hædd. Aftur og fram gjøgnum húsini gekk leiðin, og hevði tú hug at støðga á, fekk hon við einum lítlum grenji, beinanvegin sett ferð á teg aftur. Jú, tryggir vóru hesir armar ið altíð loftaðu henni, og sum [...] av tínum nærmastu. Lættisoppaprát var ikki títt borð, tú elskaði at fáa gongd á kjak við tyngd í. Góða Nina, Herborg og Jóhan Petur, lívið kennist svárt. Tit, ið fyri fáum árum síðani mistu mann og pápa [...] Hóast tú bæði var friðarligur og fáorðaður, hevði tú eitt óvanliga gott tak á børnum. Børn elskaðu teg, eins og tú elskaði tey. Tú sá tað sum eina stóra æra at verða biðin til gubba, og gekk tú upp í hendan
gekk hann á odda saman við hinum mammubeiggjunum við at skemta og arga okkum ungu. Men hoylønin var góð - ríðitúrar, stórfamilju-útferðir í hagan og við Pressaranum út á Hósmøl og hugnaligar løtur á Trøðni [...] Poul í hinum endanum, gav mær boð um at flyta heim til Føroya at starvast á Skipasmiðjuni í komandi oljuvinnuni. Hesi átta árini á Skipasmiðjuni undir hansara leiðslu vóru sera góð og hava givið mær nógvan [...] Lækkar lið í gomlum garði fækkar frændum fylgisskarði hækkar meðan minnisvarði (Hans Dalsgaard) Nú Poul er farin er eitt tíðarhvarv farið um sýn. Havnin hevur mist ein son, ein reystan kappa og eina eldsál
vel þegar ég stóð í roki og rigningu á Molanum, bíðandi eftir glergámi Tröndar tvíburrabróður Páls, skítkalt á hausnum. Þurfti að setja á mig loðhúfu en varð horft á listamanninn hárprúða. "Það er ekki [...] við annan mann, á fund í Reykjavík, um Kaupmannahöfn. Þá kynntist ég þeim hjónum enn betur. Þau bæði skemmtileg í leik og starfi. Páll fylgdi líka sanfæringu sinni og var ekkert að liggja á henni. Það kom [...] Lifðu heill hinum megin og sjáumst síðar í endalausri veislu með himnaföðurnum. Skrifað á Nýfundnalandi, Jóhann V. Ólafsson
Bygdin er ung til bygd at vera. Bygd í 1833. Nógvir eru teir, sum eru nevndir á steininum, so prísurin er høgur, sum havið setur á, og sum henda unga niðursetubygd hevur goldið fyri. Eina av seinastu ferðunum [...] tað skuldi standa illa til, áðrenn hann fór aftur í ein gummibát. Sum 14 ára gamal, meðan hann var á sildarfeltinum við »Maritanu«, kom hann fast ur í spælið og fekk stóran skaða. Hann mátti sjórast í [...] um ævinleik an, og eg minnist okkurt. Alla halgannadag í 1966, tá fólkið byrjaði at ganga norður á minnis varðan, segði eg við bróður, at vit skuldu fara norður og vera við til minningarhaldið, tí hetta
hoyna á Miðisbyrgi og á Dalinum eru somuleiðis ógloymandi. Tómhentur var tú aldrin sovorðnar dagar. Vestur á Vatnið var farið við tráðu at fiska síl. Inn á Oyrarnar og út á keiina at fiska seið. Út á fjørðin [...] summar, tá knappliga høgg sást á føti og tann altíð bragdliga og káta røddin viknaði. Tú fór á eldrasambýli, fyrst í Vági, síðan á Tvøroyri, har góðar hendur vóru um teg. Men tá so hervilig sjúka afturat [...] lboðum. Á sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klippa seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum
fólkaskúlan sóust vit ikki so ofta sum áður, men tó av og á, og ikki minst til okkara regluligu klassasamkomur fimta hvørt ár. Tann seinasta var á Hotel Tórshavn í oktober í fjør. Hugnin var av tí allarbesta [...] hetta skuldi gerast endin. Vit komu at kennast sera væl í fólkaskúlanum. Fóru í 1. flokk saman niðri á Frúutrøð í 1972 og vóru í sama flokki tey komandi 10 árini, útivið helvtina av tíðini uppi í tí tá [...] var farin, vitjaðu vit yviri í Klokkaragøtu - Gunnar, Heri, Bogi og eg. Bjarki hevði forfall, og Jóhan var júst farin út at sigla. Vit tosaðu um gamlar dagar, og tað manglaði bara, at tú sat har og brosaði
vrakari og arbeiddi á flakavirkinum so leingi hann kundi. Tolina arbeiddi eisini leingi á flakavirkinum í Vestmanna. Trúfesti var sum sagt eitt eyðkenni fyri Tolini. Hon var eisini trúføst á tí kirkjuliga økinum [...] høvdu lætt við at koma í samband við fólk. Hetta samband varð eisini hildið við líka. Eina ferð var Dia á einum norðurlendskum fiskivinnufundi. Har kom hann at hitta ein svenskan ríkisdagsmann og kona hansara [...] Føroyar undir krígnum. Tá ið tey gomlu doyðu helt sambandið fram við teirra børn. Pápi Tolinu var Jóhan Tobias Mikkelsen, vanliga nevndur Tobias. Hann var føddur 20. september 1879 og doyði 17 januar 1922
eitt legg út til Svínoyar á hvørjum sumri. Men nú er Solveig eisini farin. Hennara seinasti túrur gjørdist eisini út til Svínoyar, og í dag verður hon jarðað undir liðinum á Poul Meyer, sum hon livdi saman [...] hetta kann serliga sigast um Siggu og Andrias og um teirra útróðrarsøgu í Íslandi. Pápi Solveig var Jóhan H.Z. Axel Petersen. Tey fingu tilsamans átta børn, og tey vóru (Bella) Johan, Solveig, Elias, Mikkjal [...] snúði seg um. Tá ið Solveig var vaksin, fór hon sum vanligt var hjá ungum fólki av oynni. Hon fór fyrst á sjúkrahúsið í Klaksvík at arbeiða, síðan fór hon til Havnar at tæna. Men so gekk leiðin norður eftir
Hann var giftur við Magnhild hjá Dánjal í Horni, soleiðis kom hon at kenna beiggja hennara Jóhannes. Men Jóhannes mátti hava tol. Fyrst skuldi Petra, sum vanligt hjá gentum tá í tíðini, síggja eitt sindur [...] búð hjá teimum, meðan tey hava gingið í skúla í Havn. Her komu framvegis ættarfólk í báðum ættum inn á gólvið. Sum ung var Petra í handli í Syðrugøtu. Seinni kom hon til Havnar at tæna hjá Bomm-Jens, sum [...] hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera hugnaligt. Tað verður saknur í Petru, men vit kunnu øll vera fegin
tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns! So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna. Lít á Harran av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal [...] eg sum eina heilt serstaka hending. Mitt á nátt komu einglarnir eftir henni. Tá vit tvær vikur áðrenn omma fór, komu aftur til Danmarkar úr Føroyum, var klokkan á vegginum hjá Heidi og Charlotte steðgað [...] dagar seinni steðgaði Johannes`sa klokkuradio - eisini á tríkorter til fýra. Tað var heldur løgið, og eg hevði kensluna av, at okkurt fór at henda skjótt á hesum tíðspunktinum. Tá mamma so ringdi og segði,