Hóast øll tiltøk vóru sett í verk til ein møguliga neyðlending í Vágum í gjár, so merktu ferðafólkini umborð onki til hetta.
- Eg havi flogið nógv í mínum lívið, og hatta var helst róligasta lending, eg havi verið við til í Vágum, sigur Rólant Poulsen, ferðafólk. Hann vísir somuleiðis á, at ongin panikkur var umborð yvirhøvur, og at fólk als ikki vóru bangin, um hvat kundi henda.
- Eg hugdi nevniliga rundan um meg, og tað sá ikki út til, at tað nervaði nakran, at vit vendu aftur. Fólk sótu og lósu, og annars sótu tey og prátaðu saman, greiðir Rólant Poulsen frá.
Í góðum hondum
Tá avgerðin varð tikin at venda aftur, greiddi flogskiparin ferðafólkunum frá støðuni.
- Hann greiddi frá, hann ikki fekk læst eitt hjól, og at vit tí vendu aftur í Vágar. Annars var onki fjas. Flogternurnar gingu og prátaðu við fólk, júst sum vanligt. Tað var ikki fyrr enn aftaná, at vit fingu at vita, at tað kundi verið álvarsligari, enn tað varð, greiðir ferðamaðurin frá. Hann leggur afturat, at tað sýntist sum alt var í lagið, uttan tað, at tey máttu venda aftur í Vágar, og tí gjørdust eitt sindur seinkað.
Góð lending
Tornið boðaði løgregluni frá, at kanska fór at verða talan um eina lending, har neyðugt kundi verða at flogfarið fór út í bøin eftir lending, men sambært Rólanti Poulsen, merktu tey hetta ikki á nakran hátt.
- Tað kann vera, at flogskiparin hevur sett ferðina so langt niður, sum hann kundi, tí lendingin var millum tær róligastu, eg havi verið við til í Vágum, staðfestir Rólant Poulsen.