Ikki best men heldur ikki ringast

Hóast úrslitið av Brugduboringini ikki hóvar landsstýrismanninum í oljumálum, Bjarni Djurholm, er hann kortini fegin um, at henda boringin eisini hevur givið okkum nøkur positiv úrslit.

Her hugsar hann serstakliga um tað sannroynd, at tað ikki longur er ein trupulleiki at skula bora gjøgnum basalt. Hetta eru góð tíðindi fyri tey feløg, sum skulu bora á basaltinum komandi árini. –Vit hava gjørt nakrar tekniskar ”landvinningar”, sum hava stóran týdning. Um so var at basaltknúturin ikki var loystur heldur við hesi boringini, so høvdu vit vissuliga orsøk til at vera vónsvikin.

Bjarni Djurholm heldur vit mugu hava tol, tí tað at finna olja er eisini at meta sum eitt eydnuspæl. Um tú finnur hana við fimtu ella fimtandi boring, tað veit tú ikki. –Men at teknisk framstig verða gjørd heldur lív í leitingini, og at tað er staðfest kolvetni á landgrunninum er við til at halda vónini á lívi. Nú seta vit so okkara álit til BP, sum fer at bora í næsta ár. Hetta var so ikki tað besta men heldur ikki tað ringasta.