stilt og friðfult, at himmalin stóð í ljósum loga, og krútroykurin mundi ikki farið burtur. Frágera vakurt, tignarligt og hátíðarligt. Um tíggju ár er hevur Klaksvíkar kommuna hundrað ára føðingardag, og [...] vanligari útgávu, enn tað hevði verið hátíðardagarnar. Sum tað leið út á fyrrapartin seig mjørkin seg um Borðoyarnesháls, Háfjall, Halgafelli, Klakkin, Oyrafjall, Kjølin og Kunoyarnes, fram ímóti middegi [...] var ein ørgrynna av bilum, sum stóðu har í vikuskiftinum. Og Dúgvan førdi fleiri bilar og ferðafólk um Leirvíksfjørð, enn teir gjørdu í vikuni rundanum ólavsøkuna. Í fyrstu vikuni av av august ferðaðust
føddur 13. november í 1913 og er sostatt farin um tey níti. Aldur sæst næstan ikki á, og tá ið tú nærkast hugnaligu húsunum, sært tú heldur ikki nakað tekin um aldurdóm. Í túninum stendur ein myrkur Mazda [...] verja seg við. - Eg var ein av teimum, ið skjeyt eftir týska flogfarinum, sum at enda rýmdi. Sama dag hoyrdu vit um eitt flogfar, sum datt niður í Grimsoyarsundinum, og vit halda, at hetta var flogfarið, sum [...] sleppa av aftur við sigarettina, um viljin ikki er nóg sterkur. Eg royndi tvær ferðir. Fyrru ferðina gekk ikki, men seinnu ferðina var tað eingin trupulleiki. Spurdur, um hann hevur ansað eftir, hvat hann
liggur ein snotilig bók um 293 metrar langa og 13 hæddir høga ferðamannaskipið, Poesia, sum skuggaði fyri Havnini mánadagin. Sigurd stóð sjálvur fyri vitjanini og fegnast um, at alt gekk so væl, sum [...] hendan morgunin var frálíka gott, men tokan lá niður um miðjuna av Malinsfjalli. Ikki fyrrenn Sigurd var komin aftur til Klaksvíkar, frætti hann um sorgarleikin. Vildi síggja lunda At Sigurd Simonsen tíðliga [...] lottarínum at skipa fyri útferðum í Føroyum, tí veðrið er so óútrokniligt, og júst tá hann nevnir veðrið, rennur honum til hugs, at nú er kaldari enn fyrr. – Øll tosa um, at tað verður heitari, men hetta
síggi rættuliga væl, men hoyri ikki heilt væl. Men tey siga, at eg havi einki at gremja meg um, tí eg kundi tað sama verið 50 ár, men tað passar jú ikki. Men tað man vera mátin at vera uppá, at vera opin yvir [...] bert skemt, sigur Fanny. Ætlan um ellisheim síðani 1948 Men Fanny liggur ikki á løtu síðuni. Hon hevur, sum 90 ára gomul, fyri stuttum verið við til at endureisa málið um ellisheimið, ið ongantíð varð bygt [...] Keldu aftur, at um 2 ár skuldi eg sleppa at klippa bandið til ellisheimið. Tó ikki av tí gamla slagnum, men vardar íbúðir og sambýli. ? Hesum hava vit stríðst fyri, og teir hava lurtað. Um eitt hálvt ár
mans á sjónum, og hetta gav íblásturin til Johan Niclassen at fáa ein svimjihyl í Hesti, so menn í hvussu er skuldu duga at svimja, um illa vildi til. Men hetta er eisini enn ein søga um, at fólkið kláraði [...] hini bygdafólkini um at leggja torv í ovnin í skúlanum og leggja so nógv torv har, at tað var heitt fyri dagin. Eisini skuldi skúlin vaskast tríggjar dagar um vikuna, og tað var á sama hátt. Tað vóru eini [...] slíkum vanlukkum, varð eisini her sagt frá nógvum dreymum, sum kundu fatast sum eitt varsil. Oddmar, sonur tann umrødda Hans Poulsen, greiðir serliga frá einum dreymi, sum nógv var tosað um. Ein dagin fólk
rørslan vil gera tey til. Hevði ein fólkaatkvøða verið um hesa broyting, hevði hon allarhelst fingið eini 90 % undirtøku frá fólkinum. Sjálvt um Fyribyrgingarráðið og øll onnur, sum hava havt uppskotið [...] tann vanliga føroyingin. Tað er rætt at fara hóvliga fram, og sjálvt um hetta er ein lítil broyting rætta vegin, so er at fegnast um, at Landsstýrismaðurin er komin so langt við uppskotinum. Næstu ferð [...] Heðin Dánjalsson Poulsen Uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm um, at broyta rúsdrekkalógini er kærkomi hjá tí vanliga føroyinginum. Tí vanliga føroyinginum, sum við gleði og
seg - tað svarar til 20 prosent, vísa tøl, sum MFS hevur fingið frá Innlendismálaráðnum. Um støðan er hin sama í ár, ganga áleið 900 av teimum 1100 atkvøðunum leysar, harav tann størsti parturin er í Danmark [...] Umsóknarskjalið til lesandi uttanlands um upptøku á løgtingsvallistan finst her: http://www.imr.fo/index.asp?pID={0D892223-2153-47DA-8B40-5BB2B075C3FF} Fyri at hoyra nærri um átakið ber til at venda sær til
lesaran. Hetta sama hevur Jústinus eftir øllum at døma sett sær fyri at royna, og satt at siga tykir mær, at tað hevur eydnast rímiliga væl. Kanska tí, at hann longu á blaðsíðu 35 ávarar um, at hann fer [...] verður frá, og um søguna hjá býnum. Og so hesar sammetingarnar við viðurskiftini í Singapore og Oyndarfirði og aðrastaðni í Føroyum, sum vit alla tíðina fáa serveraðar. Her melur alt hvørt um annað. Hvussu [...] triðja, eg siti við frá Jústinusar hond, hesi seinastu trý árini. Og eins og hinar báðar fyrru, tær um Kaj Johannesen, er hendan ein frásøga við tí besta av kynstrinum, Jústinus klárar at borðreiða, Og
Jústinus Leivsson Eidesgaard. Hesuferð melir pennurin hjá Jústinusi seg ikki um fisk og tons, siðsøgu og rokskiparar, men um gerandisdagin hjá høvundanum og konuni í fjarskotna Singapore árini 1996-1999 [...] floghavnini til Allson hotel í Victoria Street. Tíðarmunurin ella jetlagið ger um seg. Vit leggja okkum klokkan ellivu um kvøldið, og klokkan fýra eri eg vakin aftur. Púrasta vakin, liggi og vendi mær [...] longdar, ella kvikar eiturkoppar. Tað eru bara tvey av guds djórum, sum eg veit um, sum vísa, at eg og Gud ikki hava sama smag. Tað eru rottur og morreyðir kakkulakkar. Uttan mun til, hvussu eg royni at
gera vart við, at tey eisini ynskja hetta navnið. Eru fleiri umsóknir um sama navn, og allir verða góðkendar, so verður drigin lutur um, hvør skal fáa rættin til navnið. Tað er tó ongantíð enn komið fyri [...] at søkja um, hvat navn tað skal vera. Fyritøkur v.m. eiga sjálvsagt rættin til síni egnu nøvn. Eisini altjóða skrásettar fyritøkur eiga rættin til síni egnu nøvn. Tað krevur loyvið frá hesum, um tú ynskir [...] nøvn at finna á Internetinum. Hetta upplýsir Petur Kirke, sum starvast hjá Fo-umsitingini. Talan er um føroyska navnaøkið á internetinum. Allýsingin er soljóðandi: .fo landøkið, sum eisini nevnist .fo ccTLD