degnum. Vit eggja tykkum staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara. Brúkið eisini møguleikan [...] føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum. - Útbúgving hevur ongantíð verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongantíð verið fleiri. Sama hvat tú velur, so ræður um at fara undir onkra útbúgving [...] greiða frá, hvat Fróðskaparsetur Føroya hevur at bjóða. Harumframt fara umboð fyri Visit Faroe Islands at greiða frá, hvørjir arbeiðsmøguleikar eru innan ferðavinnuna. Onnur greiða frá, hvussu tú kanst gagnnýta
um dyrnar. Í kortinum stóð okkurt um, hvat tú kundi hyggja eftir fyri at vita, um tú kanska hevði krabbasjúku - ella sagt við øðrum orðum; her varð víst á ymiskt, tú kundi hava í huganum í tí dagliga. Edel [...] Krabbameinsfelagið hevur. - Eg kann næstan siga, at tað var eitt lítið kort, sum sum bjargaði mær lívinum. Tú veitst jú ongantíð, hvussu tað annars hevði gingist, um tú ikki fór til lækna. Men, tað var [...] eina roynd at hyggja eftir onkrum av tí, sum mælt varð til, sigur hin 83 ára gamla, sum Vikublaðið, ið verður borið í hvørt hús mánadagin, hevur skift orð við.
Kærleikin ger okkum glaðan, smílandi og gevandi. Hevur tú ikki kærleikan, hevur tú onki. Kærleikin má røktast og vætast, hava vit ikki umstøður í nærumhvørvinum til tað, følnar og doyr hann, akkurat sum blóman [...] banka, takka, og smílast til okkara næsta. Smílið og tøkkin til okkara fólk her í býnum – er ein fyribyrgin til hatur og kríggj. Í dag hava vit ávirkan at gera okkum galdandi til eitt gott lív við virðing [...] pening inn við sjálvboðnari hjálp, og sum hjálpir til runt um í øllum heiminum. Per greiddi frá, at í ár høvdu fólk ringt til hansara og sagt seg vilja hjálpa til við at sanvna pening inn, so tað var ógvuliga
Miðeystri til Europa, verða hvørki europearar ella kristin, tí teirra ørindi eru at koma higar við Islam. Tey eru fegin um, at tey kunnu sleppa úr Miðeystri, men taka so afturfyri Miðeystur við sær til Europa [...] modernað lív, men tú hevur eisini nógvar sýrar, sum eru fanatiskir muslimar, sigur Avi Lipkin. Hann vísir á, at Islamskur Statur sigur sjálvur, at flóttafólkini, sum fara í báti úr Libya til Italia, eru f [...] ímyndi mær, at fregnartænasturnar í europeisku londunum kanna gjølla, hvat hetta eru fyri fólk, tí hesi fólkini hvørki verða europearar ella kristin, tí teirra ørindi eru fyrst og fremst at koma higar við Islam
fyribrigdið “hate speech” - ella haturstala - nógv umrøtt. Haturstala er at niðurgera ella hótta fólk ella bólkar vegna eyðkenni sum kyn, etniskan uppruna, trúgv, rasu, brek ella seksuella orientering. - [...] millum, hvat er loyvt at siga/gera og ikki, er ikki altíð lætt at skyna á. Javnstøðunevnirnar mæla til meira gransking á økinum, tí vitan vantar – vitan um, hvørjar avleiðingar haturstala hevur á bæði [...] bara avmarkað til eitt ávíst umhvørvi, ella venja vit okkum øll spakuliga við hetta og halda tað vera í lagi, at tónin verður harðari og ógvusligari? Og um so er, hvørjar avleiðingar hevur hetta á okkara
Føroyar. – Tá fer at grógva um gangandi fót! Hvat hevur samgongan, sum Kaj Leo Holm Johannesen stendur fyri, gjørt? Jú, hon hevur tikið pening frá kommununum, og hevur “nápað” 40 % burturav okkara framtíðar [...] verja politikkin, sum hann sum samgonguleiðari hevur ført. Fyri tað fyrsta, so er tað beinleiðis lygn, tá løgmaður sigur, at Tórshavnar býráð ikki hevur givið borgarunum nakran lætta. Vit hava lækkað skattin [...] Men tað er ikki alt, langt frá. Harafturat hevur býráðið hækkað barnafrádráttin við 45 prosentum. Tað er ein heilt ítøkiligur lætti hvønn mánaða. Beinleiðis til allar barnafamiljur. Samstundis hava vit bæði
vil broyting. Hvat eru tað fyri broytingar, sum skulu til – ja spyrt tú meg, so skulu vit hava ein nýggjan búskap og eina javnari skattaksipan. Okkara ríkidømi má koma fólkinum í Føroyum til góðar, ikki [...] alneyðugt at byggja hóskandi bústaðir, til øll, sum tørva ein bústað. Øll kunnu ikki byggja ella keypa síni egnu hús og eitt nútíðar samfelag eigur at hava bústaðir til fólk, sum ynskja at leiga heldur enn [...] ikki bert nøkrum fáum. Ríkidømið eigur at koma samfelagnum til góðar, á ein hátt har vinnan framhaldandi hevur góðar umstøður og har tað framhaldandi skal loysa seg hjá fiskivinnuni at veiða og virka fiskin
’samfelagið hevur skyldu til at halda sáttmálan’ Hvat eitt virðiligt lív er fyri eitt barn hevur yrkingin eitt boð uppá: Men, tú eigur dagin og ljósið tú eigur náttina við tú eigur stjørnurnar allar tú eigur [...] Yrkingin hjá Martin Joensen hevur hesar skilagóðu hugleiðingar um korini hjá børnum. Um tú vilt korini vita Best at eg sigi sum minst Tó, ongin veit um júst títt lív Skapt er til eyðnu og ljós. Ábyrgdin á [...] ymiskleikin hevur rúmd. Børnini – okkara dýrasta tilfeingi Morgun og nýføddur grátur Vælkomin, lítli, stíg inn Í henda heimin sum gestur Kanska tú dvølur eitt bil. Tað at fáa eitt barn er stórt. Ein hin stórsta
hetta evnið er so eymt. Men í veruleikanum sigur tú ikki nei til nakað. Tú kann gott vísa teim samkyntu somu viðurkenning og sama kærleika, sum øll hava rætt til, uttan at ynskja at broyta hjúnabandið. Ofta [...] barnið saknar annað ella bæði foreldrini. Tað er tí ikki orsakað av, at landið hevur serligan áhuga í romantikki, at tað hevur áhuga í hjúnabandinum, men orsakað av at landið hevur áhuga í at stuðla tí [...] septembur. Vónandi velur tú ikki tað, tú velur, orsakað av ‘bólkatrýstinum’, sum í løtuni er í okkara samfelag. Mín vón er, at tú hugsar um tær grundgevingarnar, eg havi givið, og at tú fert at síggja týdningin
valhølini eru latin aftur 1. September 2015, hevur hvør einasta atkvøða gjørt av, hvørjar Føroyar, ið vit vakna til morgunin eftir. Eru tað einar Føroyar, har vit vakna til nýggja vón? Eina vón um, at vit nú eru [...] ið ber til at liva av. - At vit ganga fram ímóti einum sjálvbjargnum og frælsum Føroyum, har vit øll hava somu rættindi. At hugsa sær, hvat tað kann skapa av møguleikum og virkishugi... Ella vakna vit [...] úr fátækaváða, lækka skattin og betra livikorini hjá tí stóru fjøldini, ið ikki hevur fingð lut í skattalættanum, men hevur goldið fyri hann. - Har vit gera langtíðarætlanir og fara at reka ein veruligan