Bartali. Í staðin fyri langan og keðiligan steðg, skar Guðrið ígjøgnum og spældi saman við restini av bólkinum pausutónleik, hetta hóast onkur tónleikari tyktist at hava hug til at muta ímóti. Hetta vísti [...] vísti innlit í tað, at ein framførsla leggur ábyrgd á herðarnar hjá teimum í standa á pallinum, at undirhalda tey, ið lurta, eitt innlit sum forbiðið nógv føroysk listafólk ikki hava. Tað er eisini heilt ótrúliga [...] indi rokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran vavstur. Eg haldi á onkran hátt, at hetta er líka føroyskt sum Týr og líka altjóða sum Portishead. Eg havi ikki hoyrt tílíkan tónleik áður, men hann
presturin í Havn umboðar? Tað kann ikki vera rætt, at hvør prestur í sínum lag skal gera av, hvørji sóknarbørn eru góð nokk. Tað kann als ikki góðtakast, at summi sóknarbørn mugu leita sær í aðra kirkjusókn [...] men sum ikki vil gifta fólk, sum eru fráskild. Hann segði, at í summum førum er hjúnaskilnaður neyðugur, hóast hann er ímóti at fólk skiljast. Tað er ein ørkymlandi støða, at fleiri prestar í Føroyum ikki [...] Kann ein maður sum prestur ikki gera sína skyldu sum prestur saman við einum kvinnuligum presti, jamen so hoyrir hann ikki heima í kirkjuni anno 2010. Kann ein prestur ikki uppafturgifta fráskild fólk
Tað lá á ljóði, at vøllurin við rennibreyt á Másheyggi á Eiðinum í Klaksvík fór at verða liðugur at taka nýtslu nú í heyst. Soleiðis verður tað ikki. Arbeiðið verður gjørt í vár, sigur Klaksvíkar kommuna [...] rennibreyt, men hetta arbeiðið er nú seinkað til komandi vár. Tá ið ein rennibreyt skal leggjast, er neyðugt, at veðrið er gott í fleiri fylgjandi dagar, og at tað ikki er ov kalt. Tí verður ikki longur mett [...] mett, at tað er gjørligt at leggja rennibreytina í ár. Viðvíkjandi fótbóltsvøllinum krevst eisini, at verðurlíkindini eru rímiliga góð í nakrar dagar, men henda álegging er ikki eins viðbrekin sum rennibreytin
Tað var ikki fyrr enn aftaná, at vit fingu at vita, at tað kundi verið álvarsligari, enn tað varð, greiðir ferðamaðurin frá. Hann leggur afturat, at tað sýntist sum alt var í lagið, uttan tað, at tey máttu [...] somuleiðis á, at ongin panikkur var umborð yvirhøvur, og at fólk als ikki vóru bangin, um hvat kundi henda. - Eg hugdi nevniliga rundan um meg, og tað sá ikki út til, at tað nervaði nakran, at vit vendu aftur [...] møguliga neyðlending í Vágum í gjár, so merktu ferðafólkini umborð onki til hetta. - Eg havi flogið nógv í mínum lívið, og hatta var helst róligasta lending, eg havi verið við til í Vágum, sigur Rólant Poulsen
Hettar líkar ikki felagskommununi í Vágum og Vága Vinnufleag, sum gera vart við, at Sam als ikki kemur at nøkta hendan tørv. ? Tí er væntandi, at siglingin um Vestmannasund fer at gera tað enn truplari [...] an í Vágum. Tí heita tey á myndugleikarnar: ?í fyrsta lagi at tryggja, at sambandið um Vestmannasund verður varðveitt á í minsta lagi sama støði, sum tað var fram til 31. oktober. ?í øðrum lagi at arbeiða [...] fyrstarætt við bátinum. Hetta ger, at vinnulív og ferðandi annars koma í aðru røð, tá knapt er við plássi. ?Ferðslan um flogvøllin økist í vhørjum. ?Vísast kann annars á generellu økingina í ferðsluni um alt
tú ikki inn á ynskiútbúgvingarstovnin, er ikki at fella í fátt, tí tað eru framvegis pláss eftir ymsastaðni Ongantíð áður hava so nógv fólk søkt um at sleppa inn á hægri lærustovnar í Danmark sum í ár [...] 000 sluppu inn. Hetta merkir samstundis, at 13.000 ikki sluppu inn. Á Altjóða Skrivstovuni meta tey, at millum eitt hálvt og eitt prosent av umsøkjarunum eru føroyingar. Hetta svarar til, at umleið 100 føroyingar [...] føroyingar ikki eru slopnir inn á útbúgvingarstovnin, tey hava ynskt. Men hesir kunnu royna onkran av teimum 180 útbúgvingum, har framvegis pláss er eftir, verður sagt av Altjóða Skrivstovuni í tíðindaskrivi
so var at basaltknúturin ikki var loystur heldur við hesi boringini, so høvdu vit vissuliga orsøk til at vera vónsvikin. Bjarni Djurholm heldur vit mugu hava tol, tí tað at finna olja er eisini at meta sum [...] fimtu ella fimtandi boring, tað veit tú ikki. –Men at teknisk framstig verða gjørd heldur lív í leitingini, og at tað er staðfest kolvetni á landgrunninum er við til at halda vónini á lívi. Nú seta vit so [...] so okkara álit til BP, sum fer at bora í næsta ár. Hetta var so ikki tað besta men heldur ikki tað ringasta.
smart agitatoriskt tiltak. Hetta merkir við øðrum orði, at ein longu undir viðgerðini eigur at boða frá, at ein fer at royna at fáa viðkomandi mál út til fólkaatkvøðu. Alt annað er at undirmáa demokratisku [...] tilgongdirnar. Vit eiga at halda fast við hetta, at í einum umboðandi fólkaræði sum okkara er tað løgtingið sum fyrst og fremst hevur ábyrgdina. Hetta merkir, at lóggávuvaldið verður útint gjøgnum løgtingið [...] ósemja er um ávís prinsipiell mál at koyra tey út til fólkaatkvøðu. Hetta hava vit heldur ikki tradition fyri. Tað er tí sera ivasamt at koma fram við uppskoti um at senda eina samtykta lóg út til fólkaatkvøðu
sleppa børnini í kommununi uttan iva í ein veruligan dagstovn. At enda má nevnast, at skúlin á Fossánesi í løtuni verður bæði umbygdur og útbygdur munandi. Hetta arbeiðið fer at kosta millum 6 og 7 mió krónur [...] kr. - Jú, eg haldi, at kommunan er hampiliga væl fyri, staðfestir borgarstjórin. Ætlanir í Hvannasundi Nógv virksemi er í kommununi í løtuni og onnur arbeiði fara eftir ætlan í gongd í framtíðini. Kirkjugarðurin [...] pening av til hetta – í ár 35.000 til rakstur og 300.000 til íløgur. Eitt gamalt mál er at gera eitt renovasjónspláss í bygdini. Hugsað hevur verið um ymisk støð, og nú er farið undir at gera hetta norðanfyri
eina avtalu um at seta hámark fyri kommunalar íløgur við í semjuna. Hann sigur, at tá kom stígur í málið og tað er ikki komið longri enn. Kortini sigur hann, at hann væntar eina loysn í næstu framtíð, [...] Mikkjal Sørensen um ætlanina hjá Javnaðarflokkinum í Tvøroyrar býráð at fáa Tvøroyrar Kommunu at keypa tað fyri at tryggja, at tað ikki glapp eldraøkinum í Suðuroy av hondum. Men tað hevur Mikkjal Sørensen [...] alment Les eisini: Hetta er ólógligt Mikkjal Sølrensen sigur, at tað eru ávísar orsøkir til, at keypið ikki er avgreitt enn, hóast tvey ár eru farin. Hann vísir á, at málið snýr seg ikki bara um Sambýlið