31. august og 1. september 2015 vitjaðu norðurlendsku javnstøðunevndirnar í Føroyum. Nevndirnar hittast eina ferð um árið til fundar, og í ár varð fundurin hildin á Hotel Føroyum. Nevndarumboðini taldu umleið 26 fólk úr Finlandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum, Íslandi og Grønlandi.
Javnstøðunevndin vísir á, at nevndirnar kunnaðu hvørja aðra um sítt arbeiði og kunnu læra av hvørjum øðrum. Ymiskt er, hvussu nevndirnar eru skipaðar í ymisku londunum. Í teimum stóru Norðurlondunum arbeiða tær ikki bara við javnstøðu millum kyn, men eisini við diskriminering vegna eitt nú etniskan uppruna, seksuella orientering, trúgv og aldur.
- Í ár var evnið á ársfundinum ekstremisma, rasisma, antisemitisma, islamofobi og javnstøða millum kyn. Í Finlandi, Svøríki, Danmark og Noregi eru tey í ferð við at menna arbeiðið móti fremmandahatri og øðrum ótolsemi, radikalisering og ekstremismu.
Javnstøðunevndin vísir á, at sum liður í hesum arbeiði verður fyribrigdið “hate speech” - ella haturstala - nógv umrøtt. Haturstala er at niðurgera ella hótta fólk ella bólkar vegna eyðkenni sum kyn, etniskan uppruna, trúgv, rasu, brek ella seksuella orientering.
- Fyribrigdið haturstala er trupult at fyrihalda seg til, tí á aðrari síðuni er talufrælsið høgt í metum, men á hinari síðuni kann áhaldandi haturstala skapa ótta og føra til harðskap og yvirhøvur gera stóran skaða á einstaklingar og samfelagsbólkar. Markið millum, hvat er loyvt at siga/gera og ikki, er ikki altíð lætt at skyna á.
Javnstøðunevnirnar mæla til meira gransking á økinum, tí vitan vantar – vitan um, hvørjar avleiðingar haturstala hevur á bæði útinnararnar av haturstalu, offrini og alt samfelagið annars.
- Er og verður haturstala bara avmarkað til eitt ávíst umhvørvi, ella venja vit okkum øll spakuliga við hetta og halda tað vera í lagi, at tónin verður harðari og ógvusligari? Og um so er, hvørjar avleiðingar hevur hetta á okkara mentan og relatiónir?
Javnstøðunevndirnar mæla eisini til meira kunning og meira dialog. Eitt nú eiga fleiri instansir at samstarva, eitt nú myndugleikar av ymiskum slagi, heilsu-, almanna- og skúlaverk, ansingarstovnar og felagsskapir.
- Eitt nú eiga børn í barnagørðum og skúlum at læra, at haturstala ikki er í lagi, og í staðin læra aðrar hættir at samskifta. Meira dialogur má fyriskipast millum ymisku umhvørvini, eitt nú millum muslimar og jødar.
Lagt verður aftrat, at tað ofta er lættari at fremja haturstalu á sosialu miðlunum og í fjølmiðlunum annars, men tá tú stendur yvir av einum menniskja úr kjøti og blóði og tosar við viðkomandi, eru sannlíkindi fyri, at fordómar hjá báðum pørtum minka.
- Tá er truplari bara at síggja hvønn annan sum ein fígginda ella eina hóttan, sigur javnstøðunevndin.