onkur torir at steðga hesi viðvendu Robin Hood-samgonguni. Ikki tí. Tað er nóg ringt sum er. Sambært landsstýrismanninum sjálvum, so er úrslitið av tí, sum hendan samgongan longu hevur framt: (1. Eitt verkafólk [...] hjá ABC-samgonguni, rakar gerandisdagin hjá føroyingum øllum. ((Hvat hevur eitt vanligt verkafólk eftir í krónum og oyrum, tá skatturin er goldin og øll hini gjøldini, sum samgongan hevur samtykt: Inngjald [...] knappar 40.000 krónur beint niður í lumman. Hjá verkafólkinum er sostatt talan um eina realønarlækking uppá millum 1 og 2%. Hjá tí ríka er talan um eina hækking í reallønini uppá umleið 7%! Og hetta hendir
møguleikar. Tað er umráðandi at vit síggja, hvat vit kunnu gera betri, og tað er eisini ofta á slíkum ráðstevnum, at nýggj hugskot koma fram, sigur Regin Jacobsen. Ráðstevnan í Brússel er hin størsta av [...] við á slíkum ráðstevnum, tí tað er her, at kundar og leverandørar hittast. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum er ein av teimum 15 føroysku fyritøkunum, sum er við á European Seafood Exposition [...] Tað er á hesum ráðstevnum, tú kanst tosa við tínar kundar og finna útav, hvat rørir seg í marknaðinum, sigur Regin Jacobsen. Hann sigur, at tú lættliga kanst tosa við upp móti 200 kundum, og tað er ikki
eplir, røtir, grønmeti, seyður, gæs og dunnur og hvat annars kann fáast burturúr sum hugurin er til. Tó er í løtuni ein bíðirøð hjá Býráðnum har umleið 400 fólk hava umsóknir liggjandi – summar fleiri ára [...] hann og innan mind-fullness rákið er áhugin fyri urtagarðsterapi skjótt vaksandi. Tey eydnusomu sum hava eina trøð ella urtagarðsstykki hava stóra gleði av hesum, søtur er sjálvgivin biti um tað so eru eplir [...] Tað hevur altíð verið stórur áhugi í Havn fyri at velta og at hava urtagarð og er tað ein sonn frøði at síggja teir nógvu vøkru urtagarðarnar sum nú standa í fullum blóma. Kinverski heimsspekingurin Konfutze
koma um hvønn dag. Best av øllum er sóljan, vakurleikin frá náttúruni, tann vónin sum kemur fram hvørt vár, segði Óli Samró. Bókin er útgivin á forlagnum ELRI. Elri er navnið á trænum, sum bleiv plantað [...] dagur fyri seg, fyri Janu og fyri øll, sum hava arbeitt fyri teimum menningartarnaðu í Føroyum. Bókin er um tey fyrstu 14 árini hjá Janu, og um stríðið hjá foreldrum hennara Helenu og Hanus Samuelsen, sum [...] bókina, við ávísum treytum. Fyrsta treytin var, at eingin slapp at ávirka hana, hvørki stílin ella hvat hon skrivaði um, tí hon vildi ikki koma í ta støðu, at kunna ákærast fyri at gera bílagt arbeiði.
Mangan verður hildið, at Noreg er eitt av heimsins ríkastu londum. Men, hóast hetta, eru eisini fólk í landinum, sum ikki eiga nóg mikið til at breyðføða seg og síni. Tað vísir eisini myndin her oman fyri [...] , sum má loysast politiskt. Vit kunnu ikki bíða. Í dag hava vit serliga nógv at gera, og ein orsøk er helst miðlaumrøðan, sum verið hevur, og sum vit eru ógvuliga fegin um, sigur dagligi leiðarin. Ein [...] so nógv, eg kundi. Eg hugsaði, at tað serliga mundi vera døgurðamatur, sum var eftirspurdur. Men, hvat hugsaði Henrik Ryttmar Ruus, tá hann sá longu bíðirøðina eftir mati? - Eg má siga, at eg táraði. Her
- Hvat skal eg brúka tað til? Svarið kemur skjótt og knapt frá Regini Jacobsen, tá hann verður spurdur um tað ikki er freistandi at selja partabrøvini í familjufyritøkuni Bakkafrost. Eftir at norski alirisin [...] Salmar í desember í fjør seldi síni partabrøv í Bakkafrost er forstjórin nú næststørsti eigari við 9,3 prosentum av partabrøvunum. Størsti eigarin er Oddvør Jacobsen, einkjan eftir ein av stovnarunum, Hans [...] partabrøvunum. Í dagsins virði hava hesi partabrøvini eitt samlað virði á heili 808 milliónir krónur. Tað er tann upphæddin, ið móðir og sonur kundu fingið, um tey valdu at fara út á keypsskálan í Oslo og har
fyri at fáa eina mynd av hvat tørvurin er. Tað verður møguliga neyðugt at justera eitt sindur á upphæddirnar, so hvør familja og barn fær sum mest møguligt burturúr. - Vanliga er tað so, at tær familjurnar [...] góður tokki var úti í gjár, vóru tað 402 familjur við 799 børnum, ið høvdu søkt um jólahjálp. Tað er Barnabati, ið stendur fyri Í menniskjum góður tokki. Leiðarin fyri Barnabata, Djóni Eidesgaard, upplýsir
gera nærri viðmerkingar til, hvat grundarlagið er undir handtøkuni og ákæruni móti 41 ára gamla manninum. Framsetingin av manninum fór fram fyri afturlatnum hurðum. Tað er ikki greitt í tíðindaskrivinum [...] Ein 41 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í 25 dagar í einum máli, har hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein 20 ára gamlan mann í Nuuk í Grønlandi, skrivar Grønlands Politiið í tíðindaskrivi
4000 pund, metir skiparin, Kristin Hansen sum upprunaliga er nólsoyingur, men sum hevur búð á Argjum meginpartin av lívi sínum. Vánaligt Tá talan er um fiskiskap, eru altíð ójavnar tíðir. Soleiðis hevur eisini [...] Veðrið er av tí allarbesta og soleiðis var streymurin eisini í farnu viku. Teir tríggir umborð á Kristu Mariu høvdu henda túrin sett línuna einar átta fjórðingar vestur úr Høvdanum, og nú var tíðin at [...] at avreiða dagsins fong. At avreiða her á Toftum er nærum gerandiskostur hjá teimum. Aðrir kunnu kanska leggja veiðuna upp aðrastaðni og síðani koyra við bili til hús, men hesir tríggir gera ikki tað. Tað
tveitt á vegin, har alt verður givið til tey heimleysu. Kl. er 10 og NewYork City Marathon nr. 26 er byrjað. Sólin skínur og stemningurin er fantastiskur og úr hátalarunum framvið rungar hitt væl kenda [...] standa og heppa. Her er tónleikur at hoyra allastaðni, rock, steel og ikki at gloyma jazztónleikin. Hetta er tann parturin av New York har flestu afroamerikanarir búgva. Hetta er beint í kirkjutíð, tey [...] Marathon-frásøgn Tað er eingin ivi um ,at New York City Marathon er so nógv tann mest víðagitna marathon-renningin í heiminum. Við sínum 37.000 rennarum, og hálvari triðju millión áskoðarum hevur hetta