Borgward koma aftur

Eitt av best kendu týsku bilmerkjunum frá tíðini áðrenn og eftir seinna heimsbardaga, Borgward, fáa nú »comeback« við einum heilt nýggjum bili, sum verður gjørdur við gomlu Borgward, ið fóru á húsagang í 1961, sum fyrimynd

Gongst sum ætlað kemur tað fyrr so kenda týska bilmerki, Borgward, aftur á marknaðin um ikki so langa tíð. Borgward var ein týsk bilverksmiðja, sum varð stovnað í Bremen av Carl F. W. Borgward (1890 - 1963). Verksmiðjan byrjaði í smáum í 20-unum við einum 3-hjólaðum akfari, ið nevndist Blitzkarren, sum var nógv nýtt til postflutning tá í tíðini.


Í 1929 yvirtók Borgward fyritøkuna Hansa Lloyd AG, og í 1937 kom Hansa Borgward 2000 á marknaðin. Tvey ár seinni varð navnið stytt til Borgward 2000, sum seinni varð til Borgward 2300 og varð framleiddur til 1942.


Eftir kríggið kom Borgward Hansa 1500 á marknaðin, sum í 1954 varð avloystur av Borgward Isabella, sum varð væl umtóktur og tann mest seldi av øllum Borgward modellunum. Seinni í 50-unum kom Borgward P100 á marknaðin.


Men í 1961 var Borgward ævintýrið í Bremen liðugt, tá verksmiðjan fór á húsagang.

Í 1963 varð verksmiðjan seld til Mexico, har framleiðslan av Borgward Isabella og P100 helt fram til 1970.


Borgward konsernin framleiddi framleiddi bilmerkini: Borgward, Hansa, Goliath og Lloyd.


Framleiðslan byrjar


Tað er abbasonur Carl Borgward, Christian Borgward, sum hevur ætlanir um at koma á marknaðin við aftur við tí fyrr so kenda bilmerkinum Borgward. Týska blaðið ”Welt am Sonntag” skrivar, at sambært Christian Borgward er tað ikki ein spurningur um bilmerkið Borgward kemur aftur á marknaðin, men einans ein spurningum um nær framleiðslan byrjar.


Christian Borgward hevur savnað ein bólk av investorum, sum eru til reiðar at seta kapital í Borgward verkætlanina. Talan verður um eina nútímans útgávu við Borgward frá 50 og 60-unum sum fyrimynd.


Tað er fyrrverandi Mercedes-Benz og Saab designarin Einar Hareide, ið hevur teknað nýggja bilin, sum líkist Borgward Isabella, sum Carl Borgward sjálvur teknaði.


Hvar framleiðslan av nýggja Borgward verður, er ikki greitt enn, men eftir ætlan verður ein konseptbilur sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í 2009.


Árliga framleiðslan væntast at blíva millum 30.000 og 50.000 bilar. Talan verður helst um ein væl útgjørdan luksusbil.