Seinastu trý árini hevur summarsnar-FM verið ein vældámd kapping millum talvfjepparar. Umleið 30-40 luttakarar hava luttikið á hvørjum ári, og í ár verður mett at enn fleiri tekna seg. Eitt nú teir mongu unglingarnir sum seinasta ári hava valt talv sum ítrótt og ítriv, gevur eina ábending um metingina.
Umframt Íslandssúlukappingina í august, er bert FM-snarkappingin ein annar veruligur møguleiki at telva í Føroyum um summarið. Møguliga taka havnarmenn táttin uppaftur at hava eina summarkapping, eina kvikkapping til dømis. Enn er tó einki avgjørt.
Kappingin í ár verður ivaleys eins sterk sum í fjør. John Rødgaard hevur vunnið heitið seinastu tvey árini, og er hann nokk tí tað nærmasta einum favoritti. Framgongd er tó at hóma hjá flestu topptelvarunum og føroyameistarin á páskum Martin Poulsen, er tiltikin góður snartelvari. Er hann í rætta elementinum, verður torført hjá sjálvt Rødgaard at steðga unga havnarmanninum.
Kappingin eru fyri allar aldursbólkar, ung sum vaksin. Góðar virðislønir verða latnar.
Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer fram í Kommunuskúlanum leygardagin 5. juli kl 14.00, tá fyrstu leikirnir verða leiktir. Tekning er á staðnum, ein tíma undan kappingarbyrjan, kl 13.00.
Talv í Grønlandi
Tað kann tykjast heldur undarligt at ein krútsterk kvikkapping (25. min hvør) verður leikt í Grønlandi og at Flóvin Tór Næs hevur fingið møguleikan at luttaka. Talan er um fyrstu offissiellu talvkapping í Grønlandi nakrantíð, og er tað eitt serligt norðuratlantiskt talvráð, sum stendur fyri kappingini.
Formaðurin í talvfelagnum Hrókurinn, íslendskir meistarar seinastu tvey árini í Íslandi, Hrafn Jokulsson, vil vera við, at at land uttan talvmentan, er eitt fátækt land. Hann fór tí í februar mánaða í holtur við fyrireikingarnar, og nú fýra mánaðar seinni er kappingin vorðin veruleiki. Heili níggju stórmeistarar, harav Sokolov og Nikolic, tveir altjóða meistarar og 50 telvarar tilsamans manna hópin í Grønlandi.
Flóvin vann á stórmeistara
Flóvin hevur seinastu 2-3 árini telvað við felagi í íslendsku liðkappingini, og hevur via hesi sambond fingið hendan einastandandi møguleika at telva í fyrstu talvkapping í Grønlandi. Uttan iva ein ógloymandi ferð hjá Flóvini.
Ógloymandi er helst eisini orðið, ið hann nýtir um sigurin á fremsta íslendska telvaranum, stórmeistarin Hannes Stefansson. Flóvin legði út sum ein ísbjørn fyrstu fýra umførini, og vann tey øll. Í triða umfarinum niðurlegði hann Hannes í góðum álopstalvi, sum er við í blaðnum í dag.
Í fimta og sætta umfarinum vórðu mótstøðumennirnir somuleiðis stórmeistarar, Luke McShane úr Onglandi og vælkendi Predrag Nikolic úr Bosna. Hesu ferðirnar gekk tað ikki hjá Flóvini. Men fýra stig av seks møguligum er higartil óføra flott.
Mánadagin 30. juni vórðu seinastu trý umførini leikt.
Talvið hesa vikuna
Flóvin Tór Næs (2313) - GM Hannes Stefansson (2565)
3. umfar 2003.06.28
1. Rif3 d5 2. d4 c6 3. c4 Rif6 4. cxd5 cxd5 5. Ric3 Ric6 6. Bf4 a6 7. e3 Bg4 8.
Be2 e6 9. O-O Be7 10. Rc1 O-O 11. h3 Bh5 12. Rie5 Bxe2 13. Rixc6 bxc6 14. Qxe2
Rid7 15. Ria4 Fa5 16. b3 Fb5 17. Fg4 Rfc8 18. Rc2 c5 19. dxc5 Rc6 20. Rfc1
Rac8 21. Bg5 Bf8 22. e4 d4 23. Rc4 Rie5 24. Fg3 Rixc4 25. Rxc4 Kh8 26. Rxd4
Bxc5 27. Rd7 Bf8 28. Rxf7 Fe2 29. Be7 Rc1+ 30. Kh2 Fd1 31. Fe5 Fh1+ 32. Kg3
Rg1 33. Bxf8 Fxg2+ 34. Kh4 Fg6 35. Bxg7+ Kg8 36. Rf6 Fe8 37. Rxe6 Ff7 38.
Rf6 Fd7 39. Fc5 Fa7 40. Bh6 Ra8 41. Fe6+ Kh8 42. Rf7 1-0