga misti tamarhaldið á bilinum. Sunnvard
fyri, at hetta var sum at vera inni í einum køki, tí tað rørdist ikki ein ond og lýtt var í veðrinum. Vaksin og børn, ung sum gomul. Øll høvdu leitað sær út til hesa hugnaløtuna á Nólsoyar Pálsgøtu. Tað [...] gjørdi, at hon eydnaðist uppaftur betur. Countrybólkurin spældi, meðan fólk gingu runt og heilsaðust og prátaðu, og aftan fyri Statoil støðina var ponyríðing til børnini. Ein mótasýning var eisini á skránni [...] til hugnaløtuna, sum skuldi byrja klokkan tíggju. Borð vóru stillað upp, kaffi og tekannurnar stóðu fullar á borðunum og wienarbreyð var at fáa afturvið. Klokkan var ikki farin langt av tíggju, tá tað
hava siðiliga atferð og verja og virða náttúruna eins og mentanarvirðini. Umframt at tey ungu hugna sær saman og hava tað stuttligt, er endamálið við legunum at vinna børn og ung fyri Kristus. [...] Summarlegurnar byrjaðu sunnudagin 29. juni og halda fram til 15. august. Eftir summarfrítíðina verða eisini ymiskar legur, sum t.d. mans- og kvinnustevnur, hjúnastevnur og heystlega í heystfrítíðini. Um veturin [...] ymisku samkomunum. Børnini spæla og venja likamið, og skipaðir fótbóltsdystir eru millum tey ymisku liðini. Aðrir aktivitetir eru eisini, sum t.d. at rógva við bátum og sigla við súkklubátum á Leitisvatni
frá klettinum. Og tað er ikki ein klettur, sum vit kenna teir. Ayers Rock stendur mitt í ongamannalandi í Avstralia, og onki er rundanum, uttan fjøll langt burturi og sandur, steinar og grús. Kristina [...] meginparturin av teimum. Uttanfyri handlar og rúsdrekkasølur sótu tey og tømdu eina fløsku fyri og aðra eftir, greiðir hon frá. Á hesum túrinum upplivdi hon nógv, og hon kom víða um. Hon slapp at snorkla, [...] havanum, og tey grillaðu kyllingapylsur og bringur og ótu salat afturvið. Kristina hevði tó gjørt rís a la mande, so okkurt heimligt var við. Tá fór longsulin aftur at gera vart við seg hjá henni, og táhon
blíð og vinarlig. Eitt stórt spælipláss Fuglafjørður var eisini vakur tá, og tað var gott at vera barn her. Tá spældu gentur við dukkur, dukkulisir og glansibíløt. Annars varð nógv spælt úti, og øll bygdin [...] hjá okkum. Og vit verða kedd, kløkk og bangin, og vilja ikki trúgva tí, tá vit síggja tað, ella tá ið vit fáa boðini, at her er okkurt galið. Vit ræðast jú øll tað ókenda, tað sum er øðrvísið, og himpra okkum [...] Síðsta mánað vóru 9 ung úr Føroyum og luttóku í Special Olympics. Har vunnu tey 3 gull- og 2 silvurheiðursmerkir. Teimum kunnu vit øll vera errin av! Vit takka teimum i ÍSB, sum skipa fyri og fara við teimum
Hvønn morgun fer ein maður við posa og einari tong framvið ánni og nógvu gøtunum í Viðarlundini. Har koma nógv fólk hvønn dag bæði ung og eldri, og har er reint og nossligt. Tórshavnar havn eigur longu [...] Í vár og í summar hevur nógv verið skrivað og hoyrt um oljulekar á Havnarvág. Oljulekarnir frá oljufeløgum og skipum hava sett met seinasta árið og hava verið til stóran ampa fyri náttúruna og fólkið, [...] við okkara ferðavinnu og bjóða fram í faldarum uttanlands, og so tað, sum í løtuni gongur fyri seg á Havnarvág. Vit, sum dagliga koma í Vágsbotn, og sum dagliga sigla á vágni og í Nólsoyarfirði kunnu vátta
Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini síggja út um hálvan sjónarringin. Her deilir Kall høvuðsinngongd við Postverkið og matvøruhandilin Bónus. Kanska eitt tekin um, at fyritøkan enn er ung og ikki hevur [...] ið seta standardin, og so fylgir Føroya Tele aftaná. Vit lækka okkara prís, og so lækkar Føroya Tele sín prís samsvarandi mánaðin eftir. Vit koma við einari nýggjari tænastu, og stutt eftir hevur Føroya [...] somu tænastu. Og so eita tær næstan tað sama. Vit komu við avsláttarskipanini "Vinarkall", og so var tað knappliga okkurt, sum æt "3 Vinir", sigur Kall-stjórin við tí á somu tíð hárfína og hárhvassa orðalagnum
Bárður Ljósheim og Trygvi og Lena Neshamar Julianehaab Jørundur Hansen og Símun Ósá Eysturgrønland Niels Miriam Vang. Miriam er dóttir Hans og Jonnu. Nuuk Hans og Jonna Sivertsen Áki og Petry Andreassen [...] siglt í hálvan annan tíma, og vit sigla framvegis. Tað er nakað milt og gott yvir Hans og hann er lættur at práta við. Tað er ikki hann sum førir an í samrøðuni, eg má spyrja og onkuntíð verða eitt sindur [...] Tann elsta dótturin hjá Hans og Jonnu er fødd í 1970 og tað yngsta í 1974. Og tá var tann elsti drongurin hjá Jonnu úr fyrru giftu 11 ára gamal. - Vit vóru níggju fólk í húsi og tað var stríggið hjá Jonnu
fyri fløguna eru kvæði og fólkavísur. Løg sum Regin Smiður, Stýrisvølurin, Ólavur Riddararós, Ramund hin unge og The Wild Rover eru at finna ímillum tær 10 skeringarnar. At kvæði og fólkavísurnar eru ke [...] fløgan er nógv betri, bæði í dygd og í spæli. ? Vit hava verið í einum betri og dýrari studio, og vit hava verið nógv betri fyrireikaðir hesuferð. Vit spæla betri og ljóðið er eisini nógv betri. Stutt [...] hevur íblástur frá kvæðum. Sumt minni beinleiðis og okkurt meira. Hetta halda vit er so upplagt tá ein er føroyingur, sigur Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr. ? Tað er rættiliga vanligt, at