Lív longu havt tvær uppgávur

Bjargingarbáturin Lív fekk longu sína fyrstu uppgávu, tá hann var á veg av svensku verksmiðjuni til Gøteborg. Tá var tað svenska løgreglan, sum bað bátin koma sær til hjálpar. Á veg úr Kollafirði til Havnar – stutt eftir dópin – var Lív í Nólsoy eftir einari kvinnu, sum hevði nógva pínu og flutti hana eftir lítlari løtu til sjúkrabilin á bryggjuni í Havn

Lív

 

Nýggi bjargingarbáturin Lív hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg (LFB), sum varð handaður og dóptur í Kollafirði leygardagin, fekk sína fyrstu uppgávu longu á royndartúrinum.

Formaðurin í Nólsoyar Bjargingarfelag, Jan Hansen, var við til hátíðarløtuna í Kollafirði.

Um sama mundið, sum báturin var staddur á Tangafirði á veg til Havnar, fekk Jan boð um, at ein kvinna í Nólsoy hevði nógva pínu og hevði brúk fyri skjótari læknahjálp.

- Kvinnan tordi ikki í tyrluna, og tað vísti seg at vera trupult at fáa fatur á báti í eini handavend. Í aðrar mátar vita vit ikki, um tyrla hevði verið tøk til flutning á Landssjúkrahúsið hesa løtu. At bíða eftir regluligu rutuni hjá Rituni, hevði tikið ov langa tíð hjá kvinnuni, soleiðis sum hon hevði tað.

Jan sigur, at teir settu seg í samband við menninar, sum hesa løtu vóru umborð á Lív, og teir løgdu leiðina út til Nólsoyar eftir kvinnuni.

Edvard Kjeld, sum í mong ár hevur verið partur av Bjargingarfelagnum í Havn og eisini er í nevnd felagsins, sigur, at Lív var so skjótur í Nólsoy, at kvinnan var ikki komin oman á bryggjuna, tá báturin legði at.

- Eg havi skilt, at sjúkrabilurin í Havn júst var komin á bryggjuna, tá bjargingarfólkini umborð á Lív vóru komin til Havnar við kvinnuni.

Edvard vísir á, at bjargingarfeløgini onga beinleiðis avtalu hava við Landssjúkrahúsið um sjúkraflutning, men nýggi báturin hevur børu umborð og hevur møguleika at gera slíkar uppgávur, um heitt verður á feløgini um tað.

Jan Hansen, formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag, ásannar, at ein slíkur bátur kann vera líka so hentur á sjónum, sum ein sjúkrabilur er á landi.

- Tað vísir seg, at fólk sum heild eru tryggari við sjóvegis flutningin enn tyrluna, og her er tað serliga Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum hevur verið okkum hentur.

Jan heldur, at sjúkraflutningurin hendan dagin við Lív gekk sera væl.

 

Eisini í Svøríki

Nýggi bjargingarbáturin hjá LFB er bygdur í Hunnebostrand í Svøríki, men longu á ferðini til Gøteborg, haðani báturin kom við Faroe Ship til Føroya, fekk hann sína allar fyrstu uppgávu.

Lív hevur soleiðis longu havt tvær ítøkiligar uppgávur, áðrenn hann alment er vorðin tøkur í tænastu.

- Vit hava keypt bjargingarbátin um Svenska Sjøredningstjenesten (SSRS), og tá teir vóru á veg av verksmiðjuni við bátinum, setti svenska løgreglan seg í samband við teir. Uppgávan var at sigla til lands eftir tveimum løgreglumonnum, sum skuldu førast út á ein stuttleikabát, sum tyrla hjá løgregluni fleyg yvir. Talan var um eina familju á bátinum, har bátseigarin ella skiparin helst var fullur og soleiðis kundi vera til vanda fyri trygdina hjá fólki og báti.

Edvard sigur, at Lív var júst staddur á hesi leiðini og flutti løgreglumenninar út á stuttleikabátin.

- Løgreglumenninir fingu stuttleikabátin við manning trygt til lands, og vit hava skilt, at bátseigarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkasigling.

Hann vísir á, at uppgávan hjá SSRS í Svøríki, sum bert fæst við hjálp og bjarging á sjónum, í fyrsta lagi er at vera hin hjálpandi hondin – og ikki hin ”langandi” hondin.

- Hetta er eisini uppgávan hjá bjargingarfeløgunum í Føroyum, tó at bjargingarfeløgini her heima eisini taka sær av hjálpar-og bjargingaruppgávum á landi, sigur Edvard.

 

Altíð mannaður

Tað eru bjargingarfeløgini í Havn, Nólsoy og Kollafirði, sum eftir eini skipan koma at hava bátin liggjandi tøkan til uppgávur, og tað verður Jens Hansen, nevndarlimur í Havnar Bjargingarfelag, sum kemur at hava umsjónina við bátinum.

- Lív kemur at liggja bæði í Havn, Kollafirði og Nólsoy, og fýra mans verða knýttir at bátinum í eini skiftisskipan, meðan fýra aðrir verða tøkir sum ”back-up” menn, um onkrum skuldi borist frá, tá báturin verður kallaður til uppgávur.

Edvard Kjeld sigur, at í minsta lagi ein skipari, ein navigatørur, ein maskinmaður og ein bjargari verða knýttir at bátinum í senn.

- Er talan um bráðfeingis sjúkraflutning, kann báturin fara avstað við tveimum monnum, skipara og maskinmanni. Soleiðis kann eisini gevast pláss fyri tveimum portørum. Annars verður manningin lagað eftir uppgávuni, sigur hann.