900.fo

Hóast tað í løtuni eru gott 900 fo-navnaøkið virkin, so eru Føroyar framvegis eftirbátur á økinum, heldur Petur Kirke, sum umsitur fo-navnaøkið

.FO

Í løtuni eru umleið 900 .fo nøvn at finna á Internetinum. Hetta upplýsir Petur Kirke, sum starvast hjá Fo-umsitingini. Talan er um føroyska navnaøkið á internetinum. Allýsingin er soljóðandi:
.fo landøkið, sum eisini nevnist .fo ccTLD (?country code Top Level Domain?), er tann parturin av økisnøvnum á internetinum, ið ICANN (?Internet Corporation for Assigned Names og Numbers?) hevur tillutað Føroyum nýtslurætt til, sí www.icann.org/cctlds/.
.fo økisnavn, sum eisini nevnist .fo Second Level Domain Name, er eitt skrásett navn á internetinum,sum endar við .fo, eitt nú nic.fo og tinganes.fo.
FO-ráðið er myndugleikin, sum sambært teimum av landssty?rismanninum í vinnumálum góðkendu viðtøkum hevur fingið ábyrgdina av umsitingini og ny?tsluni av landøkinum .fo á internetinum. FOráðið er tað, sum á internetmáli nevnist .fo ccTLD Manager.
FO-umsitingin (.fo ccTLD Operator) er tann tænastan, sum vegna FO-rá?i? hevur dagliga raksturinav landøkinum .fo. Frá 1. januar 2002 er FO-umsitingin løgd til pf FDS (Føroya Dátusavn).
Sambært Peturi Kirke eru í løtuni gott 900 virkin fo-økisnøvn. Av hesum eru nøkur, sum í næstum verða strikaði. Hesi eru eini 30-40 í tali. Hinvegin hevur Fo-umsitingin eini 15 umsóknir liggjandi.
Higartil í ár eru 192 nýggj nøvn stovnaði. Fyrr í ár kom Fo-umsitingin undir føroyska málsræði hjá Vinnumálaráðnum, og eitt Fo-ráð varð sett á stovn. Petur Kirke sigur, at teir høvdu roknað við fleiri nýggjum nøvnum, tá teir fóru ígongd. Umsóknirnar koma eisini stútt inn til umsitingina, og talið av fo-nøvnum veksur støðugt, men kanska ikki nóg skjótt.
?Eg haldi, at vit í nógvar mátar eru komin ógvuliga stutt í Føroyum á hesum økinum. Nógv vanlig og væl umtókt nøvn eru ikki tikin í Føroyum. Tað er spurningurin, hvussu leingi hetta verður galdandi. Tískil mugu fyritøkur og onnur eisini skundað sær. Um nøkur ár kunnu nøvnini, tey ætlaðu sær, verða tikin, sigur Petur Kirke.

Einki lutakast
Ynskir tú at ogna tær eitt fo-navn, so ber til at umbiðja tað sum A- ella B-økisnøvn. A-økisnøvn eru fyri skrásettar fyritøkur v.m., sum einsamøll eiga fullan rætt til eitt navn. Hetta skal so kunna skjalprógvast.
Við B-økisnøvnum verður søgan ein onnur. Her nýtist ikki nakað skjalprógv, men loyvi er at søkja um, hvat navn tað skal vera. Fyritøkur v.m. eiga sjálvsagt rættin til síni egnu nøvn. Eisini altjóða skrásettar fyritøkur eiga rættin til síni egnu nøvn. Tað krevur loyvið frá hesum, um tú ynskir at nýta eitt nú samsung.fo ella microsoft.fo.
B-økisnøvni verða sett á ein bíðilisa, har øll, ið vilja, kunnu gera vart við, at tey eisini ynskja hetta navnið. Eru fleiri umsóknir um sama navn, og allir verða góðkendar, so verður drigin lutur um, hvør skal fáa rættin til navnið.
Tað er tó ongantíð enn komið fyri, at neyðugt hevur verið við lutakasti.
Í løtuni standa nøvn sum helena.fo og jensen.fo á bíðilista. Tað eru mong, ið kundu fingið sær hesi nøvnini. Nøvnini standa á bíðilista til ávíkavíst 22. oktober og 5. november. Eitt annað navn, sum eisini stendur á bíðilista er planet.fo. Hetta navn er tó virkið, men bert fyribils, um eingin annar ger vart við seg.
Tað ber nevniliga til at fáa eitt navn fyribils fyri ein meirkostnað.
Annars er kostnaðurin fyri økisnøvn .fo íroknað Mvg: 1.200 kr. fyri eitt B-økisnavn og 600 kr. fyri eitt A-økisnavn. Harumframt verður goldið 600 kr. árliga fyri brúksrættin til .fo navnið.
Sum keypari fært tú brúksrættin til eitt fo-økisnavn í óavmarkaða tíð - so leingi tú rindar fyri tað og heldur galdandi reglar.