-<DPTAB>&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;Trygdarbeltið bjargaði mær

-<DPTAB>    Tað er einki at ivast í, at trygdarbeltið bjargaði mær lívinum,
sigur 25 ára gamli, Sunnvard Petersen av Skipanesi. Hósmorgunin í farnu viku koyrdi hann niðan av vegnum millum Skálafjørð og Skipanes

Í morgin verða blómutyssi løgd á øll tey pláss, har fólk, ung sum gomul, gjøgnum árini hava látið lív í ferðsluni.
Men ongar blómur verða at síggja, har Sunnvard hósmorgunin í farnu viku koyrdi útav. Hann var í trygdarbelti og slapp við lívinum, hóast stoyturin var harður.
          Sjálvur ivast Sunnvard ikki í, at hann var deyður, var hann ikki íbundin.
          Hann hevði koyrt beiggja sín á flogvøllin og var í skundi á veg til arbeiðis á Kambsdali, tá hann brádliga misti tamarhaldið á bilinum.
          Sunnvard roknar við, at tað hevur verið ov lítil luft í eina dekkinum, tí við eitt rendi bilurin seg niðan av vegnum.
-         Eg koyrdi ikki í mínum egna bili, men tað var sjálvsagt mín skylda at
ansa eftir, at bilurin var í tí standi, hann átti at vera, sigur hann.
          Sunnvard sigur, at tað onkuntíð er komið fyri, at hann hevur koyrt uttan trygdarbelti.
Men framyvir verður eingin ?slingur í valsinum? hjá Sunnvardi. Hann hevur lært, hvussu vandamikið tað kann vera, um tú letur líkasæluna ráða.