gongur í og hvar ein býr. Í gjár var fyrsti skúladagur hjá ikki færri enn 758 føroyskum børnum um sjey ára aldur, og spenningurin lýsti úr eygunum á teimum. Sosialurin var við til fyrsta skúladag á Eyst [...] hondina á teimum og beyð teimum vælkomnum. Onkur var, sum ikki var so stinnur, men teimum hjálpti hann væl á veg og tá dagurin í dag er farin aftur um, so eru hesi eins glað og øll hini fyri at verða byrjað [...] minnast aftur á dagin við einum smíli um varrarnar. Tað var øgiliga spennandi. Fyrsti skúladagur er nakað heilt fyri seg. Tað er tann dagurin, tá barnagarðurin ikki longur er nakað, tí nú er mann vorðin
inn til Lenu, ja, tað mátti upplivast. Tað var ein slíkur friður um hana; hon sat ikki og gramdi seg ella tosaði um seg sjálva, men var altíð áhugað at spyrja um hini og taka lut í teirra gleði og sorg. [...] Lena - hjá henni var ikki rúm fyri slatri, nei, hon var altíð við tí góða orðinum. Mamma okkara bleiv jú so ógvuliga gomul og hjálparleys, so vit skiftust at vera um hana, og tað var hon sera takksom fyri [...] hevði. Hon fekk 3 børn og aðra dóttrina misti hon av sjúku, bert seks ára gamla - hon var bara sjúk einar tveir mánaðir. Og fyri fáum árum síðan misti hon bráddliga sín raska son, ið einans var 27 ára
teimum. Botnurin leyp úr Tað var ikki óvæntað, at TB fór at tapa í Klaksvík, og at Sumba á heimavølli fór at tapa móti B36. Í báðum førum var tað toppur móti botni. Men tað var óvæntað, at tapini fóru at [...] til Gøtu. Um KÍ missir stig, og HB vinnur komandi sunnudag, so er FM kappingin so at siga avgjørd, og so verður ikki nógv meiri enn æran at spæla um, tá HB fer til Klaksvíkar 20. september. Men um HB missir [...] krevjandi, sum hon var hjá GÍ í síðstu viku. GÍ tapið ger, at teir eru trettan stig frá oddaliðnum, og við allari virðing fyri gøtumonnum, so kunnu vit sláa fast, at tað vinna teir ikki inn aftur. Spurningurin
Danmark. Og eg ivist ikki í, at henda tíð hevur givið báðum pørtum nógv, men tað var kanska mangan torført at fáa partarnar at viðganga, at so var. Og eg eri eins sannførdir um, at var tann neyðugu toleransan [...] Føroyum. Í Havn var eitt ávíst samstarv, meðan Tvøroyri uttan iva er tað plássið, har hetta samstarv var nógv tættast. Hví so var, eru ivaleyst fleiri orsøkir til, men tað tykist sum um, at bæði tann fakliga [...] Tvøroyri var sterkari enn aðrastaðir í landinum. Sum sagt verður í bókini um Fylking, so var Javnaðarflokkurin á Tvøroyri eitt barn av arbeiðararørsluni á staðnum, og her verður sjálvsagt ikki bert hugsað
vit nevniliga í ferð við at ota okkum inn á tann stóra spurningin, um ikki tann stórsta nakrantíð í Føroya politisku søgu, nevniliga um vit skulu loysa okkum úr aldargamla ríkisfelagsskapinum ella finna [...] ferð við at henda, og tað má endurspeglast í pressuni, tí ikki er mansbarn í Føroyum, sum ikki veit, at inntøkurnar á fíggjarlóg okkara eru um 3 milliardir, 1 milliard kemur inn í skatti,1 milliard inn [...] føroyinginum frá ,um nakað samsvar er millum hesi føgru orð, ella um hetta er ein beinleiðis roynd frá samgongupolitikkarum at blaka torvmold í eyguni á fólki? Annars hoyra vit dag og dagliga um, hvussu hart
eru ikki pírnir; teir ætla at fáa brøðratjóðina fyri eystan, Føroyum, við. Tað kom fram, tá ið Guðrun Augustdóttir, býráðsformaður í Reykjavík, var á privatari vitjan í Føroyum herfyri. Tá hitti hon umboð [...] landstýrið. ? Guðrun Augustdóttir segði, at hon fegin vil hava føroyingar við í tí, sum fer at henda í Reykjavík, tá ið býurin verður europeiskur mentabýur. Tí ætlaði hon sær at tosa við formannin í fyrireik [...] ini, sum er sjálvur forsætismálaráðharrin um henda spurning, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Fáa føroyingar lut í stóra mentunartiltakinum í Reykjavík um tvey ár, kann hugsast, at føroysk mentan og
Síðani bíðaði hon í nakrar mánaðar. Hon gjørdi seg liðuga við skúlan, og fekk summarfrí. Ein dagin fekk hon eitt bræv, har tað stó at hon var komin í finaluna. Í brævinum stóð eisini nær hon skuldi møta [...] fólk stóðu eisini og hugdu. Lív var fyrst í svørtum buksum og hvítari skjúrtu, síðani var hon í vetrarklæðum, og seinast var hon í einum summarkjóla. 45 minuttir seinni var alt liðugt. Anne Sofie frá Langeland [...] kappingin byrjaði skrivað ein sáttmála við Ford Models, og tí var tað ikki serliga óvæntað at hon vann kappingina. Kate Ford var ein av dómarunum. Hon hevur tikið yvir á Ford Models eftir sína kendu mammu,
ein tónleikari, og ikki ein brotsmaður. Seinni hevði blaðstjórin sagt, at hann aldrin føldi seg hóttan at lívinum og at hann valdi ikki at seta greinina í blaðið, tí at fløgan ikki var komin út, tá ið greinin [...] síðani hevur hon havt eina rúgvu av hittum. Seinasta hitti ð var "My All" av hennara seinastu fløgu "Butterfly" Fløgan fer eisini at innihalda nøkur nýggj løg, sum ikki eru givin út fyrr, og sum ikki hava verið [...] gera sína egnu fløgu. Hon hevur leingi vilja gjørt sína egnu fløgu, og er tí í gongd við at gera eitt studio í hennara egna húsi, har hon ætlar at taka tónleikin upp. Fløgan fer ikki at líkjast tónleikinum
Sproyngisbrekka, av tí at hon var so brøtt, so tað var ikki sørt, at eg stúrdi fyri at ganga hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga [...] Eg var við til at hjálpa mongum fuglfirðingi úr móðurlívi. Spenningurin kundi ofta vera stórur, um nú alt fór at gangast væl, og stór var frøin, tá alt var væl yvirstaðið. Tíðin, meðan bíðað var eftir [...] nærkaðust Bogunum, var sovorðin sjóvarilska, at vit vendu aftur, so farast mátti um Skarðið. Tað var kavi og illsligt veður. Eg tosaði fyrst við Poul Martin á Trøðni, men hann var ikki so væl fyri, hann
Finalan Sum sagt, verður finalan í ár hildin á Kambsdali, har hon var øll tey frystu árini. hetta er fyrst og fremst tí at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki vil hava tiltøk longur sum varða longri enn til miðnátt [...] hava fingið útgávusáttmála við Songrøddina eru, Jórun úr Vági, sum í 1984 gjørdist kend um alt landið við lagnum um »Frøknurnar«, Kristian Nystrøm, ið vann í 1993, og seinni gav band út saman við manning [...] innspælingum, Eyðfinn Jensen við m.a. Eyðfinn og Kári (Stórasystir og lítlibeiggi), og ikki at gloyma Turið Dam, sum síðan hon vann í 1984 hevur spælt við kendum bólkum í Føroyum og Hollandi. Songrøddin - ein