Leikvøllurin á Másheyggi verður liðugur í vár

Trupulleikar við asvaltinum eru orsøkin til, at arbeiðið ikki verður gjørt nú í heyst

Tað lá á ljóði, at vøllurin við rennibreyt á Másheyggi á Eiðinum í Klaksvík fór at verða liðugur at taka nýtslu nú í heyst. Soleiðis verður tað ikki. Arbeiðið verður gjørt í vár, sigur Klaksvíkar kommuna, sum skrivar soleiðis:

 

Við leikvøllinum á Másheyggi fáa virknu íðkararnir í Norðoyggjum og ítróttafelagið Treysti sína fyrstu rennibreyt, og KÍ fær ein fótbóltsvøll afturat, sum stórur tørvur er á, tí trýstið á vøllin við Djúpumýru er stórt. Arbeitt hevur verið miðvíst við at fáa hesa verkætlan lidna nú í heyst, men tíverri hava avbjóðingar verið við asfaltinum í mun til strongu krøvini um javnleika, og hetta er orsøkin til, at arbeiðið við áleggingini av vølli og rennibreyt, ikki er byrjað enn.

 

Asfaltarbeiðið varð framt í juli, og ætlanin var, at arbeiðið við at leggja fótbóltsvøll og rennibreyt skuldi byrja beint eftir summarfrítíðina. Sáttmáli er gjørdur við veitara av vølli og rennibreyt, men hetta arbeiðið er nú seinkað til komandi vár.

 

Tá ið ein rennibreyt skal leggjast, er neyðugt, at veðrið er gott í fleiri fylgjandi dagar, og at tað ikki er ov kalt. Tí verður ikki longur mett, at tað er gjørligt at leggja rennibreytina í ár. Viðvíkjandi fótbóltsvøllinum krevst eisini, at verðurlíkindini eru rímiliga góð í nakrar dagar, men henda álegging er ikki eins viðbrekin sum rennibreytin. Tí liggur tað framvegis í kortunum at leggja graslíkið til fótbóltsvøllin á í heyst.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, harmast um seinkingarnar, men staðfestir samstundis, at verkætlanin hevur høga raðfesting.

 

- Allir partar hava arbeitt væl saman fyri at finna fram til eina góða loysn, soleiðis at dygdin á bæði rennibreyt og vølli kann uppfylla tær góðkenningar, sum eru ásettar fyri ein altjóða leikvøll, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.