Góðu fuglfirðingar ? góðu stevnugestir!
Eg má siga, at eg føli tað sum ein stóran heiður at vera boðin at halda røðu her á varmakeldustevnuni, og eg havi verið virkuliga spent - og nervøs!
Eg eri sjálv fuglfirðingur, varð fødd her í 1952, heimi á Kross, í húsunum, har Sparikassin er í dag.
Í Fuglafirði vaks eg upp, og her sleit eg mínar fyrstu barnaskógvar.
Her var gott at vaksa upp; vit høvdu góðar grannar, øll serstøk, men góð, blíð og vinarlig.
Eitt stórt spælipláss
Fuglafjørður var eisini vakur tá, og tað var gott at vera barn her.
Tá spældu gentur við dukkur, dukkulisir og glansibíløt. Annars varð nógv spælt úti, og øll bygdin var eitt stórt spælipláss.
Tey ymisku spølini vóru staðbundin, eitt nú spældu vit, ?Gem? rundanum húsini hjá Berthu og Sigurð í Tøvuni ella hjá Sámal Petur á Viðareiði. Røvara og soldat á trappuni niðri hjá Petur Hans. Eg haldi, at tann trappan var gjørd til koyristólin hjá Henry; hon var so breið og góð til fongsul.
Á trappuni hjá Sjúðra Jakku spældu vit "Fuglanøvn" og "Skipanøvn".
Vit spældu handil kjallarunum, tað var so spennandi at koma inn í teir ymisku kjallararnar.
Hjá onkrum var handilin undir trappuni. "Handilsting" vóru tómir pakkar. Onkuntíð var eitt sindur í, tá kostaði tað meira - og seymir vóru pengar.
?Børn spæla sær á sandi?
Vit fiskaðu seiðamurtar á Meinhardsakaj, og úti við Kisturnar fiskaðu dreingirnir krabbar við toskarhøvdum.
Á sandinum spældu teir knívaspæl, meðan genturnar samlaðu leikur til búnýtir. Øll bygdu hús og slott av sandi, har gjørdu teir vegir og spældu blikbil við sardindósum.
Vit vassaðu, og slerdu vátu sokkarnar móti steinunum í Gjógvará. Í áarósunum fangaðu vit állar.
Uppi í Rullubønum rullaðu vit, og vit svumu í Djúpukullu ella í svimjuhylinum. Tá vórðu bilslangur nýttar til svimjuringar.
Uppi yvir Piddagarð plagdu dreingirnir at kríggjast, gjógvarádreingir móti toftadreingjum. Her var kirkjan mark millum partarnar.
Teir høvdu so flott vápn. Tað vóru Johan og Karl hjá sýslumanninum, sum vóru vápnasmiðir. Kristian Asbjørn á posthúsinum dugdi eisini so væl at gera vápn.
Hundur til skræk og advarsel
Men sunnudag sluppu vit ikki út at spæla, fyrrenn kirkjugongdin var av. Onkur hevði sagt fyri mær, at ein stórur svartur hundur stóð uppi við "maks?sahjall" og kom eftir børnum, um tey fóru út í kirkjutíð.
Eg sá hann sjálv og ræddist ? eg ræðist annars ikki hundar!
Vit hoyra til Brøðrasamkomuna, so vit fóru í sunnudagsskúla fyrst í Siloa og so ofta eisini niðan í Thabor. Har vóru eisini so góðar søgur, og har stóð ein nekari í gongini, sum nikkaði, táið eg koyrdi eitt oyra í bússina.
Fuglafjørður vakrast
Eg haldi, at Fuglafjørður er enn vakrasta bygdin í Føroyum.
Hon liggur so væl og er so fjálg, umgyrd av fjøllunum, og við føtur sínar hevur hon hendan vakra fjørðin.
Fólkið her er so friðsælt og vinarligt, og tað munnu vera fáar bygdir í Føroyum, har tú sært so nógv fólk ganga úti. Tey møtast, heilsast ella tosa saman og koma hvørjum øðrum við.
Men, tá ið eg nú var biðin um at halda hesa røðu á varmakeldu, var tað helst ikki bara tí, at eg eri fuglfirðingur, men tí, at í ár er ?Ár teirra brekaðu?, og at eg nú eri formaður í Javna.
Ár teirra brekaðu
Evroparáðið lýsti árið 2003 at vera ár teirra brekaðu, og okkara landsstýrið hevur tikið somu avgerð fyri okkum í Føroyum.
So kanst tú spyrja: Hví skal eitt ár ?oyramerkjast? soleiðis, er tað neyðugt?
Hava tey, ið bera brek, ikki somu møguleikar, sum onnur í Føroyum?
Her noyðist eg at siga NEI! ? og eg veit tað, fyrst og fremst, tí eg eri mamma at einum 18 ára gomlum drongi, ið ber brek og er menningartarnaður.
Tit hava helst eisini lisið greinina hjá Bjørg Høgnesen úr Lorvík. Hon samanbar Føroyar við eitt menningarland, tá hugsað verður um, hvussu tað er at koma fram her á landi, tá ið tú situr í koyristóli.
Tí eri eg sera glað fyri, at landsstýrismaðurin við almannamálum hevur gjørtætlan fyri árið við høvuðsyvirskriftini: ?Føroyar fyri øll?, har málið er:
· at ljós skal varpast á støðuna hjá teimum brekaðu,
· at virka fyri, at brekaði skulu eiga júst somu samfelagsrættindi og lívsmøguleikar sum aðrir borgarar.
· at tey brekaðu skulu ikki vera eitt hjól fyri seg, men skulu verða partur av samfelagshjólinum
Tí, sjálvt um støðan batnar, so hava tey við breki verri enn so somu umstøður at liva undir í Føroyum, sum tey uttan brek hava. Tí, umstøðurnar eru ikki gjørdar, so tær hóska til teirra!
Hvat er menningartarn
Men vit, ið kenna tey, ið bera brek og eru foreldur ella avvarðandi, vilja fegin greiða frá, og her kemur so Javni inn í myndina.
Javni er felagið hjá teimum, sum eru menningartarnaði, familjum og avvarðandi teirra. Endamálið hjá Javna er at stuðla teimum menningartarnaðu og avvarðandi og at virka fyri áhugamálum teirra.
Hvat er tað at vera menningartarnaður, og hvat sermerkir tey fólkini?
Tey, ið bera eitt brek, nýtast ikki at vera menningartarnaði.
Men tey, ið eru menningartarnaði, hava sítt brek í heilanum, og tað ger, at teirra menning verður tarnað. At læra tekur longri tíð hjá teimum enn vanligt.
Veldst um eyga sum sær
Tað sæst ofta á fólki, at tey eru brekaði ella menningartarnaði. Kanska eru tey ikki altíð so brávøkur. Kanska sært tú, at ein limur manglar, ella okkurt á likaminum ikki sær so væl skapt út.
Men hygg eitt sindur betur, hygg innum ?skalið?, til tú sært menniskja; tá er ongin munur!
Tey eru sum fólk flest, summi blíðsint og summi verri sint ? summi meira glað og summi minni glað. Summi eru vøkur í útsjónd og summi minni vøkur. Men, sum tú eisini veitst, tað veldst um eyga, sum sær.
Jú, tey eru heilt vanlig menniskju, sum hava eitt brek, tað er nú so - tíverri ella kanska tíbetur - at okkurt brek hava tey flestu av okkum.
Tey menningartarnaðu uppfinna ikki tað stóra, men kortini vísa tey okkum lívið og virðini í einum øðrum ljósi. Læra okkum at síggja mangt, ið vit annars bara taka sum eina sjálvfylgju, bæði stórt og smátt, og soleiðis fáa tey eisini okkum at gleðast.
Tað hendir ikki mær
At eiga eitt barn við breki, er ofta strævið. Nógv strævnari enn tað nýtist at vera. Tí vælferðarsamfelagið hevur enn ikki lært seg at liva við og taka tað sum nakað normalt, at nøkur eiga at vera ónormal.
Satt er tað! Tað er ikki tað, sum vit, ið eru foreldur, ynskja okkum, meðan barnið er í móðurlívi. Nei, vit vita, at tað hendir viðhvørt, men vóna, at tað hendir ikki hjá okkum.
Og vit verða kedd, kløkk og bangin, og vilja ikki trúgva tí, tá vit síggja tað, ella tá ið vit fáa boðini, at her er okkurt galið.
Vit ræðast jú øll tað ókenda, tað sum er øðrvísið, og himpra okkum við eina slíka avbjóðing. Men seinni vísir tað seg, at tað er ongin "katastrofa", men kanska enntá ein eyka signing omanífrá.
Eg veit tað, tí eg eri eisini mamma til trý normal børn og vildi ongan av teimum øðrvísi í dag. Øll fýra hava líka stórt virði í mínum eygum nú.
Øll, við ella uttan brek, hava jú av og á sínar trupulleikar at dragast við.?Sorrig og glede, de vandre ihobe?, plagdi omma at siga. Soleiðis er tað at liva!
Vit, ið rópa okkum normal, eru ofta so stuttskygd, vit síggja ikki heildina, fyrrenn vit fara eitt sindur burturfrá. Við hvørt hjálpir tað at síggja lívið í "fuglaperspektiv."
Sama rætt og virði
Men so er spurningurin: Hava øll børn sama virði, hava øll børn og foreldur sama rætt?
Fyri at vera meira beinrakin, taki eg nú Fuglafjørð og skúlan her sum dømi.
Hava øll børn í Fuglafirði sama virði og sama rætt at ganga í barnaskúlan her í bygdini? ?Ja, sigur lógin, skúlin er fyri øll!?
Hevur eitt barn, ið situr í rullistóli ella sum hevur serligan tørv, sama rætt, sum ein, ið ikki hevur tann serliga tørvin? ?Ja, eg segði, at skúlin var fyri øll!?
Er tað lóg í Føroyum? ?Ja, tað er tað! Fínt! So er tað í lagi!?
Men brýtur nakar hasa lógina? ?Ja, eg havi hoyrt, at skúlin hevur ikki tey neyðugu hølisviðurskiftini og ikki lærara við tí rætta serkunleikanum.?
?Tað er ikki so lætt tú, tí ov fá brekað eru her!?
Ella kanska er svarið okkurt annað líka undarligt.
Lógin sigur eitt, men lógin verður oftast ikki hildin, og barnið er tað, ið verður sett ?fast?. Og ofta verða avvarðandi eisini sett í líknandi støðu. Tey kenna seg noydd at ganga biddaragongd og biðja um ymiskt, sum tey eftir lógini hava fullan rætt til.
Hetta er eitt dømi um, hví tað er soo strævið at eiga barn, ið ber brek og tí hevur serligan tørv. Annaðhvørt má lógin haldast, ella má hon broytast, tí annars er hetta bara dupultmoralur!
Vinarlig áheitan til páparnar
Og nú kann eg ikki halda mær, men má koma við einari vinarligari áheitan til páparnar.
Góðu tit pápar ? misskilji meg ikki!
Tað eru nógvir pápar, sum saman við mammum ella einsamallir hava strítt og stríðast fyri, at barn teirra, ið hevur serligan tørv, skal fáa tað tí nýtist. Men ofta eru tað mammurnar, sum noyðast líkasum at liggja á knøum fyri myndugleikunum fyri at fáa okkurt neyðugt til barnið.
Tá hon heldur á at biðja um tað sama, sjálvandi tí hon ikki fær tað, ið biðið verður um, og tað vísir seg, sum hini ikki síggja ella skilja, so virkar tað ofta sum knarr.
Her hava vit so harðliga brúk fyri monnum og pápunum! Vit vita, at tit eru líka góðir við børnini sum mammurnar, men tær taka kanska ræði her?
Enn er tað so, tíverri noyðist eg at siga, at tað ofta verður betri lurtað eftir monnunum.
Eg haldi eisini, at menn hava tann eginleikan, at teir ofta eru betri til at síggja heildina. Meðan vit kvinnur síggja ofta betri smálutirnar. Bæði eru neyðug, tí er best, at bæði foreldur stríðast saman!
Tað hjálpir ov lítið, tá tað virkar sum knarr, men vísið á tørvin, krevjið rættin og sýnið ábyrgd!
Summarstevnur okkara
Á summarstevnum okkara er nógvur ítróttur fyri tey normalu, meðan tey við breki hava nógv minni at ganga uppí. Eg hevði ynskt, at tað var meira fyri øll.
Las eitt árið, at borgmeistarin her í Fuglafirði skrivaði júst um hetta!
Fyri kortum tosaði eg við ÍSB og fekk tá at vita, at ÍF nú hevði spurt, um tey høvdu nakrar luttakarar til kappingar á varmakeldu í ár.
Gott ÍF! Tað eiga tit takk fyri!
Men ÍSB noyddust at siga nei hesaferð, tí tey hesa vikuna eru vertir fyri norðurlenskari barna og ungdómslegu fyri brekað í Føroyum, við 80 gestum uttanifrá. Men, seinni í dag koma tey við gestunum til Fuglafirðar at síggja eina føroyska bygd í summarstevnu.
Á næstu varmakeldu, um okkum unnast hana, vóni eg, at vit eisini hava spennandi kappingar, har tey við breki luttaka.
Special Olympics í Írlandi
Síðsta mánað vóru 9 ung úr Føroyum og luttóku í Special Olympics. Har vunnu tey 3 gull- og 2 silvurheiðursmerkir. Teimum kunnu vit øll vera errin av!
Vit takka teimum i ÍSB, sum skipa fyri og fara við teimum.
Sjálv var eg við í Írlandi í eina viku, og tað var sera spennandi.
Har sá eg menningartarnaði sum megnaðu meira í svimjing, renning, borðtennis og nógvum øðrum, enn tey flestu av okkum "normalu", ið her standa.
Vita tit, hví tey kláraðu seg so væl? Jú, tað er tí, tey hava trenað og aftur trenað! Og fyri at verða líkastillað, so mugu tey, ið læra seinni, fáa meira trening og fáa meira lærutíð!
Eg havi ein dreym
At ein dag koma vit í Føroyum at viðurkenna og góðkenna, at tað er normalt, at nøkur av okkum ikki eru normal, og tí gera rúm fyri øllum og hava virðing fyri øllum.
Tí, hvat rós hevur tú normali fyri, at júst tú ert normalur? Og hvat kann eg lasta tær fyri, sum ikki ert normalur?
Tann sami skapti jú okkum øll, og ongin á klótuni hevur enn skapað nakað, uttan at brúka tilfar frá Honum!
Lívið hava vit øll fingið sum gávu, hvørjum skapi tað so er í. Latið okkum øll tí virða hvønn annan fyri tað, at vit eru livandi menniskju.
Tá verða Føroyar eitt land fyri øll!
Varmakeldustevnan
Men tit! Nú er varmakelda, og skráin er á tremur við øllum góðum.
Skulu vit ikki leggja byrðina av eina løtu og fara at njóta stevnuna? Veðrið verður vónandi betri, men náttúran smílist, og fólk er í góðum hýri. Lívið er meira enn stríð, og spæl er balsam fyri sálina!
Latið okkum nú nýta hetta høvið, so vit kunnu fáa nýggja orku til gerandisdagin. Men lat okkum gera tað undir ábyrgd!
Her hugsi eg mest um drekkaríið og bilarnar!
Vit, ið eru komin nakað til árs, hava stóra ábyrgd her, tí tey yngru síggja hvussu vit gera og læra av okkum.
Tit! Grípið nú dagin ? Livið og verið glað!
Góða varmakeldu!










