Í morgun hittust 32 innsavnarar á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík at fáa ein kaffimunn og annars at fáa eina rutu at ganga frá Per Jacobsen, samskipara – hetta í sambandi við landsinsavningina hjá Reyða Krossi, sum er kring alt landið í dag.
Klaksvík er eitt av teimum væl skipaðu økinum, verður sagt av Reyða Krossi. Tit eru okkara “sól-søga” í sambandi við landsinnsavningina, segði Enna Garðshorn Mikkelsen, dagligur leiðari á Reyða Krossi Føroya herfyri. Tað kemur altíð nógvur peningur inn í Klaksvík.
Peningurin ferð m.a. til flóttafólkini úr Sýria, men eisini er ætlanin at savna nakað av peningin til hjálpararbeiði í Føroyum. Í fjør komu kr. 822.000,- inn. Reyða Krossi vónar í ár at náa eina millión, tí so nógvur eftirspurningur er eftir hjálp.
Reyði Korssur er heimsins størsti sjálvstøðugi felagsskapur, sum savnar pening inn við sjálvboðnari hjálp, og sum hjálpir til runt um í øllum heiminum. Per greiddi frá, at í ár høvdu fólk ringt til hansara og sagt seg vilja hjálpa til við at sanvna pening inn, so tað var ógvuliga hugaligt at skipa fyri.
Sum siður er í Klaksvík, plaðar ein politikari at koma við eini kveikjandi ella eggjandi røðu. Í ár var tað Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins, sum helt røðuna.
Eftir røðuna, handaði Per Signhild eina lítla Kópakona, sum tøkk. Eisini helt hann fyri, at bróður hennara, Aksel V. Johannesen hevði fingið so nógvar krossar – heilar 2405, at hon í minsta lagi skuldi fáa ein og handaði henni “Reyða Kross” at seta sum prýði á jakkan.
Niðanfyri er røðan hjá Signhild V. Johannesen endurgivin.
Innsavning hjá Reyðakrossi!
„Love is like a war, easy to start, difficult to stop, and never to forget.“
Tá ið Dávur Winther ringdi til mín um eg kundi siga nøkur orð til innsavningardagin hjá Reyða Krossi, segði eg sjálvandi ja beinanvegin. Tó at hann ringdi fyrst í vikuni, og eg hugsaði, super, so fái eg nakrir dagar at hugsa og fyrireika meg í, til hvat eg skal siga.
Men eg kom ikki víðari, hvørja ferð, eg hugsaði ella setti meg við telduna, var tað eitt, sum var í høvdunum, eygunum og hjartanum: Syria, flóttafólk, ræðslusligin fólk, foreldur við børnum, har orð ikki vóru neyðug, men eygnabráðið segði alt. Eg hugsaði, orð eru fátøk, hvat skal eg siga av týdningi til ein slíkan dag?
Eg mátti fáa fatur á okkurt gott og djúpt - Kærleikan. Eg fari at tosa um kærleikan, sum kann fáa okkum at liva, um vit røkta hann, helt eg við meg sjálva.
Eitt og hvørt kríggj byrjar í tí smáa, byrjar har menniskjan kann velja, byrjar har vit sum einstaklingar kunnu hava ávirkan. Alt byrjar í okkara hjørtum. Vit verða øll fødd við somu møguleikum, har kærleikin er ein partur av okkum.
Kærleikin ger okkum glaðan, smílandi og gevandi. Hevur tú ikki kærleikan, hevur tú onki. Kærleikin má røktast og vætast, hava vit ikki umstøður í nærumhvørvinum til tað, følnar og doyr hann, akkurat sum blóman ger tað.
Vit hava so stórliga brúk fyri felagskapinum, Reyða Krossi. Ein altjóða felagskapur, sum rekur hjálpararbeiði í friðartíð og krígstíð. Ein felagsskapur, sum verjir mannalív og heilsu. Tryggjar virðing fyri øllum menniskjum, veitir linna og fyribyrgir menniskjaliga líðing.
Okkara hjálp er ein dropi av einum dropa av einum dropa í havinum, segði Heini í Skorini.
Ein dropi kann verða akkurát tað, sum brúk er fyri. Hjálpin kann verða akkurát tín dropi til tað einstaka menniskja.
Eingin kann hjálpa øllum, men øll kunnu hjálpa onkrum. Tí er tað ein gleði, at Reyði Krossur eisini verður at síggja runt um í býnum í Klaksvík í dag, at hvør einstakur av tykkum vil seta tíð av til innsavningararbeiðið.
Alt fleiri flóttafólk seta lívið í vága á vandamiklum ferðum yvirum Miðjarðarhavið fyri at koma til tryggleika í Evropa. Tey flýggja undan kríggi, harðskapi og fátækradømi.
Í dag fært tú høvið til at veita eina hjálpandi hond úti sum heima. Vit savna pening inn til neyðstødd. Vit vitja á hvørja dyr í býnum, og her er tað, at vit skulu minnast at varðveita okkara virðismikla menniskjaliga kærleika. Vit banka, takka, og smílast til okkara næsta.
Smílið og tøkkin til okkara fólk her í býnum – er ein fyribyrgin til hatur og kríggj. Í dag hava vit ávirkan at gera okkum galdandi til eitt gott lív við virðing og næstrakærleika. Ávirkan til eitt gott samfelag til okkara børn og eftirkomarar.
Fari at enda við at ynskja tykkum ein góðan innsavningardag við sangi, sum Mikkjal á Ryggi týddi úr norskum:
1. At liva, tað er at elska
tað besta í tíni sál;
at liva, tað er at virka
og seta so bjart sítt mál.
2. At liva, tað er at finna
tað hægsta, í heimi er;
at liva, tað er at vinna
til sannleika á síni ferð.
3. At liva, tað er at køva
órætt og lygn og synd;
at liva, tað er sum havið
at spegla himmalsins mynd.