Marathon-frásøgn
Tað er eingin ivi um ,at New York City Marathon er so nógv tann mest víðagitna marathon-renningin í heiminum. Við sínum 37.000 rennarum, og hálvari triðju millión áskoðarum hevur hetta mest sum eina magnetiska ávirkan á allar marathon-rennarar. Og júst hetta endurspeglast eisini onkursvegna í íðkarunum sjálvum.
Fyri tað nógva er talan nevnliga ikki um elitu-rennarar, men púra »vanligar« motionistar, sum bara hava sum mál at stríða seg ígjøgnum stóru avbjóðingina, sum teir 42.195 metrarnir eru. 42 kilometrar, sum strekkja seg gjøgnum Staten Island, Brooklyn, Queens, Bronx, Harlem og Manhattan - síggja og merkja tær ymisku mentaninar, teirra atferð, klæði, relegión, tónleik o.s..fr.
»Come on Faroe Islands«
Kl. er 5.30 hendan sunnumorgunin, og eg eri stødd í einum bussi á Manhattan á veg til Staten Island har startskotið verður latið. Fitt av fólki eru í gøtunum har bussar standa framvið allastaðni. Øll hesi hava okkurt við marathon at gera. Allir hesir 37.000 rennarnir skulu nú út úr býnum, áðrenn tann vanliga morgunferðslan byrjar.
Alt er væl fyriskipað, vit fáa okkurt lítið ábit og okkurt drekkandi. Posin við heitu klæðunum til eftir renningina verður avleveraður. Tey flestu eru nú bara í onkrum gomlum venjingarbúna fyri at halda varmanum, tí tá vit nærkast startinum verða klæðini tveitt á vegin, har alt verður givið til tey heimleysu.
Kl. er 10 og NewYork City Marathon nr. 26 er byrjað. Sólin skínur og stemningurin er fantastiskur og úr hátalarunum framvið rungar hitt væl kenda lagi hjá Frank Sinatra New York, New York..
Komin yvirum eina av heimsins stórstu heingjibrúm Verrazano Narraows Bridge, gongur leiðin gjøgnum Brooklyn har fólk í túsundatali standa og heppa. Her er tónleikur at hoyra allastaðni, rock, steel og ikki at gloyma jazztónleikin. Hetta er tann parturin av New York har flestu afroamerikanarir búgva. Hetta er beint í kirkjutíð, tey gera ikki mætari enn at opna allar kirkjudyr soleiðis, at hesi frálíku gospelkórini eisini fáa sína ávirkan á henda sera festliga dagin.
So gongur leiðin víðari gjøgnum tann jødiska býarpartin. Her er ein sannur friður, tú sært fólkið men hoyrir tey knapt nokk. Tað er bannað at klappa og bríksla, tí knipsa tey við fingrunum fyri á hendan hátt at vísa sín stuðul.
Komin til Queens møta vit aftur eini larmandi mannamúgvu, sum øll upp á ein ella annan hátt vilja hjálpa tær gjøgnum hesar 42,195 km.
Her er tað reggae tónarnir sum hevja seg upp um alt annað. Um Queens kann eg annars nevna, at her finst størsta grikska gettoin sum er uttanfyri Grikkaland.
Men einki kann samanberast við tað móttøku ein fær, tá tú rennur inn í hjartað á Manhattan. Brandbilar vóru stillaðir upp næstan so langt eyga røkk, stigarnir koyrdir í topp og har sótu brandmajoranir og rópa og klappa. Teir rópa og teir rópa hart. Eg hevði Merkið framman á troyggjuni og á rygginum, har tað eisini stóð, hvaðani eg kom. Tað bleiv rópt ferð eftir ferð »Come on Faroe Islands - you can do it«! Eisini sá eg hópin av koyristólum og gomlum fólki, sum óiva hoyrdu heima á ellisheimum ella onkrum líknandi.
Broncks var svii
Tá eg kom til býarpartin Bronx, kundi eg ikki lata verða við at hugsa um havnamannin Jonas Broncks, sum staðið er uppkallað eftir. Søgan sigur at Jonas Bronx sum arbeiddi fyri »Hollands vestindiske kompagni« kom til USA í 1639. Tað sigst at hann bleiv ein múgvandi maður, eftir at hava keypt jørð frá indianarunum. Men seinni á túrinum fekk eg at vita frá einum svenskum feraleiðara, at Jonas Broncks als ikki var føroyingur, men kom úr Skåne í Svøríki. Eg fekk sum vátan vøtt, royndi at mótmæla men til fánýtis.
Nú var tað stóra takið eftir, úr Bronx gjøgnum Harlem og til málið í Central Park. Tað var stúgvandi fult av fólki allastaðni framvið, eg havi aldrin fyrr sæð nakað líknandi. Tað var ein sannur lætti at síggja trøðini í Central Park, komu framvið tí kenda skoytubananum sum vit kenna frá ymiskum filmupptøkum, og síðani kom »Strawberry Fields« har minnisvarðin um John Lennon var lagdur.
Tann seinasta teinin til málið klárar ein, líkamikið hvat. Eg føldi at fjepparnir høvdu ikki annað uppiborið enn at eg kom á mál í øllum góðum - her kundi ein ikki svíkja.
At hugsa sær, at New York - ein pulserandi metropolur sum aldrin svevur - setur æru í , at tú sum marathonrennari fær eina heilt serliga uppliving. Og øll kalla seg bara rennarar - eingin hugsar um bakgrund, starv, ársinntøku ella annað - vit eru her fyri at renna.