Til minnis um Tolinu

Tann 30. august andaðist Tolina Højgaard í Vestmanna.

Hon er ein av mínum gomlu vinum frá tíðini í Fiskimannafelagnum. Hon var nevnliga gift við Andreas Højgaard, sum var stjórnarlimur og næstformaður í FF í mong ár. Eg og Dia vóru sera væl til hansara seinasta dag, og tað sama gjørdist við Tolinu. Vit høvdu nokk so javnan samband hvørt við annað.

Dia var ein persónligheit og tað var Tolina eisini. Hon hevði eins og Dia eitt lætt lyndi, og tí var tað altíð ein fragd at vera saman við henni og at práta við hana.

Hetta skapti teimum, og eisini henni, nógvar vinir. Trúføst vóru tey eisini. Tey høvdu lætt við at koma í samband við fólk. Hetta samband varð eisini hildið við líka. Eina ferð var Dia á einum norðurlendskum fiskivinnufundi. Har kom hann at hitta ein svenskan ríkisdagsmann og kona hansara. Tey høvdu brævaskifti alla Diasa tíð, og tá ið Dia doyði, helt Tolina áfram við at skriva. Tað sama var við øðrum, sum til dømis norðmonnum, sum komu til Føroyar undir krígnum. Tá ið tey gomlu doyðu helt sambandið fram við teirra børn.

Pápi Tolinu var Jóhan Tobias Mikkelsen, vanliga nevndur Tobias. Hann var føddur 20. september 1879 og doyði 17 januar 1922, bert 42 ára gamal. Hann doyði av meslingum, áðrenn Tolina var fødd.

Mamman var Olina Mikelsen, vanliga nevnd Lina. Hon var fødd 31. maj 1892 og doyði 7. mars 1960.


Tolina varð tískil uppkallað eftir báðum foreldrunum. Systkini vóru Jóannes, Jógvan og Gretha. Tolina hevði eisini eitt heitt samband við síni systkin og teirra børn.

Tolina fekk nú ikki nakran blíða byrjan í lívinum. At missa pápan hevur ikki verið lætt í 1922, tá var jú nærum eingin almenn forsorg. Men mamman stríddi seg undan. Hon fór at hjálpa til hjá einum bónda fyri at vinna til lívsins uppihald, og her máttu børnini, og eisini Tolina, hjálpa til.

Hetta hevur lagt grund fyri teirri samfelagsskoðan, sum eisini Dia var ein partur av, nevniliga at vera í parti við tí minna menta. Í so máta vóru tey ikki bangin fyri at siga sína meining.

Seinni fór Tolina at arbeiða í fiski hjá Funnings Pól. Hon fór eisini eitt skifti til Havnar at tæna. Tá kom hon at hitta Dia, sum var úr Rituvík, og sum gekk á skiparaskúla. Tey vóru forlovað heili sjey ár, áðrenn tey giftust, og var hetta ikki óvanligt fyrr. Tey fingu tvey børn, Tove og Hans.

Dia var fiskimaður, so Tolina gjørdist fiskimannakona við allari teirri ábyrgd, sum hetta merkti fyri húsi og familju. Tað var skilligt, at tey høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Hjá Dia var alt Tolina, og tað sama var hin vegin hjá Tolinu.

Dia var eisini skipari, og hann sigldi eisini undir krígnum. Seinni gørdist hann vrakari og arbeiddi á flakavirkinum so leingi hann kundi. Tolina arbeiddi eisini leingi á flakavirkinum í Vestmanna.

Trúfesti var sum sagt eitt eyðkenni fyri Tolini. Hon var eisini trúføst á tí kirkjuliga økinum, soleiðis sum prestur tók til í kirkjuni. Hon vaskaði kirkjuna í 30 ár. Eisini var hon trúgv í missiónshúsinum og ikki minst í sjómanskvinnuringinum, har hon var ein teirra, sum skipaði fyri jólapakkum til sjómenninar. Eitt virksemi sum mangur sjómaður hevur verið takksamur um.

Tolinu og Dia fari eg at minnast tey bæði við takksemi.


ó.