Slapp tú ikki inn á ynskiútbúgvingarstovnin, er ikki at fella í fátt, tí tað eru framvegis pláss eftir ymsastaðni Ongantíð áður hava so nógv fólk søkt um at sleppa inn á hægri lærustovnar í Danmark sum í ár. Fleiri enn 63.000 umsóknir komu inn.
Talið av upptiknum umsøkjarum var eisini metstórt, næstan 50.000 sluppu inn. Hetta merkir samstundis, at 13.000 ikki sluppu inn.
Á Altjóða Skrivstovuni meta tey, at millum eitt hálvt og eitt prosent av umsøkjarunum eru føroyingar. Hetta svarar til, at umleið 100 føroyingar ikki eru slopnir inn á útbúgvingarstovnin, tey hava ynskt.
Men hesir kunnu royna onkran av teimum 180 útbúgvingum, har framvegis pláss er eftir, verður sagt av Altjóða Skrivstovuni í tíðindaskrivi.
Meira um sama evni á heimasíðuni hjá Altjóða Skrivstovuni www.ask.fo.