Íslendski høvuðsstaðurin, Reykjavík, er millum kosnu høvuðsstaðirnar, sum verða europeiskir mentanarbýir ár 2000. Tað er Europa Samveldið, sum hevur kosið 9 býir, harav tríggjar norðurlendskar, nevniliga Reykjavík, Bergen og Helsingfors.
Og vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu stóran týdning tað fær fyri íslendskt mentunarlív at fáa henda heiðurin. Ísland kann frammanundan breggja sær av at eiga eitt sera ríkt mentunarlív, har mentanin fær 2,5 % av Bruttotjóðarúrtøkuni og so nógv letur einki annað norðurland mentanini. Men íslendingar eru ikki pírnir; teir ætla at fáa brøðratjóðina fyri eystan, Føroyum, við. Tað kom fram, tá ið Guðrun Augustdóttir, býráðsformaður í Reykjavík, var á privatari vitjan í Føroyum herfyri. Tá hitti hon umboð fyri býráðið í Havn og landstýrið.
? Guðrun Augustdóttir segði, at hon fegin vil hava føroyingar við í tí, sum fer at henda í Reykjavík, tá ið býurin verður europeiskur mentabýur. Tí ætlaði hon sær at tosa við formannin í fyrireikingarnevndini, sum er sjálvur forsætismálaráðharrin um henda spurning, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.
Fáa føroyingar lut í stóra mentunartiltakinum í Reykjavík um tvey ár, kann hugsast, at føroysk mentan og list rættiliga kunnu gera vart við seg umframt at altjóða list og mentan verða at síggja í Føroyum.
? Íslendingar eru ógvuliga góðhjartaðir, fyrikomandi og vita ikki, á hvørjum beini teir skulu standa, tá ið vit vitja har. At vit fáa henda møguleikan er heilt ótrúligt og vit eiga at brúka hann, sigur Leivur Hansen.
Gott samstarv
Samstarvið millum Tórshavn og Reykjavík hevur altíð verið gott, ikki minst, tá ið Poul Michelsen var býráðsformaður í Havn. Tað hevur ligið eitt sindur í dvala í nøkur ár, men nú hevur Leivur Hansen í hyggju at fáa rættiligt lív í aftur. Tá ið umboð fyri Tórshavnar býráð vitjaðu í Reykjavík í oktober í fjør skrivaðu Leivur Hansen og Ingibjørg Sólrun Gísladóttir, borgarstjóri í Reykjavík undir eina avtalu, sum ber í sær, at ein grunnur verður settur stovn, sum skal økja um fatanina og samstarvið millum býirnar. Tað fer at bera til hjá fólki at søkja pengar úr grunninum, sum hava eini hvørji ørindi hjá hvør øðrum í tráð við andan í grunninum. Býráðið letur á hvørjum ári 50.000 krónur í Tórshavn-Nuuk grunninum og sama upphædd verður nú sett av til Tórshavn-Reykjavík grunnin, fyri fyrstu ferð í ár.
Tilknýti millum høvuðsstaðirnar
Herfyri skrivaðu Dávid Oddson, íslendski forsetin, og Jonathan Motzfeldt, grønlendski landstýrisformaðurin, undir eina víttfevnandi avtalu um samstarv á mentanar, politiska og á øðrum økjum. Tá ið Anfinn Kallsberg fer á vitjan í Grønlandi seinni í heyst verður avtalan økt at umfata Føroyar eisini.
? Tað fer at smitta yvir á høvuðsstaðirnar og føra við sær, at Tórshavn, Nuuk og Reykjavík fáa eitt tættari tilknýti. Norðurlendsku høvuðsstaðirnir hava ofta lyndi til at líta eystureftir og aðra staðir, men standa vit meir saman kunnu vit betri gera vart við okkum og stóra økið í útnorði. Sum er koma vit ikki rættiliga til orðanna fyri teim fólkaríku økjunum, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.