Far og lær – nær ella fjar! er yvirskriftin yvir ársins útgávu av lestrartiltakinum Markleys Útbúgving, sum verður í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Talan er um kunningartiltak um viðari lestur í Føroyum og uttanlands. Her fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.
- Útbúgving hevur ongantíð verið meira umráðandi enn nú, og møguleikarnir hava ongantíð verið fleiri. Sama hvat tú velur, so ræður um at fara undir onkra útbúgving. Vel millum fjølbroyttu møguleikarnar í Føroyum - ella far í onnur lond at fáa tær útbúgving. Tað er hetta útbúgvingarmessan, Markleys Útbúgving, leggur dent á 13. árið á rað, sigur Holger Arnbjerg, koordinatur.
Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum til dømis USA og Australia. Kunnað verður um útbúgvingar í norðurlondum, Stóra Bretlandi, USA, Póllandi, Finlandi, Fraklandi, Týsklandi, Avstralia og Kina.
- Markleys Útbúgving roynir at kveikja tykkara áhuga fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir, og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan á Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving, sigur Holger Arnbjerg.
Umframt at umboð fyri lærustovnar greiða frá ymisku lærustovnunum, so fara umboð frá Setrinum at greiða frá, hvat Fróðskaparsetur Føroya hevur at bjóða. Harumframt fara umboð fyri Visit Faroe Islands at greiða frá, hvørjir arbeiðsmøguleikar eru innan ferðavinnuna. Onnur greiða frá, hvussu tú kanst gagnnýta eitt sonevnt sabbatsár. Eisini fer MFS at greiða frá sínum virksemi, umframt at Deirdre Hansen frá Íverksetarahúsinum fer at greiða frá um Fjarlestur.
- Okkara vón er, at tit fáa sum mest burturúr degnum. Vit eggja tykkum staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar, sigur Holger Arnbjerg.