Bert fimti hvør lesandi føroyingur uttan fyri Føroyar nýtti sín rætt at atkvøða til seinasta løgtingsval. Tað hevur MFS sett sær fyri at broyta.
MFS í Keypmannahavn sendir í dag tíðindaskriv út til miðlarnar, har óttin fyri føroysku valluttøkuni til Løgtingsvalið verður umrøddur. Felagið óttast fyri, at hundraðtals útisetar ikki nýta sín fólkaræðisliga rætt til at atkvøða í Føroyum.
Tey á leið 1100 lesandi uttanlands hava atkvøðurætt til løgtingsval, men
tey fægstu nýta sín fólkaræðisliga rætt at senda brævatkvøðu heim.
-Eg eri ovfarin av lágu valluttøkuni. Tað er sera týdningarmikið, at vit lesandi uttanlands taka lut og ávirka føroyska samfelagið, sigur Birita í Dali, forkvinna fyri Keypmannahavnarnevndina hjá Meginfelag Føroyskra Studenta, í tíðindaskrivi í dag.
Til seinasta løgtingsval í 2007 skrásettu einans 181 av 900 lesandi seg - tað svarar til 20 prosent, vísa tøl, sum MFS hevur fingið frá Innlendismálaráðnum.
Um støðan er hin sama í ár, ganga áleið 900 av teimum 1100 atkvøðunum leysar, harav tann størsti parturin er í Danmark.
-Allerhelst vita øll ikki av, at tey enn hava rætt til at atkvøða í Føroyum. Hjá øðrum er neyðugi áhugin møguliga ikki til staðar, og so eru tey mong, sum vilja atkvøða, men onkursvegna ongantíð koma so langt sum til at skráseta seg til tíðina, metir Birita í Dali.
MFS er longu farið undir at broyta støðuna. Hóskvøldið skipaði felagið fyri fólkatingsvalkafé, har eini 100 føroysk lesandi savnaðust. Her bjóðaði MFS ta tænastu at prenta skrásetingarskjøl, taka eintøk av lestrarkortum og hava brævbjálvar og frímerki klár. 40 lesandi nýttu møguleikan at útfylla umsóknina, sum MFS nú fer at senda heim.
MFS heitir á øll lesandi uttanlands at skráseta seg til valið sum skjótast, tí viðgerðin av umsóknunum kann taka langa tíd. Samstundis heitir MFS á kommunurnar at raðfesta umsóknir frá lesandi uttanlands, so veljarin nær at senda sina brævatkvøðu til Føroyar áðrenn valdagin.
Lesandi í Keypmannahavn kunnu venda sær til skrivstovuna hjá MFS í Føroyahúsinum týsdag og hósdag frá kl. 16 18.00, har felagið heldur fram at senda umsóknarskjøl.
Umsóknarskjalið til lesandi uttanlands um upptøku á løgtingsvallistan finst her:
Fyri at hoyra nærri um átakið ber til at venda sær til forkvinnuni í Keypmannahavnarnevndini hjá MFS, Biritu í Dali, á tlf. 26422722
Hesum boðar felagið frá í dag.