Til minnis um okkara elskaða gubba Jákup Olsen

føddur 31.07.1984 deyður 04.04.2010

Hóast tú bæði var friðarligur og fáorðaður, hevði tú eitt óvanliga gott tak á børnum. Børn elskaðu teg, eins og tú elskaði tey.

Tú sá tað sum eina stóra æra at verða biðin til gubba, og gekk tú upp í hendan leiklut við lív og við sál. Tú hálovaði øllum tí ið gubbabørnini gjørdu ella søgdu – og hervið gav tú teimum ta dýrabaru kenslu av at verða einastandandi. Eisini gav tú teimum eina av størstu gávum kærleikans - tína tíð.

Tú var gubbi at fýra børnum, Djóna, Súna, Ragnhild og Andras, men hóast tú ikki var skrivaður gubbi hjá øllum børnunum í nærumhvørvinum, so virkaði tú eisini sum gubbi hjá teimum. Mismun gjørdi tú ikki.

Sjálv eri eg mamma at guddóttrini Ragnhild, og dugi eg tí best at siga frá, hvat ið tú var fyri hana.

Tú var sera høgt í metum hjá Ragnhild – Jákup var millum fyrstu nøvnini ið hon dugdi at siga, og slapp tú eisini uppí part, tá ið hon skuldi hanga myndir av sínum kærastu upp í barnagarðinum, ella hon fekk hug at sussa í telefon okkurt kvøldi.

Í hugaheiminum hjá Ragnhild var tú sterkastur av øllum – hetta komst óivað av øllum lufttúrunum tú gav henni gjøgnum tíðina. Eisini legði tú ofta armar til tá ið Ragnhild, áðrenn hon dugdi at ganga, best dámdi at síggja heimin frá vaksnamanna hædd. Aftur og fram gjøgnum húsini gekk leiðin, og hevði tú hug at støðga á, fekk hon við einum lítlum grenji, beinanvegin sett ferð á teg aftur. Jú, tryggir vóru hesir armar ið altíð loftaðu henni, og sum so ofta ruraðu hana í svøvn.

Vanlukkudagin var tú, sum so ofta, hjá okkum og hugdi eftir fótbólti. Tá ið dysturin var av, gjørdi tú av at fara yvir á Toftavatn við hundinum Floru. Veðrið var av tí besta. ”Gubbi kemur oman aftur at spæla við Ragnhild, tá ið gubbi hevur verið túr við Floru”, var tað seinasta tú segði, áðrenn tú fór út fyri dyrnar á seinasta sinni. Hetta kvøldið fekst Ragnhild ikki til at sovna, tí gubbi hevði jú sagt at hann skuldi koma. Lítla menniskja grunaði ilt, tí tú var vanur at halda orð.

Tað verða ikki einans gubbabørnini ið fara at sakna teg ómetaliga nógv. Vit bæði, tú og eg, eru vaksin upp lið um lið, og havi eg enn ilt við at ímynda mær eina framtíð uttan teg. Sum við børnunum, gavst tú eisini okkum vaksnu tína tíð. Havi til dømis ikki tal á hvussu nógvar útvarps- ella sjónvarpssendingar, ið tú legði oyrur ella eygur til, tá ið tú visti at evni í sendingini nam eitthvørt áhugamál hjá onkrum av tínum nærmastu. Lættisoppaprát var ikki títt borð, tú elskaði at fáa gongd á kjak við tyngd í.

Góða Nina, Herborg og Jóhan Petur, lívið kennist svárt. Tit, ið fyri fáum árum síðani mistu mann og pápa, hava nú eisini mist son og beiggja. Troystin er, at ein dag savnast vit øll aftur heima hjá Harranum.

Eg vil hervið, vegna gubbabørnini, lýsa frið yvir minnini um okkara elskaða Jákup gubba, og takka tær Gud, fyri lán av tí deiliga menniskjanum Jákupi Olsen.


Kirstin