Klaksvík:
Leygarmorgunin klokkan eitt korter til tíggju var alt klárt í býnum til hugnaløtuna, sum skuldi byrja klokkan tíggju. Borð vóru stillað upp, kaffi og tekannurnar stóðu fullar á borðunum og wienarbreyð var at fáa afturvið.
Klokkan var ikki farin langt av tíggju, tá tað byrjaði at fyllast við fólki í gøtuni. Dýrdarveður, tó sólin ikki var frammi. Onkur helt fyri, at hetta var sum at vera inni í einum køki, tí tað rørdist ikki ein ond og lýtt var í veðrinum.
Vaksin og børn, ung sum gomul. Øll høvdu leitað sær út til hesa hugnaløtuna á Nólsoyar Pálsgøtu. Tað var Klaksvíkar kommuna, sum bjóðaði borgarum sínum til morgunmat í sambandi við, at kommunan í ár fyllir 95. Og eisini hevur Nordvesten mentanarstevna verið seinastu dagarnar, so tað var so líka til at halda hetta sama vikuskiftið.
Statoilstøðin liggur mitt á gøtuni, og støðisleiðarin, Jákup Heinesen, kom við teirra íkasti til løtuna, sum gjørdi, at hon eydnaðist uppaftur betur. Countrybólkurin spældi, meðan fólk gingu runt og heilsaðust og prátaðu, og aftan fyri Statoil støðina var ponyríðing til børnini.
Ein mótasýning var eisini á skránni, har klæðir frá nøkrum av handlunum í Klaksvík vórðu sýnd fram av menningartarnaðum. Hetta tiltakið fekk góða móttøku av teimum mongu, sum vóru tilstaðar. Ragnhild Ellingsgaard var frásøgufólk, hon segði, at tey øll høvdu glett seg avbera nógv til hesa mótasýningina. Tað var stuttligt at síggja, hvussu fegin tey vóru um at hetta høvi til at vísa tað seinasta nýggja fram.
Jógvan Gerðalíð fór upp á pallin eftir mótasýningina og helt eina góða røðu, sum hann endaði við at syngja ein sang.
Hetta við at kommunan bjóðar til morgunmat er vorðið ein fastur táttur tey árini, tá kommunan heldur føðingardag. Fyrstu ferð tiltakið var, var í 1983, tá kommunan fylti 75. Fólk taka sera væl undir við hesum tiltakinum, og leygarmorgunin vóru tey flestu á einum máli um, at tað nýtist ikki at verða so nógv meira enn bara hetta borðhaldið, tí tað er so hugnaligt, og nógv fólk leita sær út ein túr. Kvøldið fyri, fríggjakvøldið, var eitt uttanduratiltak úti í Grøv í sambandi við Nordvesten, har tónleikur, íslendsk glíming og føroyskur dansur var á skránni. Og til borðhaldið varð dúgliga tosað um, hvussu væleydnað hetta tiltakið hevði verið.
Eitt annað sum eisini gjørdi, at fólk vóru so vælnøgd var, at veðrið hevði verið avbera gott bæði fríggjakvøldið og so sanniliga eisin hendan leygarmorgunin. Sannur norðoyastevnuhýrur var í býnum, og teir mongu Nordvesten gestirnir vóru bilsnir av hesum tiltakinum. Tað høvdu teir ikki sæð áður.
Alt í alt ein avbera hugnalig løta á Nólsoyar Pálsgøtu leygarmorgunin, og tað var ongin ivi um, at fólk hugnaðu sær, tí tað var farið langt út um døgurðatíð, tá tey seinastu fóru heim.
Eftir borðhaldið fóru mong útferð við skúlaskipinum Draganum, sum hevur verið fleiri útferðir í sambandi við Nordvesten.











