at síggja her á okkara leiðum, helt væl nøgdi B68 venjarin, Bill Jacobsen, eftir lokið stríð. Tað var hesa løtuna, at tað so rudduliga var staðfest, hvussu góðir senegalesisku spælararnir hjá B68 eru. [...] teir hava gott eyga fyri at spæla saman við føroysku viðspælarunum. Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B68, og tað kann fara at gerast heilt spennandi hjá Bill [...] miðvøllinum við at finna stevið aftur, sum í síni tíð bar landsliðsúttøku við sær, Kristian Anton Andreasen og Jóan Símun Edmundsson eru ágrýtnir og evnaríkir, og so eru tað ágrýtnu, arbeiðssomu og evnaríku ú
tyrla hevði verið tøk til flutning á Landssjúkrahúsið hesa løtu. At bíða eftir regluligu rutuni hjá Rituni, hevði tikið ov langa tíð hjá kvinnuni, soleiðis sum hon hevði tað. Jan sigur, at teir settu seg [...] løgdu leiðina út til Nólsoyar eftir kvinnuni. Edvard Kjeld, sum í mong ár hevur verið partur av Bjargingarfelagnum í Havn og eisini er í nevnd felagsins, sigur, at Lív var so skjótur í Nólsoy, at kvinnan [...] um tað. Jan Hansen, formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag, ásannar, at ein slíkur bátur kann vera líka so hentur á sjónum, sum ein sjúkrabilur er á landi. - Tað vísir seg, at fólk sum heild eru tryggari við
veðri í langa tíð. Hevur tað nakað við eitt ummæli av einari fløgu at gera, spyrt tú. Jú, tað hevur tað. Sært tú, tá tú fært eina fløgu í hondina og setir hana í fløguspælaran í bilinum, so hevur tað [...] hvat eg dugi-slig. Men tað er ikki neiligt at gera tað. Er tað ikki tað, vit øll gera hvønn dag, so ella so? Í hvussu er haldi eg, at ein og hvør tónleikari eigur at gera tað – At gera sítt besta hvørja [...] eg fekk hana. Sólin skínur enn. Faktisk haldi eg, at eg eri farin at trúgva, at sløkki eg fløguna, so slóknar sólin. Hetta er ein tónleikaútgáva frá einum tónleikara til aðrar tónleikarar. Kanska eitt
gjørdi ljóðroynd, tá eg so tímiliga møtti upp saman við tveimum vinmonnum bara fyri at finna útav, at Haraldur (E ELSKI FØRJAR) so sanniliga hevur rætt viðvíkjandi føroyskari tíð. Kl 21 merkir ikki kl 21 [...] um, nevniliga harðan 70'ara rokk. Um tú vart ungur tá, so er góður møguleiki fyri, at tær dámar tónleikin, sum teir borðeiða við. Um ikki annað, so kann upplivilsið gerast eitt feitt nostalgi-tripp, tí [...] flyta seg). Mann freistast til at spyrja »hvar er langa hárið og leðurjakkarnir?« Tað hoyrir næstan til, um mann vil vera sannur ímóti stílinum. Hinvegin, so vænti eg ikki, at limirnir í bólkinum leggja stórvegis
bransjan er so fokkin hørð. Tú verður testaður í høvd og reyv alla somlu tíðina. - Samstundis sum at eingin tók ímóti okkum, høvdu vit heldur ongan kapital. So Chief tók lán uppá seg sjálvan, og so settu vit [...] vóru reglurnar. - Tað vóru nøkur ting, ið kravdu langa tíð at umhugsa og tyggja uppá. M.a tað at syngja á donskum, tí eg dugdi slett ikki danskt. Men tá eg so at enda svølgdi stoltleikan eitt sindur og royndi [...] tí eg havi altíð kent tað soleiðis, at mann má renna eftir lívinum; at eg havi alt ov lítla tíð til at uppnáa alt tað, ið eg vil. Eg ætli mær so ræðuliga nógv, og um eg skal alt, má eg undirprioritera
eksploderaði? - Alt hetta við splittaðum samleika, at Karl Anton doyði og so alt hitt, sum er so torført at seta orð á, tað át so nógv uppá sálina. Og hesin svakligi ballingartúrurin útloysti eina fúla [...] og ein sparkaði, soleiðis at hurðin ikki brotnaði. Vit fóru inn og larmaðu so nógv, sum vit kundu, inntil onkur kom, og so rýmdu vit út gjøgnum vindeygað, greiðir Mikkjal frá um, hvussu hann byrjaði við [...] innaní mær; at føla nakað. Tað var antin tað ella at sniffa bensin og gass, sum eg eisini gjørdi í langa tíð og havi tikið skaða av. Heilin hjá mær riggar ikki altíð optimalt. Eg havi ringt við at læra summi
tað, ið upplivað er. Ein kontemplativ útfoldelse, sum manifesterar seg inni í áskoðaranum í langa tíð eftir sjálvt upplivilsið. Við Athøllini er tankin dialogur. Samrøða. At verða saman um at úttrykkja [...] hárini reistust, so hugtakandi er Hanusar pallnærvera. Tá vóru vit eisini væl upphitað av kantatuni “Jørð”, sum er skapað til 25 ára hátiðarhaldið, orð eftir Róa Patursson, tónasmíð eftir Kára Bæk, frumframførd [...] tað ér nærum so, at tað er vorðið pensum í skúlanum at vita, hvaðani glasið í Norðurlandahúsinum kemur, stálið, grasið, træið, grótið. Partur av almenna dannilsinum í Føroyum, um mann so má siga, og lukkutíð
líður. Eg eri sera harmur um, at tað tók so drúgva tíð at fáa málið lagt fyri tingið. Men orsøkin var í stuttum, at vit (Javnaðarflokkurin) ynsktu at mýkja málið so mikið, at arbeiðstakarafeløgini kundu liva [...] ørkymlandi, at Sonja leggur eftir mær og Javnaðarflokkinum. Men soleiðis er so mangan. Men tá Sonja sigur, at eg ikki havi megnað at fingið skipaða viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, so lat meg minna hana og [...] arbeiðstakarunum. Hetta skuldi verið ein góð fyribilsloysn, so leingi partarnar á arbeiðsmarknaðinum ikki eru komnir ásamt um eina fastlønarskipan, og so leingi sum eftirlitsskipan landsstýrisins ikki er farin
Gongst sum ætlað kemur tað fyrr so kenda týska bilmerki, Borgward, aftur á marknaðin um ikki so langa tíð. Borgward var ein týsk bilverksmiðja, sum varð stovnað í Bremen av Carl F. W. Borgward (1890 - [...] varð navnið stytt til Borgward 2000, sum seinni varð til Borgward 2300 og varð framleiddur til 1942. Eftir kríggið kom Borgward Hansa 1500 á marknaðin, sum í 1954 varð avloystur av Borgward Isabella, sum varð [...] abbasonur Carl Borgward, Christian Borgward, sum hevur ætlanir um at koma á marknaðin við aftur við tí fyrr so kenda bilmerkinum Borgward. Týska blaðið ”Welt am Sonntag” skrivar, at sambært Christian Borgward er
fyri ússaligasta avrikinum í langa tíð. Gestirnir av Skála vóru komnir í høvuðsstaðin at verja eina stigi, og hóast árstalsfelagið var á bóltinum so at siga allatíðina, so høvdu teir ikki ein einasta veruliga [...] millum teir fyrstu ellivu, men júst sum restin á liðnum, so høvdu teir lítið at bjóða. Gestirnir av Skála lótu B36 hava bóltin, og tað riggaði fyri so vítt. Heimaliðið fekk ongantíð ferð á spælið, og serliga [...] verjuparturin hjá Skála fekk vart fyri atsóknunum. Júst so friðaligir sum fjepparafelagið hjá árstalsfelagnum, White Tigers, var á áskoðaraplássinum, júst so friðaligir vóru leikararnir á vøllinum. John Petersen