Ummæli
Jónheðin H. Tróndheim
Sól. Tað hevur verið av allarbesta veðri í langa tíð. Hevur tað nakað við eitt ummæli av einari fløgu at gera, spyrt tú. Jú, tað hevur tað. Sært tú, tá tú fært eina fløgu í hondina og setir hana í fløguspælaran í bilinum, so hevur tað nógv at siga, at hon passar væl við veðrið. Í hvussu er ávirkast tín móttøka av útgávuni av tí lagi, tú ert í, tá tú fært hana.
Sjálvnevnda útgávan hjá Benjamin var heppin. Sólin skein, tá eg fekk hana. Sólin skínur enn. Faktisk haldi eg, at eg eri farin at trúgva, at sløkki eg fløguna, so slóknar sólin.
Hetta er ein tónleikaútgáva frá einum tónleikara til aðrar tónleikarar. Kanska eitt sindur: Hygg, hvat eg dugi-slig. Men tað er ikki neiligt at gera tað. Er tað ikki tað, vit øll gera hvønn dag, so ella so? Í hvussu er haldi eg, at ein og hvør tónleikari eigur at gera tað – At gera sítt besta hvørja ferð og tora at blíva sáplaður niður ella ikki. Tað er dirvi. Vert er at hava í huga, at uttan konstruktivan kritikk kemur tú ongan veg.
Hendan útgavan er OK, og Benjamin er ein hamrandi góður gittarleikari. Stutt og greitt. Men fyri tína skuld skal eg fara at skriva eitt sindur meira um fløguna.
Tað er siðvenja, ikki at kalla tína fyrstu útgávu fyri nakað annað enn navnið á bólkinum ella á tær sum tónleikara. Hesari siðvenju hevur Benjamin fylgt.
Fløgan er skemtiliga prýdd. Forsíðan er prýdd við nøkrum fittum fjøllum, sum hava bein. Hetta gongur aftur inni í húsanum eisini. Mær dámar væl húsan, tí hann avspeglar fullkomiliga tónleikin, og so hevur hann eitt sovorið stuttligt twist við hasum fjøllunum, sum dansa.
Tað er Sámal Blak, sum hevur prýtt húsan.
Tónleikurin á fløguni er eitt sindur blandaður. Men kortini er ein greið linja gjøgnum allan tónleikin. Fyri mær virkar fløgan sum ein útgáva, ið Benjamin kann brúka sum eitt visitkort. Hon er ógvuliga breið í framførslunum, so tú fært eina greiða fatan av evnunum hjá Benjamin. Hann er ein gittarsnillingur, og hetta er ein fín útgáva til at vísa øðrum breiddina í evnunum.
Fløgan byrjar við einum fittum lagi, sum hann kallar »Father«. Hetta er eitt einfalt lag, sum situr sera væl. Eivør hevur eisini brúkt sína rødd í hesum lagnum. Hetta er eitt av teimum løgunum, sum bara sita, og sum tú ikki gloymir aftur. Laaaalalalalaaaaaaa osv osv.
Í næsta lagnum verður skift sjangra, og tá verður stílurin meira funk-fusjónsligur. Men aftur her megnar hann at fanga lurtaran við einum einføldum riffi, sum heldur solostykkjunum saman.
Lagið, mær dámar allarbest, er triðja lagið á fløguni. Tað kallast »Caantus for life«. Hetta er eitt meira akustiskt lag, har Benjamin spælir leysari enn í teimum fyrru løgunum. Her hugnar hann sær á einum akustiskum gittara, og eg haldi ikki, eg fari skeivur, tá eg sigi, at her er hann allarbest.
Í lagnum »Um Jacques« verður tempoið sett eitt sindur hægri upp, og eisini her verður sjangran skift eitt sindur. Men tað, mær dámar, er, at tú ivast ikki í, at hetta enn er tann sama fløgan, tú lurtar eftir.
Vandin er nemliga, tá tú skiftir ov nógv millum sjangrur, at lurtarin missin samleikakensluna. Also hann kennir ikki tónleikin aftur. Men tað megnar Benjamin at halda um við framførsluni.
Tað einasta lagið, mær ikki dámar á fløguni, er »Has the Pat«. Tað er nakað háskúlasligt. Men vit yvirliva. Kanska er tað ein tribute til Pat Metheny ella okkurt, men lat tað liggja.
Eitt annað av løgunum, ið mær dámar sera væl, er »Homage to My love«. Einfalt og »lekkurt«, og kortini hevur tað ein twist av onkrum stuttligum.
Seinasta lagið kallast »Come Down«. Tað er faktiskt einasta lagið á fløguni, har tekstur verður sungin. Hetta lagið er rættiliga fangandi, og av tí sama skilji eg ikki, hví tað er seinasta lagið á útgávuni. Men lat eisini tað liggja. Tað skemmir ikki útgávuna.
Yvir øllum liggur so ein jazzkensla, sum Benjamin hevur lagt omaná alt.
Ljóðið dámar mær væl. Tað er Jens L. Thomsen sum hevur miksað fløguna, og tað hevur hann megnað til fulnar. Mær dámar sera væl soundið, sum hann hevur. So til tykkum, sum eru í holtur við eina útgávu – Jens ger feitt ljóð.
Vell, alt í alt ein fín útgáva.
Fýra av seks stjørnum frá mær.
Hoyr løgini »Father« og »Um Jacques« á myspace.com/benjaminpetersen