90% fyri at broyta rúsdrekkalógina

Heðin Dánjalsson Poulsen

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm um, at broyta rúsdrekkalógini er kærkomi hjá tí vanliga føroyinginum. Tí vanliga føroyinginum, sum við gleði og uttan at taka skaða av tí, kann njóta eina øl ella eitt glas av víni. Uppskotið ger lívið hjá tí vanliga føroyinginum eitt sindur hugnaligari, sum í góðum lag vitjar stevnir, festivalar og onnur mentunartiltøk í egnum landi, har hann nú við góðari samvitsku kann keypa sær eina kalda á staðnum.

Mótstøðan frá afturhaldsrørsluni er hørð, men tíbetur er tað bert ein lítil minniluti, har flestu oddafiskarnir eru kendir fyri teirra afturhaldssinnaðu og ekstremu hugsanir. Tað er í hesum høpi umráðandi altíð at hava í huga, at flestu føroyingar hava ongan trupuleika av rúsdrekka, og tey ungu í Føroyum eru als ikki verri fyri enn í okkara grannatjóðum, sum afturhaldsrørslan vil gera tey til. Hevði ein fólkaatkvøða verið um hesa broyting, hevði hon allarhelst fingið eini 90 % undirtøku frá fólkinum.

Sjálvt um Fyribyrgingarráðið og øll onnur, sum hava havt uppskotið til hoyringar, viðmæla uppskotinum hjá landsstýrismanninum, so eru framvegis summir politikkarir sum vita betur og siga at lógini ikki eigur at verða broytt. Eitt av teirra sjónarmiður er, at hetta er bara fyrsta stigi at liberalisera og verður uppskotið samtykt er væntandi, at fleiri liberaliseringar fylgja og tí er betur einki at gera, sjávt um Fyribyrgingarráðið ikki metur "at broytingarnar fara at føra við sær økta alkoholnýtslu ella hava aðrar óhepnar fylgjur". Hesum taki eg partvíst undir við, tí sjálvandi kann tað væntast, at tað fara at koma fleiri uppskot um broytingar. Tørvurin og livihátturin hjá tí einstaka broytist við tíðini og sjálvandi skal ein lóg til ein og hvørja tíð tillaga seg til samfelagið og ikki øvugt.

Tey somu fólkini, sum vóru ímóti Rúsdrekkasølu Landsins, eru í dag ímóti hesi broyting. Tey sum eru ímóti duga ella vilja ikki skilja, at meirilutin av Føroya fólki uttan trupulleikar umsita rúsdrekka uttan nakað sum helst himpr, og hví skuldi føroyingar verið so nógv verri enn onnur fólkasløg? At profilera sín politiska persón við at siga, at flestu føroyingar ikki duga at drekka við máta, er at niðurgerða tann vanliga føroyingin.

Tað er rætt at fara hóvliga fram, og sjálvt um hetta er ein lítil broyting rætta vegin, so er at fegnast um, at Landsstýrismaðurin er komin so langt við uppskotinum. Næstu ferð, ja tá verður tað kanska uppskotið, sum fer at gera tað møguligt hjá vanliga føroyinginum at keypa vínið á sama stað, har hann keypir steikina.