Summarlegurnar á Zarepta byrjaðar

37. árið á rað eru summarlegur á Zarepta á Vatnsoyrum. Nógv børn og ung koma til hesar legur, sum hava verið har síðan 1967. Áðrenn tað vóru í tvey ár legur í ALV-húsinum við Áir

Leguhúsið hjá brøðrasamkomunum í Føroyum, Zarepta á Vatnsoyrum, verður brúkt so gott sum alt árið. Almenna skáin byrjaði 15. mai við leguni fyri brekað, síðan hava fleiri legur verið, sum t.d fýra familjulegur sum vóru frá 1. til 27. juni. Summarlegurnar byrjaðu sunnudagin 29. juni og halda fram til 15. august. Eftir summarfrítíðina verða eisini ymiskar legur, sum t.d. mans- og kvinnustevnur, hjúnastevnur og heystlega í heystfrítíðini. Um veturin verður húsið mest brúkt til vikuskiftislegur hjá teimum ymisku samkomunum.
Børnini spæla og venja likamið, og skipaðir fótbóltsdystir eru millum tey ymisku liðini. Aðrir aktivitetir eru eisini, sum t.d. at rógva við bátum og sigla við súkklubátum á Leitisvatni, rógva við kano í ánni og svimja í innandura svimjihylinum. Børnini og tey ungu læra at fremja gott samanhald millum luttakararnar á legunum. Eisini læra tey at vera ásettum reglum lýðin, at fremja vanliga heilsurøkt, at hava siðiliga atferð og verja og virða náttúruna eins og mentanarvirðini. Umframt at tey ungu hugna sær saman og hava tað stuttligt, er endamálið við legunum at vinna børn og ung fyri Kristus.