Tað hevur stóran týdning at verða við á slíkum ráðstevnum, tí tað er her, at kundar og leverandørar hittast.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum er ein av teimum 15 føroysku fyritøkunum, sum er við á European Seafood Exposition, sum byrjaði týsdagin og sum endar í dag.
Talan er um helst størstu og týdningarmestu fiskivinnuráðstevnu fyri fiskavøruframleiðarar, og Bakkafrost hevur tikið lut á ráðstevnuni øll tey umleið 20 árini, hon hevur verið hildin.
Á hesari stevnuni møta vit eisini analytikarum, og bæði fyri Bakkafrost og føroyska fiskivinu sum heild er hetta ein umráðandi ráðstevna at verða við til, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at vera har, sum kundarnir eru, og eisini fyri at hoyra um nýggjar møguleikar.
Tað er umráðandi at vit síggja, hvat vit kunnu gera betri, og tað er eisini ofta á slíkum ráðstevnum, at nýggj hugskot koma fram, sigur Regin Jacobsen.
Ráðstevnan í Brússel er hin størsta av sínum slag, men Bakkafrost tekur eisini lut á øðrum ráðstevnum.
Vit vóru við í Boston herfyri, og hava eisini tikið lut á ráðstevnum í London og Moskva. Tað er á hesum ráðstevnum, tú kanst tosa við tínar kundar og finna útav, hvat rørir seg í marknaðinum, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at tú lættliga kanst tosa við upp móti 200 kundum, og tað er ikki nakað, tú annars kanst gera eftir so stuttari tíð.
Størsti parturin av føroysku fiskaútflutningsvinnuni er við á ráðstevnuni í Brússel, sum eisini verður ógvuliga væl vitjað. Eini 40.000 fólk hava verið framvið, so roknast kann við, at tær 15 føroysku fyritøkurnar hava fingið nakað burtur úr.